Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2008 Sosialurin Teir komu so syndarliga nær í 2006, áðrenn alt endaði við gráti og tannagrísli á Mølini, men nú eydnaðist tað umsíðir. EBStreymur vann í oktober sítt fyrsta FM-heitið í mansfót- bólti, og saman við sigrinum í steypakappingini, gjørdist tað til eitt rimmar ár hjá fe- lagsliðnum. Seinasti leikdagurin hepn- aðist tíverri ikki so væl. Ódn- arveður var kring landið, og dystir vóru avlýstir. Men lagið var gott í Streymnesi og á Eiði, har gullveitslan varð hildin. Oktober Føroysk kvinna gifti seg við drápsmann­ inum Peter Lundin, kom í andglettin í bæði Føroyum og Danmark, og vildi so skiljast. Peter Lundin fór at droyma um at búseta seg í Føroyum Drápsmaðurin Peter Lundin hevur í fleiri ár verið afturvendandi for­ síðusøga í Danmark, men nú kom hann eisini til Føroya ­ á ein hátt. Tað kom á allar forsíður í Dan­ mark, tá ið Peter Lundin gifti seg í fongsli í Danmark. Ein ung kvinna hevði sagt ja til deila lívið við fer­ faldað drápsmannin, til deyðin tey skilti. Og tá Sosialurin so prikaði hol á føroyska vinkulin av søguni, fór lavinan á rull í Føroyum eisini. Unga havnarkvinna Mariann Poulsen hevði í fleiri ár samskift við Peter Lundin, og ein dagin í fongslinum í Horsens gifti hon seg við drápsmanninum. Men áðrenn nakar kláraði at siga brúdleypskaka, hevði hon broytt hugsan um giftarmálið og vildi skiljast. Mariann steig eisini fram í miðlunum og greiddi frá hendingini. – Nú síggi eg, at eg havi verið í klørnum á einum ørum psykopati. Síðstu tíðina havi eg verið sum ein fluga í einum lokkaneti, ið eg ikki havi kunnað slitið meg leysa úr, segði Mariann Poulsen millum annað. Vil flyta til Føroya Peter Lundin hevði eftir øllum at døma fingið eitt gott inntrykk av Føroyum, tí nakað eftir skilnaðin frá Mariann Poulsen kom eitt bræv inn á redaktiónina hjá Sosialinum. Øll á redaktiónini spílaðu eyg­ uni upp, tá undirskriftin stóð greið. Brævið var frá Bjarne Skounborg/ Peter Lundin. ­ Jeg skriver til Sosialurin mht. at etablerer en dialog. Jeg ved jo ikke hvem der er den rigtige person/journalist til at skrive til, så jeg anmoder herved at Sosial­ urin kontakter mig. Jeg mener at jeg er blivet misforstået og derfor fortjener chancen til at forklare/ forsvare mig. Altså, når jeg bliver løsladt i nogle (få) år, så kan jeg jo ikke bare komme hjem til Færø­ erne (når alle er i mod mig!) ...jeg elsker Færøerne og det er mit nye hjem. Jeg håber vi kan etablerer en dialog MVH... Bjarne Skoun­ borg/Peter Lundin. Síðani er samskiftið millum blaði­ og Lundin steðgað, og einki hevur verið at hoyrt frá Peter Lundin aftur. Mariann Poulsen er skild frá honum og sigur seg hava tosað við hann fyri seinastu ferð. Vit hava øll tikið lut í stóru illusjónini. Tað hevur verið sum at liva í einum Hollywood filmi. Alt hevur verið blást upp, serliga í miðlunum, og politikararnir hava bara latið staðið til. Fríðrik Brekkum, íslendskur vinnulívsmaður Tað krevst ein góð porsjón av idealismu at reka eina slíka kristiliga sjónvarpsstøð sum Iktus. Men hesa idealismuna eiga vit, og vit íðin til brots í dag. Anja Hansen, programleiðarin á Iktus » » Føst í elevatori Ein sunnunátt í oktober fingu nøkur fólk, sum vóru farin í býin í Havn, eina øðrvísi uppliv­ ing. Tey vóru farin í elevatorin í Havnar Klubba, og elevatorin steðgaði. Sløkkiliðið varð boð­ sent at fáa fólkini úr elevatori­ num aftur. Í okkurt um tjúgu minuttir stóðu gestirnir fastir inni í elevatorinum, áðrenn eitt starvsfólk í Klubbanum fekk lat­ ið hurðina upp og hjálpti gest­ unum út aftur. Hetta varð áðr­ enn sløkkiliðið kom á staðið. Flóvir av Politistøðini Jan Poulsen, sum er formaður í Politistafelagnum, er sera harm­ ur um, hvussu viðurskiftini á landsins størstu politistøð eru. Viðurskiftini eru so galin, at arbeiðsfólkini skammast av tí. – Ofta fara fólk inn í garðin, har tey onki hava at gera, tí høvuðsinngongdin er so óinn­ bjóðandi, at mann følir seg kriminellan, um mann kemur inn tann vegin, fortelur Jan Poulsen, sum eisini heldur, at bygningurin sær meira út sum ein hernaðarleivd enn ein politi­ støð. Politiovastin sigur, at ábøtur eru á veg. Neyðugt við dómara Fíggjarheimurin hevur virk- að uttan nakrar avmarking- ar, og avleiðingarnar kosta nú milliardir av krónum, heldur Svend Auken, ein av royndastu politikarunum í Danmark, sum var á ferð í Føroyum. – Mín vón er, at vit koma styrkt út í hinum endanum - framvegis við einum fríum marknaði, men nógv meira skipaðum. Higartil hava vit spælt fótbólt uttan dómara, linjuverjar ella strikur á vøllinum, har tann mest harðrendi fór avstað við sigrinum. Framyvir skulu vit hava ein vøll, sum er greitt uppmerktur, við dóm- ara og linjuverjum, sum kunnu døma og geva gul og reyð kort, sigur Svend Auk- en við Sosialin. So fór gullið til EB/Streym Lundin droymir um Føroyar Brot og bitar úr árinum, ið fór