Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2008 Sosialurin Sosialurin spurdi 10 mannfólk í aldrinum frá 20 til 54 ár, hvønn kvinnukropp teimum dámar best. Niðurstøðan var greið: Mannfólkini vilja hava kvinnur við bleytum formum. Ikki ov klænar og ikki ov tjúkkar, men fittliga formaðar, sum ein gittari. Spurdir hví, søgdu menninir fleiri ferðir at »hon hevur góð­ ar formar, akkurát passaligt millum miðju og reyv«. Eisini hildu teir, at »har er ikki for nógv og heldur ikki for lítið at taka í«. Desember Hassj víkir fyri ecstasy -tablettum, og heroin- og kokainbanar eru alt meira vanligir. – Tað er ein myta, at eingi stoffir eru í Føroyum. Vit hava onga hilling av, hvussu nógv stoffir eru her, sigur Beinta Joensen, fyrrverandi fyribyrgingarráðgevi Tað eru tey heilt hørðu rúsevnini, ið vinna frama millum ung í dag. Næmingar í framhaldsdeildunum í Føroyum hava í dag ta fatan, at tá tú roykir hassj, sniffar heroin ella kokain ella tekur tablettir, so hevur tú tamarhald á støðuni. - Tað vísti seg at slíkt sum tend- raragass og lím ræddust tey eitt sindur enn, men eg fekk eina hyll- ing av at rúsevnini, eisini tey heilt hørðu, eru allastaðni, greiðir Beinta Joensen frá. Beinta Joensen hevur verið fyri- byrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi. Í mars mánaði fór hon undir eitt upplýsingarátak, »Valið er títt«, har hon saman við dananum Christian Werlo, ið er fyrrverandi stikknarkomanur, vitjaði á skúlum og aðrastaðni, og upplýsti um rús- evni og rúsevnismisnýtslu. Tað var undir hesi verkætlan, at Beinta Joensen fekk eina hilling av, hvussu støðan er millum ung í Føroyum í dag, og má sigast at støðan ikki er tespilig. Hørð rúsevni allastaðni Tað vísti seg, at á øllum skúlunum, har hon vitjaði, kendu tey ungu til hørðu rúsevnini. Sum partur av verkætlanini »Valið er títt« vóru summir lutir brúktir, eitt nú eitt bókamerki, har nøkur ung sita við eitt borð og á borðinum liggja øll sløg av rúsevnum, frá alkohol til banar, tablettir og sproytur. Tað vísti seg so, at tey ungu kennast við øll rúsevnini. - Tað vísir seg at vera allastaðni. Í Suðuroy er TB-húsið eitt stað, har sterku rúsevnini veruliga trív- ast. Í Havn kennast tey eisini við alt, og banar av heroin ella kokain eru blivnir alt meira vanligir í Havn, samstundis sum tablettirnar, eitt nú ecstasy, eisini eru blivnar vanligar, greiðir Beinta Joensen frá. Allastaðni har hon vitjaði, vísti tað seg á sama hátt. - Tað er í Klaksvík, í Eysturoynni, í Suðuroy og í Havn. Hini støðini náddu vit ikki at vitja, men eg eri vís í at rúsevnini eisini eru har, sigur Beinta Joensen. Á ferðini fekk hon ta fatan, at hassj er blivið »ytt« millum ung í dag, og at tey fullkomiliga hava mist respektina fyri hassji. Sam- stundis er tað at sniffa heroin og kokain, umframt at taka tablettir alt meira vanligt, meðan sproyturnar enn bara hoyra festivalunum til. - Hetta er ræðandi, tí tað eru børn í 8.-, 9.- og 10.flokki. Tey eru børn í aldrinum 13 til 17 ár, og tey eru øgiliga tilvitaði um øll hesi rús- evnini, vísir Beinta Joensen á. Samstundis sum tað vísir seg at tey ungu verða alt meira von við at umgangast hørð rúsevni, hevur Fyribyrgingarráðið lagt seg eftir dellunum og á sigarettirnar. - Tað undrar meg at tey ikki geva rúsevnunum gætur. Tað hev- ur eydnast væl hjá Fyribyrgingar- ráðnum við royking og feitti, men tað átti at verið flutt fokus, áðrenn hetta veruliga verður ein stórur trupulleiki, tí tað er ein trupulleiki, sigur Beinta Joensen. Nógv hørð rúsevni millum ung Føroysk ungfólk kenna til hørðu rúsevnini, sum finnast kring alt landið Í prinsippinum eri eg deyður. Men tað er eisini í lagi, tí eg havi upplivað tað, eg skal. Eg eri 55 ár og havi ein blett á lunganum, so tað er ivasamt, hvussu langa tíð, eg havi eftir. Satt at siga er tað ein lætti at sleppa undan hesi ævigu jagstranina eftir vindinum. Umsíðir er friður at skriva. Jóannes Nielsen, rithøvundur Tað er púra rætt, at tað er syrgiligt, at tað er neyðugt at frámæla fólki at eta grind. Hetta er ein partur av okkara samleika, okkara siðaarvi og ein gamal siður, og tí føla bæði Landslæknin og eg ein sting í hjartað av at ásanna, at hetta er neyðugt. Pál Weihe, granskari » » Tey gomlu misnøgd Pensiónistar gjørdu rættiliga vart við seg, tá ið løgtingið við- gjørdi trý uppskot, sum fingu avleiðingar fyri pensjóninstar. Serliga var misnøgd um, at almenni stuðulin til dagtilhald- ini, har hundraðtals pensiónist- ar vitja, skuldu skerast burtur. – Í góðum tíðum verður lítið gjørt fyri at betra um okkar umstøður, og tá tíðirnar gerast verri, standa pensiónistarnir fyrst fyri, tá sparast skal, sigur Niclas Akraberg Poulsen, for- maður í landsfelagnum hjá pensiónistum. Legendan uppsøgd Millum fólkini, sum vórðu søgd úr starvi í Kringvarpnum beint fyri jól, var Jógvan Arge, sum í 40 ár hevur verið ein ímynd av føroyskum útvarpi. Hann ætlar sær tó ikki at lata sær lynda við at verða uppsagdur og hev- ur beitt advokat á Kringvarpið. Eisini onnur kend nøvn við drúgvum royndum vóru søgd upp. Teirra millum Ove Olsen, Ragnar C. Joensen og Ben Baldvinsson. Seta børn í vanda Fremsti stríðsmaðurin ímóti føroyska grindadrápinum er eirindaleysur í sínum við­ merkingum, nú mælt verður frá at eta grind og spik. Paul Watson sigur so­ leiðis við Sosialin: ­ Føroyingar hava offrað heilsuna hjá sínum børnum fyri at halda fast um barbar­ iska grindadrápið, sum ikki eigur at bera til í okkara tíð. Um føroyingar halda fram at eta grind, so mugu teir verða skítbýttir. Eingin fer at eta eitur, uttan tú ynskir at doyggja. Vilja hava rundar damur Brot og bitar úr árinum, ið fór