Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2008 Sosialurin Løgreglan í Føroyum fær nú eitt nýtt amboð at brúka, tá ið brúk er fyri at sissa fólk, ella eina mannamúgvu. Tað er piparspray, sum nú verður ein fastur táttur av útgerðini, tá ið løgreglufólk fara í býin á patrulju. - Piparspray er ein ógvuliga effektivur og púra óskaðiligur máti at sissa fólk sum, tað annars ikki ber til at tosa til sættis, sigur hann. Tann, sum fær piparspry í eyguni er bæði liðugur sum slagsbróður og poppsangari, og fær onki gjørt. Apríl Al Gore var ikki so frynt­ligur og fyrikom­ andi, sum Bill Clint­on, og fjølmiðlafólk vóru vónbrot­in av fyrrver­ andi amerikanska varaforset­anum, t­á ið hann vit­jaði í Føroyum Bill Clinton dugdi væl at føra seg fram, tá ið hann vitjaði í Føroyum. Hann tosaði við fólk á gøtuni, fjøl­ miðlar fingu orð á hann, og al­ menni fyrilesturin var sannfør­ andi. Støðan var nakað øðrvísi, tá varaforsetin hjá honum, Al Gore, kom til Føroya. Jú, vísti legði Al Gore nakað spennandi afturat ráð­ stevnuni, sum hann var á, men hann tóktist ikki verða so fyrikom­ andi og snaksaligur. Fjølmiðlafólk vóru vonbrotin av Al Gore, og teirra millum vóru tveir útlendskir journalistar, Slim Allagui og Frederic Castel. ­ Tað undraði meg stórliga, at hann ikki vildi tosa við nakran, ser­ liga tá hugsað verður um, hvussu fryntligur og fyrikomandi Clinton var. Sum onkur tók til: Tað er væl skiljandi, at hann hevur tapt okkurt valið, tí hann hevur ikki beinleiðis karisma, sigur Frederic Castel. Og Slim Allagui var púra samd­ ur. ­ Ja, hann var beinleiðis arro­ gantur. Tað var ógvuliga skuffandi. Vit vóru bara nakrir heilt fáir jour­ nalistar umframt nøkur børn uttan fyri Hotel Føroyar. Hann kundi í minsta lagi havt tikið í hondina á hesum børnunum, tey høvdu sjálvi teknað amerikansk fløgg. Eg eri vísur í, at tað hevði Clinton gjørt, segði Alim Allagui. Fá orð til Sosialin Kári Mikkelsen, redaktiónsleiðari á Sosialinum, fekk sum einasta fjølmiðlafólk í Føroyum orðið á Al Gore og eina stutta viðmerking utt­ an fyri Hotel Føroyar. Og tað gekk soleiðis fyri seg. ­ Hello, nice to see you, vóru fyrstu orðini hjá Al Gore, tá hann kom út at heilsa upp á børnini. Blaðmaðurin: ­ Hvat væntar tú tær av ferðini í Føroyum? Al Gore: ­ Eg síggi fram til at tosa um veðurlagskreppuna og vísa mína myndaframløgu um hetta evnið. Og eg gleði meg at vísa á møguleikar, hvussu vit kunnu loysa hesa kreppuna. Blaðmaðurin: ­ Hvat kunnu Før­ oyar gera fyri at gera sítt til at bøta um støðuna á hesum økin­ um? Al Gore: ­ Minka CO2­útlátið, var stutta svarið hjá fyrrverandi varaforsetanum. Síðani setti hann seg inn í bilin, koyrdi hurðina aftur og fór avstað. Al Gore segði lítið Al Gore var ikki hugaður at tosa við Gud og hvønn mann á ferðini til Føroya Skulu vit hava orku, so skal herligheitin ofrast onkrastaðni. Men hetta merkir ikki, at náttúran er oyðiløgd fyri altíð. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV – Eg var verjuleikari, so sjálvt um tað var á grúsvølli, so spardi eg meg ikki, men gjørdi glíðandi taklingar. Aftaná hvønn dyst var eg tað bera blóð, og buksirnar sótu næstan fastar í beininum. Høgni í Stórustovu, FSF-forseti » » Orðabøkur selja ikki Stóru enskt­føroysku orðabøk­ urnar hjá Sprotanum selja ikki so væl sum væntað. ­ Vit hava selt um 500 sett. Eg hevði vónað at selt meira, av tí at vit høvdu so gott tilboð í sambandi við útgávuna. Til­ boðið gongur út nú, og tá fara bøkurnar at kosta 500 krónur meira fyri hvørt settið, sigur Jonhard Mikkelsen, ristjóri, ein mánað eftir útgávuna. USA yvir Føroyum Formaðurin í Miðflokkin tekur ikki undir við uppskotinum frá Tjóðveldi um at bannað allari hernaðarflúgving yvir Føroy­ um. ­ Vit fara undir ongum um­ støðum at nokta amerikanarum at brúka okkara loftrúm, tí tað hevði verið ein gráin tøkk at givið teimum afturfyri tað megnar arbeiði teir gera fyri at verja frælsi og fólkaræðið runt um í heiminum, sigur Jenis av Rana. ­ Tað, sum amerikanarar gera runt um í heiminum, hevur helst bjargað okkum undan mongum bølmennum og tað verður ikki Miðflokkurim, sum fer at forða teimum í at útinna teirra verk, sigur han. Nýggjur miðlarisi Dimmalætting hevur lagt Vinnuvitan og Vikublaðið inn undir seg, og nú ein stór uppgáva fyri framman. ­ Tað verður neyðugt at rætta upp fíggjarliga, og tað verður ikki nøkur løtt uppgáva. Men hinvegin heldur ikki ein uppgáva, sum ikki kann loysast, sigur Árni Gregersen, forstjóri í Dimmalætting. Sambært stjóranum verður tað ein fyrimunur hjá samlaðu fyritøkuni, at teir nú hava eitt dagblað, eitt serblað og eitt lýsingarblað, og hann heldur ikki, at bløðini fara at »stjala« frá hvørjum øðrum. Piparsprey til politiið Brot og bitar úr árinum, ið fór