Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2008 Sosialurin Klaksvíkingur Edward Fuglø fekk heiðurin at mála borgar­ stjóran í Havn, tá Tórshavnar býráð vildi hava málning av Heðin Mortensen upp at hanga. Heðin Mortensen fegnaðist um úrslitið, og metti lista­ mannin vera komnan væl frá myndini. Heðin Mortensen segði, at tað er siður í Tórshavnar Bý­ ráð, at málningur verður mál­ aður av borgarstjórunum, og hesin var so ein í røðini. Heðin metti, at onnur áttu at døma um myndina, men sjálvur fjaldi hann ikki, at hann var væl foreintur við myndina. Juli Fleiri enn 10.000 fólk lýddu á, tá ið útisetin Haraldur ólav­søku­ kv­øld helt sína talu til tjóðina úr studionum hjá Rás2. Mergjaði boðskapurin frá Haraldi v­ar, at tjóðin er ein v­era, sum liv­ir gjøgnum ættarliðini. Offrar tú títt lív­ til hana, liv­ir tú v­íðari í hennara sterka hjarta, eftir at títt lítla hjarta er tagnað Spenningur var í luftini, tá ið fólk úr øllum ættum leitaðu sær í Vágs­ botn ólavsøkukvøld. Høvið var, at helst kendasti før­ oyski útisetin í løtuni, Haraldur úr sendirøðini E Elski Førjar, skuldi halda eina talu til tjóðina úr studi­ onum hjá Rás2 og út yvir Vágs­ botn. Og tað vóru nógv fólk, sum vildi hoyra sannleiksorðini frá Haraldi. Løgreglan, sum plagar at meta um mannfjøldir, heldur, at talan var um eina ta størstu fjøldina, sum nakrantíð hevur verið samlað á ólavsøku. Eingin vil seta tal á, men tað mundu verða onkrastaðni millum 10.000 og 15.000 fólk til stóra tiltakið hjá Rás2. Og tey, sum ikki vóru til staðar í Vágsbotni, kundu lurta eftir Rás2, sum varpaði taluna út til Føroya fólk. Hendingin var tó so stór, at Útvarpið hjá Kringvarpinum sam­ sendi við Rás2 hesa serligu løtuna á ólavsøku. Tár og sveitti Tiltakið byrjaði um hálvgum ellivu tíðina, og Eyðun Nolsøe og Terji Rasmussen hitaðu fjøldina upp við góðum tónleiki. Eftir tvey eykaløg og lógvabrest­ ir, sum dundu í Vágsbotni, var stóra løtan komin, tá ið útisetin Haraldur steig fram fyri sínar elskaðu tjóð og helt sína fyrstu almennu røðu. – Eg havi hildið manga talu sum hesa áður. Men eg havi aldrin havt aðrar áhoyrarar enn meg sjálvan. Mínar talur hava verið vendar til mín til tess at eggja meg at halda fram við kampinum fyri at mítt hjarta altíð skal sláa eina føroyska takt, segði Haraldur. Hann minti sínar landsmenn á stríðið fyri Føroyum, sum hevur vart í øldir og skal halda fram í øldir, sum koma. ­ Tað er mær altíð ein troyst, at tann sveitti, ið spríkir úr mær, og tey tár, eg gráti í kampinum fyri Føroyar, tað er sami sveitti og somu tár, sum runnu av fornum abbum, tá lunnar vóru lagdir undir Føroyar. Sami sveitti og somu tár, ið fara at renna av teimum, ið eftir okkum koma. Hesi tár og sveitti renna niður í sama kar, og úr hesum kari kunnu øll, sum vilja hoyra til tjóðina, súgva sær tjóðskaparligan stirðil, segði Haraldur. Haraldur savnaði tjóðina Út ímóti 15.000 fólk lýddu á, tá ið Haraldur røddi úr studionum hjá Rás2 í Vágsbotni Vit halda ikki, at tað er rætt at geva fiskiflot­ anum almennan stuðul av nøkrum sum helst slagi. Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum. Tað ber ikki longur til, at man hevur tríggjar sjálvstøðugar høvdingar á sjúkra­ húsunum. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður » » Bjargaði sangstjørnu Føroyski flogskiparin Finnbjørn Garðalíð fekk í evstu stund lítla taxaflogfarið á kós aftur, tá tað misti flogið og fór bólt­ andi gjøgnum luftina. Umborð var millum annað kenda danska songkvinnan Nanna Lüders. – Tá ið eg vaknaði var blóð allastaðni, og eg var sannførd um, at eg skuldi doyggja. So eg bað til, at tað skuldi henda skjótt. Flogskiparin er ein hetja. Hann bjargaði lívi mín­ um, sigur Nanna Lüders. Hon skuldi framføra á Samsø festivalinum, men kon­ sertin varð avlýst eftir ógvus­ ligu hendingina. Kortspæl í Leirvík Tað vakti ans, tá Rúni Gaardbo brúkti kortini ikki færri enn 17 ferðir í 1. deildardystinum mill­ um Víking og AB. Sjey spælarar á hvørjum liði fingu gult kort, umframt at tríggir spælarar vórðu riknir av vøllinum eftir gula kort nummar tvey. – Eg havi spælt fótbólt í 20 ár, men eg havi ongan tíð áður upplivað eitt slíkt regn av kort­ um, sigur Allan Mørkøre, sum er venjari hjá AB. Rúni Gaardbo segði, at talan í øllum førum var um kort, sum vórðu givin fyri ófantaligt spæl ella kjaftaslit. Barnadeildin fekk teldur Rás2 handaði Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum tvær farteldur, sum vórðu lætnar Barnadeildini umvegis send­ ing hjá Rás2 frá konsertini hjá Bryan Adams á Tórsvølli. Børnini fingu eisini góðgæti, telduspøl og autografar frá Bryan Adams sjálvum. Á Barnadeildini vóru tey ógvuliga fegin um stór­ fingnu gávuna. Tove Thom­ sen, deildarsjúkrasystir, og Odmar Færø, yvirlækni á barnadeildini, tóku ímóti, og tey vóru serliga fegin um, at talan var um farteldur. Edward málaði Heðin Brot og bitar úr árinum, ið fór