Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2008 Sosialurin Í samfull 50 ár hevur hon røkt uppgávuna sum organistur í Viðareiðis kirkju, og hon hevur sitið trúføst við orglið sunnudag eftir sunnudag. - Mær hevur dámt væl at spælt urgu. Tað gingu kanska eini 20 ár, áðrenn eg hevði mína fyrstu veruligu summar- feriu sum urguleikari, sigur Gudrid Sørensen á Viðareiði. - Hugurin at spæla hevur altíð verið góður. Og tað er hann enn, hóast fingrarnir ikki eru eins fimir í spælinum í dag, sum teir vóru áður, sigur hon. Juni - Eg royndi at rópa nógv og veitra nógv, ja, eg gjørdi alt, eg kundi, fyri at skilja meg burtur úr mongd- ini, sigur Poula á Stongum. Hepna Eiðis- gentan slapp á pallin at syngja saman við heimsstjørnuni úr Kanada Ter fastur táttur á konsertunum hjá Bryan Adams, at hann tekur eina gentu ella unga kvinnu upp á pallin at syngja »Baby when you’re gone«, sum hann annars syngur saman við Mel C, duett saman við sær. Á konsertini á Tórsvølli í Havn gjørdist 21-ára gamla Poula á Stongum av Eiði hepna kvinnan, sum slapp á pall við kendu heims- stjørnuni. Hon hevði gjørt av framman undan at royna at gera alt fyri at sleppa á pall saman við Bryan Adams, tí hon hevði lisið í Sosial- inum, at hann plagdi at taka eina kvinnu á pall at syngja hendan serliga sangin saman við sær. - Eg royndi at rópa nógv og veitra nógv, ja, eg gjørdi alt, eg kundi, fyri at skilja meg burtur úr mongdini, sigur Poula á Stongum við Sosialin. Og tað eydnaðist. Tað gjørdist hon, sum slapp at syngja »Baby when you’re gone« saman við heimskenda kanadiumanninum. Men hvussu kendist tað at sleppa at standa á palli saman við einari so stórari stjørnu? - Tað var ótrúligt. Eg hugsaði als ikki, tá tað varð greitt, at tað var eg, sum skuldi á pallin. Men meðan eg gekk upp gjørdist eg eitt sindur nervøs fyri, at eg ikki skuldi minnast orðini, sigur Poula á Stongum, ið aftur var til arbeiðis sum vanligt dagin eftir konsertina. Hon arbeiðir sum stovugenta á Hotel Føroyum, og lagnan hevur lag- að tað soleiðis, at hon ger suituna hjá sjálvum Bryan Adams reina. Vandi um morgunin Tað var ikki tí, at hon er heimsins størsti Bryan Adams-fjeppari, men tá hon sá í Sosialinum, at hetta var partur av konsertini, gjørdi hon sum nevnt av, at royna at sleppa á pallin. Og at hon meinti hetta í ramasta álvara, skilst best av, at hon lurtaði eftir hesum serliga sanginum fleiri ferðir um morg- unin, so hon skuldi verða so væl fyrireikað sum gjørligt, skuldi hon verðið tann útvalda. - Men sjálvt um eg hevði gjørt av at gera alt fyri at koma á pallin, so roknaði eg á ongan hátt við, at eg skuldi gerast tann hepna, sigur Poula á Stongum. Hon hevur ongantíð sungið al- ment, og tað, sum hon gjørdi á konsertini, kom púra óvart á vin- konurnar, tí tær høvdu ikki ímynda sær, at hon kundi uppført seg soleiðis. - Men tær vóru ordiliga glaðar mína vegna, at eg slapp at uppliva hetta, sigur Poula á Stongum. Sjálv var hon ovfarin av, at hon kendi næstan allar sangirnar, sum Bryan Adams framførdi á konsert- ini, tí tað er ikki hansara tónleik hon lurtar eftir dagliga. - Eg havi upplivað so nógv í ár, so eg veit ikki, um hetta var ársins uppliving. Men hetta var sanniliga prikkurin yvir i’num, sigur Poula á Stongum. Aftur fyri »ómakin« fekk Poula á Stongum nakrar T-shirts og plekt- arin hjá Bryan Adams. - Hann segði við meg, at tað var stuttligt at syngja saman við mær, og annars takkaði hann mær fyri, at eg var komin á pallin at syngja saman við honum, sigur Poula á Stongum. Paula hevði fyrireikað seg til Bryan Adams - Sjálvt um eg hevði gjørt av at gera alt fyri at koma á pallin, so roknaði eg á ongan hátt við, at eg skuldi gerast tann hepna, sigur Poula á Stongum Eg ætli ikki at lata meg kroysta til at selja Sandoynna fyri eina tingmansløn. Gerhard Lognberg, løgtingsmaður Ivaleyst hildu summi meg vera ein stóran skurk. Men tað vóru jú eisini mong, ið hildu, at eg ikki var so galin allíkavæl. Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður » » Amonniakk í luftini Trý fólk á Tavuni í Leirvík end- aðu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eftir ein ammoniakk leka. Óhappið hendi í einum av frysti- skápunum, tá hol kom á, og ammoniakk fór at leka út. Jóan Magnus Rasmussen, stjóri, sigur, at leiðslan gjørdi av at steðga framleiðsluni á virkin- um, eftir at óhappið varð hent. - Vit hava fylt øllum forskrift- um og boðsendu eisini Arbeiðs- eftirlitunum, sum kom á staðið. Av trygdarávum gjørdi leiðslan á Tavuni av at senda fólkið til hús, men dagin eftir var farið aftur til arbeiðis. Vildi steðga skeinking Formaðurin í Miðflokkinum heldur lítið um, at tað verður skonkt fyri ferðafólki umborð á Atlantsflogi, og hann var sinn- aður at steðga hesum. - Eg hoyrir ongastaðni heima, at okkara almenna flog- felag sær tað sum sína upp- gávu at skeinkja fólk full fyri einki, sigur Jenis av Rana. Magni Arge, stjórin í Atlants- flogi sigur, at ókeypis skeink- ingin er ein partur tænastuni. - Politikarar skulu ikk, sigur hann. MARK fær fólk at hugsa Stóra fólkaheilsuátakið MARK stimbrar hugin hjá fólki at liva sunnari. Tað metir Malan Egholm, heilsufrøðingur og verkætlanarleiðari. - Serliga í Klaksvík hava vit sæð, at býurin hevur fylgt kanningunum upp við eini røð av heilsuátøkum. Uppá nógvar mátar gongur Klaksvíkin á odda á heilsuøkinum, sigur Malan Egholm. Samanumtikið ivast Malan Egholm ikki í, at MARK kanningin hevur skapað størri uppmerksemi um týdningin av at liva sunnari. Eisini vísa fólk sum heild góðan vilja at fylgja teimum ráðum, tey fáa, eftir at tey hava tikið lut í kanningini. Sama lag í fimmti ár Brot og bitar úr árinum, ið fór