týsdagur 30. desember 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2008
Sosialurin
Í november vóru føroyingar á
kommuvalið, og sum vera
man var spenningurin stórur
um úrslitið. Kanska mest ser
merkta úrslitið var, at borgar
stjórin í Havn, Heðin Morten
sen, fekk heilar 2200 persón
ligar atkvøður. Hetta setti
hann í so sterka støðu, at
hann kundi halda sum borgar
stjóri, hóast aðrir møguleikar
vóru uppi og vendu.
Í Klaksvíkar var støðan ein
heilt onnur, tí har misti Stein
bjørn O. Jacobsen nógvar
atkvøður, og tað kostaði hon
um eisini borgarstjórasessin.
Nýggjur borgarstjóri verður
Gunvá við Keldu.
November
Obama broytti USA
Høvdu vit, tá fiskiskapurin minkaði, minka
talið av fólki á sjónum, og sett fleiri at
byggja hús. So høvdu vit ongantíð verið
komin í støðuna, sum hon er nú.
Kári Petersen, búskaparfrøðingur og løgtingsmaður
Hevði mann hugt at tímalønini, og hvussu
nógvar tímar eg arbeiði, hevði mann sæð, at
eg neyvan vinni meiri pening enn ein vanligur
arbeiðari, og tað meti eg ikki vera hóskandi.
Elin Heinesen, stjóri á SamVit
»
»
Landið
bjargaði
Norrønu
Smyril Line kom í slíkt ódnar
veður, at sagt varð, at um
landið ikki spýtti pengar í
felagið, fór tað á heysin og
Norrøna kom ongantíð aftur
til Føroya. ABClandsstýrið
gjørdi av at fara inn í Smyril
Line við almennum pengum,
hóast orðaskiftið var hart, og
nógvir serfrøðingar mæltu
harðliga frá at gera tað.
Úrslitið var, at landskassin
gjørdist høvuðspartaeigari í
Smyril Line, og felagið varð
bjargað undan húsagangi.
Formaðurin fyri Búskapar
ráðið, Jørn Astrup Hansen,
førdi fram, at landið við hesum
hevði tikið serliga ábyrgd á
seg og kemur at hefta fyri
framtíðar tap hjá Smyril Line.
Kreppan
vísir seg
Uppsagnir í stórum á fyritøkum
og á stovnum, fiskavirki í trupul
leikum, sethússølan kavar, bila
sølan næsta steðgar upp, og
fólk hava minni av pengum.
Fíggjarkreppan, sum gjørdist
ein búskaparkreppa hevur fing
ið avleiðingar fyri samfelag og
fólk. Búskaparfrøðingar rokna
við, at 2009 kann gerast eitt
trupult ár hjá bæði privatfólki,
fyritøkum og almennum mynd
ugleikum. Landsstýrið roynir
við stórum halli á fíggjarlógini
at uppviga eitt sindur fyri
niðurgongdini, sum annars er í
samfelagnum.
Grind er ikki
mannaføði
Tað kom næstan sum ein
skelkur, hóast onkur mundi
hava ein illgruna. Grind og
spik eru so dálkað, at tey
eiga ikki at verða brúkt
sum mannaføði. Tað var til
ráðingin frá landslæknan
um og granskaranum Pál
Weihe. Kyksilvur og onnur
evni gera tvøstið og spikið
so vandamikil fyri fólk, at
eingin eigur at smakka tað,
Heðin Mortensen í serflokki
- Er tað nakar, sum
framvegis ivast í, um
USA er landið, har
alt letur seg gera, so
hava tit svarið her,
segði Barrack Obama,
sum varð valdur til
nýggjan forseta í USA
Tann næsti forsetin í USA eit
ur Barrack Obama. Hann er 47
ára gamal, og hann er littur.
Hann vann ein sannførandi
sigur á John McCain á for
setavalinum í USA.
Er tað nakar, sum framveg
is ivast í, um USA er landið,
har alt letur seg gera, so hava
tit svarið her, segði Barrack
Obama í takkarrøðuni fyri
umleið
75.000
innbodnum
áhoyrarum í Grant Park í Chi
cago.
Hann ásannaði, at hann
hevur stórar avbjóðingar fyri
framman, og at gøtan fyri
framman er brøtt, nú USA er í
einari svárari støðu fíggjar
liga. Men hann vissaði sam
stundis áhoyrararnar um, at
hann hevur góðar vónir um, at
landið kemur burtur úr krepp
uni.
Yes, we can, svaraði
mannamúgvan við orðunum,
sum Obama sjálvur hevur
brúkt sum slagorð undir val
stríðnum.
Sjálvur vendi hann sær til
teirra, sum ikki høvdu atkvøtt
fyri sær og segði, at hann vil
eisini hoyra frá teimum, sama
hvør floksliturin er.
Sum vera man takkaði
Barrack Obama eisini konuni
Michelle fyri tann stuðul, sum
hon hevur veitt honum undir tí
langa valstríðnum.
Hon hevur verið mín besti
vinur tey seinastu 16 árini.
Hon er kletturin í húskinum
og verður næsta forsetafrúan
í USA, segði hann. Síðani
nevndi hann tær báðar døt
urnar, sum hann umrøddi sum
sínar eygnasteinar, og hann
skoytti uppí, at tær tær skulu
fáa ein hundahvølp við sær, tá
húskið flytir inn í Hvítu Húsini
Fólkaræðið sigraði
Millum tey, sum fegnaðu um
úrslitið á forsetavalinum, var
oddagreinaskrivarin í Sosial
inum.
Obama er tí sjálv ímyndin
uppá USA, sum landið, har
dreymar framvegis kunnu ger
ast veruleiki. Men hann er
eisini ímyndin um døkku síð
urnar í einum landi, har ójavni,
rasuskilnaður og samfelagslig
líkasæla
hava
eyðkent
gerandisdagin í øldir, skrivaði
Sosialurin í oddagrein dagin
eftir valið.
Ásannast má, at valsigur
Obamas hevur prógvað, at
demokrati USA hevur staðið
royndina, og at USA framvegis
virkar sum eitt sterkt og opið
fólkaræði, hóast hetta fólka
ræði ikki hevur havt tað so
gott sum ynskiligt er hesi sein
astu átta árini.
Nú verður Obama so for
seti, og vónirnar og forvænt
anin eru ómetaligar. Hann fer
ivaleyst at megna uppgávuna.
Hann hevur savnað bestu
heilarnar í USA rundan um
seg, álitið er stórt innan so
væl sum uttanlanda, so alt
bendir á ljósari tíðir fyri USA
og fyri allan heimin, skrivaði
Sosialurin.
Brot og bitar úr árinum, ið fór