týsdagur 30. desember 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2008
Sosialurin
Føroyski hermaðurin, Valdi
mar Tjørnudal fekk at sanna,
hvussu vandamikið tað er at
vera útstasjoneraður í Afghan
istan. Eitt bilafylgi koyrdi á
eina landminu, og 27 ára
gamli maðurin úr Signabø var
ein av teimum, sum fekk
skaða.
– Men vit vóru sera hepnir.
Brast tann triðja løðingin, so
komu vit ikki livandi frá hend
ingini, sigur hann Valdimar
Tjørnudal. Hann slapp við
minni snuddum.
Mai
Við snarræði og køld
um yvirliti bjargaði
12 ára gamli Rógvi
Joensen í Sørvági
sínum besta vini
sínum, Áka Petersen,
frá svissum drukni
deyða
Hevði Rógvi ikki reagerað so sum
hann gjørdi, hevði Áki ikki verið á
lívi í dag. Randi Petersen, mamma
at Áka, er als ikki í iva um, at tað,
Rógvi framdi seinasta týskvøld, er
einki minni enn eitt bragd.
- Eg kann slett ikki takka honum
nokk, sigur Randi Petersen.
Hetjan sjálv, Rógvi Joensen,
tekur alt eitt sindur meira róligt.
Hann er bara glaður um, at
vinmaðurin er á lívi.
- Vit vóru farnir at fiska síl í
Kongshylánni, og høvdu fingið eitt
hampiliga stórt. So fóru vit yvir
um ánna á betongplattin at fiska,
greiðir Rógvi frá.
Og longu tá var galið hjá Áka.
Hann minnist als ikki, at teir vóru
farnir yvir um ánna.
- Áki leyp niður á plattin, og eg
veit ikki, um hann kann verða
lendur á hælinum, og tað hevur
sett upp í høvdið. Men hann
virkaði eitt sindur undarligur tá,
sigur Rógvi Joensen.
Teir báðir standa so og fiska á
betongkantinum eina løtu.
- So knappliga datt Áki framyvir
og út í ánna. Í fyrstani helt eg, at
hann spældi hund, men tá eg rópti
á hann, og hann ikki svaraði, skilti
eg, at har ruggaði ikki alt rætt,
sigur Rógvi Joensen.
Hann gjørdi tí skjótt av og leyp
út í ánna og helt høvdinum á
vinmanninum oman vatnskorp-
una.
Áki er bæði størri og tyngri enn
Rógvi, og tí mátti Rógvi bara
samla seg um at hava høvdið á
Áka omaná.
Ísakalt yvirlit
Lukkutíð komu tvær gentur har.
Tær ætlaðu sær at vita, um teir
báðir høvdu fingið nakað síl. Rógvi
rópti á tær um at fara eftir hjálp,
og skjótt komu tveir dreingir á
staðið.
- Eg rópti á teir um at ringja 1-
1-2 eftir hjálp. Ein annar drongur
kom eisini har, og hann hjálpti
mær at fáa Áka upp á turt, sigur
Rógvi.
Síðani bað hann dreingin, sum
hevði ringt eftir hjálp, um at ringja
til foreldrini hjá Áka og siga teim-
um støðuna. Samstundis fingust
Rógvi og hin drongurin við at geva
Áka kunstigan andadrátt og hjarta-
massagu.
- Áki andaði ikki, tá vit høvdu
fingið hann upp á turt. Eg havi
ongantíð lært fyrstuhjálp, men eg
havi sæð tað oftani í sjónvarpinum.
So sjónvarpið er ikki so galið
viðhvørt, sigur Rógvi smílandi.
Rógvi og hin drongurin hava
fingið so mikið við úr sjónvarpinum,
at Áki eftir stuttari tíð hostaði
vatn upp og byrjaði spakuliga at
anda aftur.
- Tað er ikki reiðiliga gingið upp
fyri mær fyrr enn nú, hvussu fan-
tastiskt Rógvi reageraði. Áki slapp
frá hendingini við einum heila-
skjálvta og eitt sindur av vatni á
lungunum. Hevði Rógvi ikki reager-
að sum hann gjørdi, hevði Áki ikki
verið á lívi í dag. Eg kann ikki
takka Rógva nokk, sigur Randi
Petersen.
Rógvi er ein sonn hetja
Eg havi ongantíð lært fyrstuhjálp, men eg havi sæð tað oftani í sjónvarpinum. So sjónvarpið er ikki so galið viðhvørt, sigur Rógvi Joensen, sum bjargaði lívleysa
vinmanni sínum
Eg fái eitt sindur ilt í búkin, tí í fleiri ár
havi eg kunnað kjaftað upp uttan at standa
til svars fyri nøkrum, men nú havi eg
brádliga veruliga møguleikan fyri at gera
nakað við støðuna.
Kristiann Winther Poulsen, nýggj forkvinna í Javnstøðunevndini
- Føroyingar eru ikki so útfarandi sum
danir. Føroyingar krevja eisini minni
pínudoyvandi medisin enn danir, men tað
merkir sjálvandi ikki, at teir ikki merkja
pínu.
Elionora Olsen, sjúklingavegleiðari í Danmark
»
»
Setið bil-
arnar
sunnudag
Advokaturin Poul Hansen held-
ur, at føroyingar skulu gera nak-
að veruligt við CO2 útlátið.
- Lat okkum veruliga seta
Føroyar á heimskortið – ikki
við at hava fyrrverandi USA for-
setar og varaforsetar ein dag í
Føroyum, men við at minka
CO2 útlátið á tann hátt, at vit
banna
allari
privatkoyring
sunnudag, sigur hann.
- Mær kunnugt hava onnur
ikki gjørt tað, so hví ikki vera
tey fyrstu at gera hetta og í
verki veruliga vísa okkara virð-
ing fyri náttúruni í staðin fyri at
byrgja fáu livandi áir og dalar
okkara aftanfyri betong og
asfalt.
Eingir
sjómenn
at finna
Stjóri í Maru Seafood hevur
leitað eftir fólki at fara umborð
á línuskip hjá felagnum, men
tað gongur illa.
- Vit hava søkt eftir øllum,
sum kann krúpa ella ganga,
monnum og kvinnum, ungum
og gomlum, gentum og dreingj-
um, men kortini mangla við 12-
14 fólk til Fugltúgvuna, sigur
Johan Páll Joensen.
Hann sigur, at Fugltúgvan
hevur ligið nú í tveir mánaðir, tí
manning ikki fæst til skipið.
Fingrar
vekk frá
børnum
James Olsen, sum millum
annað er kendur sum vertur á
Rás2 stígur fram og heitir á
pedofilar um at søkja sær
hjálp.
- Tað er ongin umbering, at
tú sjálvur vart misnýttur sum
barn. Tú hevur eina forbannaða
skyldu til at skilja, at tað er
skeivt at hava sex við børnum.
Tí hevur tú ábyrgdina fyri at
steðga tær sjálvum og at søkja
tær professionella hjálp, sigur
hann.
James Olsen var sjálvur úti
fyri kynsligum ágangi sum
barn.
Koyrdi á landminu
Brot og bitar úr árinum, ið fór