Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 31

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2008 Sosialurin Javni dysturin millum Kaj Leo Johannesen, Jørgen Niclasen og Jóannes Eidesgaard um løgmansembætið endaði við, at fyrrverandi landsliðsmál­ maðurin dró longsta stráið. Kaj Leo Johanensen endaði sum stóri sigursharrin, tá løg­ maður skuldi finnast til nýggju ABC­samgonguna. Kaj Leo Johannesen segði, at tað var eitt stórt álit at fáa at gerast løgmaður, og Kaj Leo segði, at hann ætlaði sær at verða løgmaður fyri allar føroyingar September Tað var eitt rættiliga sermerkt stríð um eina skrivstovu í Tinganes, sum umsíðir gjørdi enda á illa sperdu CHE- samgonguni Mánadagin 15. september var rysti politiski grundvøllurin í Føroy­ um enn einaferð. Ikki tí, føroyingar eru vanir við hart politiskt stríð, og CHE­samgongan hevði sanniliga havt síni mál at berjast við. Ósemj­ ur um tunlar, fiskidagar og annað hevði mest sum givið samgonguni strongd, áðrenn hon rættiliga var komin fyri seg. Og so endaði alt mitt í tí heila. Jóannes Eidesgaard, løgmaður steig fram við álvarsomum andliti og boðaði frá, at samstarvið við Tjóðveldi varð sagt upp. – Afturvendandi orrusturnar hava máðað støðið undan sam­ gongusamstarvinum og trúnni hjá mær og mínum flokki á, at vit kunnu møta teimum stóru avbjóð­ ingunum, ið okkara samfelag stendur framman fyri, segði Jóann­ es Eidesgaard. – Hendingarnar seinastu dagar­ nar, har roynt hevur verið at undir­ grava myndugleikan hjá mær sum løgmanni, hava nú endaliga stað­ fest, at onki álit er ímillum leið­ ararnar í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Tað er púrasta burtur, segði løgmaður og sipaði til stríðið um eina skrivstovu í Tinganes, har lás vórður skift, og bæði politikarar og embætisfólk klandraðust. Tordi ikki meira Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi skilti als ikki Javnaðarflokkin, og hann vísti avgjørdur aftur, at hann skuldi havt gjørt seg inn á nakra skrivstovu í Tinganesi. Skuldset­ ingar vóru í luftini millum teir báðar floksformenninar, og al­ menningurin hevði ilt við skilja málið heilt. – Veruliga orsøkin til uppsøgn­ ina, er, at løgmaður ikki torir at standa við ábyrgdini longur, og tí skal finna onkra umbering fyri at sleppa undan. Hetta er ein umber­ ing hjá løgmanni fyri at sleppa und­ an eini støðu, sum hann ikki vil vera í longur, segði Høgni Hoydal. Triði flokkurin í samgonguni, Miðflokkurin, fanst eisini at løg­ manni. – Tað boðar ikki frá politiskum stabiliteti, at Javnaðarflokkurin nú fer aftur til teir flokkar, sum hann vrakaði fyrst í árinum. Eg haldi, at Javnaðarflokkurin hevur kastað alt trúvirðið fyri borð, nú teir rekast úr einari koyggju í aðra, segði Jenis av Rana. Lásagøla gjørdi enda á CHE-samgonguni – Eg ynski altíð, at konan er við til fyrstu sam- røðuna, tí tá ið ein sjúklingur fær at vita, at hann hevur krabbamein, hoyrir hann ikki meira enn tey fyrstu 10 sekundini. Johan Poulsen, yvirlækni, um krabbamein hjá monnum Mín rættvísiskensla sigur mær, at brots- verk ímóti børnum eigur at verða harðari revsað enn til dømis fíggjarlig brotsverk. Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna » » Aldarinnar brúdleyp Tá Mamy Dahl Sørensen av Viðareiði og Hákun Egilsnes úr Vestmanna valdu at gifta seg, høvdu tey ikki ímyndað sær, at áhugin fyri teirra brúd­ leypi skuldi gerast so stórur, sum hann gjørdist. – Hvør skuldi trúð at so nógv verður gjørt burtur úr, og at tað skuldu koma 700 gestir í okkara brúdleyp, sigur brúð­ gómurin. Vígslan var á Viðareiði, og veitslan var í Vestmanna. Fleiri smugl- arar tiknir Vanliga verða umleið 30 fólk um árið tikin av løgreglu og toll­ valdið í samband við smugling av rúsevnum. Men miðskeiðis í september er talið longu komið upp á 30, og líkt er til, at talan verður um metár. Ein stórur munur á árinum í ár og undanfarin ár, er at toll­ valdið í fjør fekk ein nýggjan hund, sum sambært teimum sjálvum hevur effektiviserað arbeiðið í samband við rúsevni sera nógv. Í dag hevur tollvaldið tveir hundar og løgreglan ein. Hetta eru sokallaðir hassjhund­ ar, men teir lukta eisini onnur rúsevni.. Ein onnur broytin í smugl­ ingini, er at fleiri fólk eru farin at smugla rúsevnir innvortis. Óluva reyk beinanvegin Hon fekk ikki meiri enn tvær vikur í illa gitna menta­ málaráðharrastólinum, so var CHE­samgongan fokin, og Óluva Klettskarð mátti fara úr stólinum aftur. ­ Ikki tí, stólurin var fínur at sita í, men tíðin gjørdist so stutt, at eg ikki rættiliga fekk sett meg inn í øll málini, sigur Óluva Klett­ skarð. ­ Eg má viðganga, at tað var ikki júst hetta, eg hevði væntað, tá eg játtaði at taka við sum mentamála­ ráðharri. So man kennir seg ein sindur býttan, tá hetta hendi, sigur hon. Kaj Leo nýggjur løgmaður Brot og bitar úr árinum, ið fór