Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mars 2000síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 – 4. mars 2000 15 Pólfari við Føroya- sambandi PÓLFARI. Um dagarnar frættist, at heimskendi pólfarin, Sir Ranulf Fiennes, hevði verið fyri óhappi á eini ferð til Norðpólin. Fyri sjey árum síðani rak ein onnur søga um Ranulf Fiennes og hansara ævintýrupp á land í urðini heima á Sandi 56 ára gamli Sir Ranulf Fiennes verður mettur sum heimsins mætasti núlivandi pólfari. Men sjálvt tann mest royndi ævintýrarin má lúta viðhvørt. Eina viku eftir, at hann fór undir tann 1100 kilometrar langa teinin úr Kanda til Norðpólin, mátti hann geva skarvin yvir. Hann fekk frostskaða í hondina, tá ið hann royndi at bjarga tveimum sleðum, ið vóru farnar niður ígjøgnum ísin. Eftir at hava mist útgerðina og eftir at eldur var komin í tjaldið gekk Fiennes aftur til høvuðsleguna, sum lá12 kilometrar burturi. Haðani var tann skaddi pólfarin tikin upp og flogin á sjúkrahús í Kanada Raktur av óhappi Ein roynd at ganga einsamallur til Norðpólin miseydnaðist. Eldur kom í tjaldið og Ranulf Fiennes fekk frostskaða í hendurnar. Sir Ranulf Fiennes á odda fyri The British North Pole Expedition, sum í 1977 strandaði 150 fjóðringar frá Norðpólinum. Gomlu pólfararnir Charles Burton (t.v.) og Oliver Shephard vóru bilsnir, tá teir sluppu at síggja tíðarhylkið aftur, sum teir 16 ár framman- undan høvdu grivið niður í ísin við Norðpólin. Ranulf Fiennes var á veg til Suðurpólin tá hendan myndin var tikin Dánjal Højgaard 56 ár gamli bretin var óheppin, tá ið hann skuldi ganga einsamallur til Norðpólin. Hann fekk frostbit í hendurnar og mátti flytast á sjúkrahús í Kanada. Kanska ringdi onkur klokka, tá ið tíðindini um Ranulf Fiennes bórust í Útvarpinum. Tí tann royndi bretski ævintýrarin hevur nevniliga eitt løgið samband við Føroya. Løgin reki Ein illveðursdag fyri sjey árum síðani skolaði bók- staviliga ein onnur søga um Ranulf Fiennes og hansara brøgd upp á land heima á Sandi. Ein kaldan vetrardag tíðiliga í 1993, fann ein heimasandsmaður ein sjáldsaman reka. Ein reka, sum líktist mest einum avlongdum fruktblikki. Í blikkinum lógu ymisk skjøl, sum søgdu søguna um tann løgna rekan. Talan var um eitt sokallað tíðarhylki, sum nakrir bretskir ævintýrarar høvdu grivið niður í ísin skamt frá Norðpólinum í 1977. Hetta var gjørt til minnis um, at tað vóru liðin 20 ár síðani, at farið varð undir regluliga ferðafólkaflúgving millum Evropa og Fjareystur - tvørtur um Norðpólin. Flogfelagið SAS hevði latið pólfarunum hylkið. SAS var sponsorur hjá bretska ferðalagnum, hvørs leiðari kallaðist Sir Ranulf Fiennes. Í National Geographic Stutt eftir hendingina heima á Sandi var Útvarpið í London og hitti tveir av monnunum, sum vóru við á pólferðini í 1977. Bilsnir vóru teir, tá ið teir sóu tíðarhylkið aftur eftir so mong ár. Útvarpið gjørdi nakrar sendingar um sjáldsama rekan og norðpólsferðina hjá Ranulf Fiennes og hansara monnum í 1977. Eisini heimkenska tíðarritið National Geografic fekk frænir av søguni, og skrivaði eina grein um tann løgna rekan á Sandi. Norðspólsferðin hjá Sir Ranulf Fiennes í 1977 var ikki serliga væleydnað. Teir komu bert gott og væl hálva leiðina fram. Sjálvur hevur Fiennes kortini gjørt mangar aðrar væleydnaðar ferðir – bæði á Suðurpól- inum og Norðpólinum. Einsamallur og saman við øðrum. 14 Nr. 45 – 4. mars 2000 Tíðindablaðið Sosialurin. Postadressa: Postboks 19, 110 Tórshavn. Telefon: 311820. Telefax: 314720. Email til 2’aran: eydun@sosialurin.fo. Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller. Blaðstjórn: Eyðun Klakstein. Layout og uppseting: Tíðindablaðið Sosialurin. Arnfinnur Thomassen, studentaskúlalærari Ein gamal vinmaður, Karl Nolsøe, sáli, segði einaferð eina søgu um gentu í Vági, sum skuldi norður eftir at giftast. Vágbingar mannaðu bát at fara norður eftir við einum tarvi. Men veðrið var so ringt, at gentan hættaði sær ikki at fara við. Fleiri mánaðir seinri vóru líkindi - men tá var norðanmaðurin longu giftur! Gentan fór av vitinum og gekk og læt: „Hví fór jeg ikki, tá íð tarvurin fór“ til sín doyggjandi dag! Sama søga rennur mær í hug, nú „undirmálastýrini“ í Havn eru ósamd um, hvør hevur ábyrgdina av sein- asta føroyska tarvinum. Gríma hevur kanska brúk fyri hesum AMATØRUM! Á flatlondum flentu okur at „tarvinum hjá barni- num“! Tað eitur á donskum „barnets tarv“! Men hvussu við tarvinum hjá suðuroyingum? Hvørja einastu ferð, at ein nýggjur fulltrúi verður settur í Havn, er hetta einki annað enn sosialhjálp til Miðstaðarøkið! Skattaprosentið lækkar, húsaprísurin fer á flog - og hesin vælsignaði búskapur kemur upp á kók! (Sum ikki einaferð!) Men tað man vera sum, tá ið kellingin pissaði í sokkarnar! Stokkutur varmi! Støðugt fleiri suðuroyingar eru farnir at halda, at okur høvdu klárað okkum nógv betur uttan Norðanfjørðs- veldið! Ein fólkaatkvøða kundi givið okkum rættin til ríki- dømið á sunnanfjørðsleiðum! ST-samtyktin - um rættin hjá fólki til sjálvi at avgera lagnu sína - er væl eisini galdandi fyri oyggjar? Hví ger Útvarpið ikki eina kanning av, hvat suður- oyingar halda um skilið!? Eina meiningakanning? Tað átti at verið rúm ímillum „reyðkál og bíligar WC- rullur í Runavík“!!! Men støðan í Tjetjnia og í Eysturríki hevur størri týdning enn støðan í Suðuroy! Suðuroyar Sjúkrahús liggur í skeljasori - takkað verið Helenu, sum skuldi hava sín vilja! Hon varð bangað uppá pláss í Klaksvík og í Havn! Men í Suðuroy - har hon og sjarmørurin hava nakrar fáar atkvøður - har fekk hon sín vilja! Vágbingar vistu hvønn veg tað bar, tá ið post- verksstjórin var settur! Okur kenna mannin aftur, sum á sinni var sendur suður á flakavirkið í Vági at koyra fólk til hús! Landstýrismaðurin hevur eisini hótt við - um Verkið ikki verður privatiserað - at geva stjóranum „neyðugu boðini“! Skjótt verður hornið á bláum botni farið í søguna! Føroyski tarvurin er um at doyggja út! Skal Suðuroyggin fara sama veg, sum tarvurin!? So SMS-Varpið kann spæla skotska seyðasangin: „Hello, Dolly“? Og landbúnaðarálitið aftur skal verða: „Molly“ (Langa Lív?) Og nýføroyski tarvasangurin av Royndarstøðini: „Hello, Bully“? Og Carlsbergbjórið, sum bjarga skal gamla býling- inum í Koltri? Gakk og stikk av! - Hví fór jeg ikki, tá ið tarvurin fór!? Hví fór jeg ikki tá íð tarvurin fór Rýmdu eisini í 1945 ÚR TINGINUM. Tað vakti ans, tá andstøðuflokkarnir á tingi herfyri rýmdu úr tingsalinum aðalorðaskifti var um Caragata - álitið. Líknandi hending fór eisini fram í 1945 John Johannessen Áðrenn døgurða 16. febr- uar í ár hendi tann løgna hending, at andstøðan rýmdi úr tingsalinum. Andstøðan rýmdi, tí hon metti ikki, at grundarlag var at halda eitt aðalorða- skifti um frágreiðing frá landsstýrismanninum í vinnumálum um gagnlig- astu fíggjar- og lógar- karmar til at fremja bú- skaparvøkstur og økja íløgurnar í Føroyum — tað sonevnda Caragata álitið. Andstøðan hevði nevni- liga ta sannføring, at tá eitt mál kemur frá landsstýri- num í tingið til aðalorða- skiftis, so er tað politikkur samgongunnar, ið er til aðalorðaskiftis. Men fram- søgurøða Tjóðveldisfloks- ins bendi á alt annað, enn semju í samgonguni. Klandur um krónuna Hósdagin 23. august 1945 klokkan ellivu fyrrapartin hendi líknandi hending. Tá rýmdi størsti flokkurin á tingi, Fólkaflokkurin, úr tingsalinum við øllum sínum tinglimum. Hetta hendi tá løgtings- formaðurin, Thorstein Petersen, hevði lisið upp eitt bræv, ið allir tinglimir Fólkafloksins høvdu skriv- að undir. Í hesum brævi søgdu tingmenn Fólka- floksins, at sjálvt um danski staturin kom at hava ávísar útreiðslur av, at rokna føroysku krónuna við upp í danskan krónu- kurs í Stórabretlandi, so kom hetta seinni at geva dønum inntøkur. Málið, ið var á dags- skránni, var nevniliga, um føroyingar skuldu hava felags gjaldoyra og felags kurs við danir. Brævið gav boð um, at eingin avgerð skuldi takast í gjaldoyraspurninginum fyrr enn málið um málið um, hvør ráddi í oyggju- num var avgreitt. Dimmalætting frá 25. august veit at siga, at Thorstein Petersen av- gjørdur las víðari, at Fólkaflokkurin ikki vildi luttaka í nøkrum samráð- ingum, men, at hann held- ur ikki vildi tveita frá sær sín avgerðarrætt. Tá Thorstein Petersen var liðugur at lesa, gav hann boð um, at nú fór Fólkaflokkurin úr tingsali- num. Og so fór sjálvur formaðurin á tí høga tingi, Thorstein Petersen, av- gjørdur út úr tingsalinum. Eftir honum fygdu allir hinir ellivu tinglimir Fólkafloksins. Fundurin helt fram Tingsalurin var nú heldur tómligur. Eftir stótu bert teir átta tinglimir Sam- bandsfloksins og teir fimm tinglimir Javnaðarfloksins. Tingið kundi tó kortini halda fram. Tá Fólka- flokkurin var farin út ting- salinum, tók næstformaður tingsins, Kristian Djur- huus úr Sambandsflokki- num formanssessin. Hann harmaðist um, at formað- urin hevði fingið forfall og bað tingið um at sleppa at útseta fundin fyribils. Klokkan tólv varð ting- fundur aftur settur. Sama mál var á dagsskránni, og eftir stuttar framsøgurøður frá Peturi Mohr Dam og Kristiani Djurhuus varð gjørt av at beita málið í nevnd. Skapti øsing Eins og andstøðan fekk nógvar ákoyringar fyri at hava rýmt frá tingfundi- num herfyri, fekk Fólka- flokkurin eisini nógvar ákoyringar fyri at teir rýmdu úr tingsalinum hendan summardagin í 1945. Ákoyringarnar móti Fólkaflokkinum í 1945 kunnu av røttum sigast at vera heldur grovari enn ákoyringanar í 2000. Javn- aðarflokkurin, ið saman við Sambandsflokkinum rýmdi av tingi, tá aðal- orðaskifti varð hildið um Caragata áltið, er ógvuliga hvassorðaður í Føroya Sosialdemokrati eftir hendingina. Undir yvirskriftini »Kaos« skrivar ein, ið kallar seg Flóki, millum annað: »Hvussu verður skilið, um aðrir flokkar í framtíðini fara at gera tað sama, sum Fólkaflokkurin gjørdi í august 1945? Eftir hesum at døma mugu menn hava fullan rætt til at rýma undir tingsetu, tá ið okkurt gongur teimum ímóti. Ella eisini siga seg hava rætt til at krevja Tingið slitið, nýtt val út- skrivað upp á vissar spurn- ingar og føra fram, at eitt sitandi Ting hevur ikki fólksins álit, nýtt Ting, nýggir menn skulu velj- ast.« Føroya Sosialdemo- kratur kallar hendingina fyri ein tann størsta kvøkkin, politiskir menn hava givið føroyingum, tá ein heilur flokkur rýmdi av tingi, legi verk sítt frá sær, ið fólkið hevði litið teimum upp í hendi, fór til húsa heim og lat okkara gamla Ting, sum vit hóast alla misskiljing og alt klandur, hava kent okkum erpin av, sita eftir við hálvari manning. Høvundurin heldur, at ringast av øllum má tykj- ast, at tað var Tingsins kosni formaður, ið fór við monnum sínum. Formað- urin á bátinum, ið slepti róðrinum og bað allar leggja árar inn og bara lata reka…