Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2008 Sosialurin Tað var stórhending í lítlari bygd, tá ein betongbilur kopp­ aði útav smala vegnum til Fámjin. Og tað var ikki bara sum at siga tað, at fáa hann upp aftur. Tveir kranabilar úr ávikavist Vági og Lopra vórðu boðsendir og stríddust í fleiri tímar, fyri at fáa bilin upp á rættkjøl aftur. 31 ára gamli førarin, sum ikki er vanur at koyra við stóra betongbilinum eftir smala bygdavegnum oman í bygdina, fekk tíbetur onki mein, tá bilurin knappliga kom ov langt út á kantin og koppaði. Men bilurin er helst vrak. August Tað tykist, sum um fiskifrøðingar hava til uppgávu at leypa ræðslu á fólk fyri at røkka sínum máli, sum er at sleppa at stýra fiskivinnuni, ið teir kortini ikki eru førir fyri. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum Míni vinfólk í Miðeystri vóru bæði intelligent og kærleiksfull, men eisini djúpt fundamental­ istisk. Og eg skilti tey væl. Var eg í teirra støðu, varð eg uttan iva líka víðgongdur. Heini í Skorini, starvslesandi í Ísrael » » Háfoss gavst - Tað eru persónligar orsøkir sum gera, at eg havi tikið avgerð um at leggja frá mær sum mentamálaráðharri. Tað segði Kristina Háfoss, tá ið hon mitt í tí heila rýmdi úr CHE-samgonguni. Hóast hon bert fekk sjey mánaðir sum landsstýriskvinna, áðrenn hon broytti hugsan um starvið, so angraði hon ikki, at hon tók upprunaliga. Avloysari hjá Kristinu Há- foss gjørdist Óluva Klettskarð. Fleyt yvir Tað var ikki nøkur tespilig sjón, sum møtti Sámal Jákupi Joen- sen, samkomuleiðara hjá Frels- unarherinum, tá hugdi inn á gólvið í bygninginum, sum sam- koman hevur keypt til nýtt her- berg fyri heimleys. – Eg gjørdist skakkur, tá eg varnaðist, at vatn í niðastu hædd stóð mær upp um øklar- nar. Orsøkin til, at tað fleyt yvir var, at ein serlig pumpuskipan í húsinum, varð steðgað upp. Neyðugt var at senda boð eftir kloakksúgvaranum hjá Tórshavnar Kommunu, og so nógv vatn var inni í niðastu hædd, at tey at enda mistu tal- ið av bilum, sum koyrdu fullir avstað aftur. Í barnagarði hjá Alphabeat Millum tey, sum gleddu seg til framførsluna hjá Alpha­ beat á Summarfestivalinum, vóru børnini Rúna, Esmar, Karl og Maria. Tá tey gingu í barnagarðinum í Kongens Enghave í Keypmannahavn, starvaðist tann seinni so kendi Anders úr Alphabeat har. Nú eru tey spent uppá at síggja hann aftur, tí teim­ um dámdi hann vær. ­ Hann starvaðist har í eitt ár, og hann spældi gui­ tar fyri teimum, sigur Sylvia Sivertsen, sum er mamma at tveimum av børnunum. Børnini fingu høvi at hitta poppstjørnuna, sum hevði ansað so væl eftir teimum. Betongbilur koppaði Bragdið í Beograd Pál Joensen hølvaði heimsins bestu av og tryggjaði sær trý europeisk gull, tá EM fyri juniorar varð hildið í Serbia. Hann megnaði nakað, sum eingin annar føroyingur nakrantíð hevur megnað. Pál Joensen tók europeiska svimjiheimin á bóli og vann trý gullheiðurmerki í EM-kappingini í Beograd. Í 400, 800 og 1500 metrar frí- svimjing var tað eingin, sum megn- aði at standa unga vágbinginum kurl, og teir, sum royndu at halda á til tað seinastu, nýttu orkuna til fánýtis, um ætlanin var at sleppa fram um Pál. Seinastu kappingina vann Pál Joensen, og øðrvísi frá hinum finalukvøldunum tók Pál Joensen sær lhetta kvøldið frælsi til at koma niðan til síni nærmastu á áskoðaraplássinum, at kalla bein- anvegin eftir heiðursmerkið varð hongt um hálsin og tjóðsangurin sungin. Rørandi løta Rennandi niðan eftir áskoðara- plássunum í bláari landsliðs- troyggju og gyltum gull, meðan foreldrini funnu fram gullið frá miku- og hóskvøldinum. Og so stóð hann har brádliga, trífaldur evropameistari, umfevndur av foreldrum, gentuni hjá sær, lítla- beiggjanum Eyðbjørn, stórabeiggj- anum Elmar, ið náddi fram til síðstu finaluna, og vinfólkum í grannalagnum í Vági. Løtan tóktist óverulig á Tašma- jdan. Fagnaðurin rakk allar teir 2565 kilometrarnar í beinari linju norður til stúgvandi fulla Stóra Pakkhús í Vági, har fólk rørd og fegin hoyrdu sín bygdadrong gera hol í sjógvin fyri triðju ferð. Og heilsanir úr øllum herðashornum aftaná prógvaðu, at ringarnir úr serbiska høvuðsstaðnum niðri á Balkan rukku so langt sum til Grøn- lands í norði, Brasilia í vestri og Singapore í eystri. Sjálvur hevði gullfuglurin góða tíð uppi á áskoðaraplássunum. Róligur, avslappaður og smílandi stóð hann og prátaði, heilsaði og smíltist aftur. Tíðindini um avrikið hjá drong- inum úr Vági eru longu farin um allan heim. Størsta tíðarritið innan svimjing hevur verið framvið og onnur bløð skýra hansara avrik at vera tað allar størsta í evropa- meistarakappingini hesaferð. Pál Joensen framdi rættiligt ítróttarbragd í EM í svimjing Brot og bitar úr árinum, ið fór