leygardagur 4. mars 2000síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 – 4. mars 2000
17
gjørdi við Landsstýrið. Og har
stendur í, at eg skuldi gjøgnum-
ganga miðfyrisitingina«, sigur
Finn Norman Christensen.
Ov lítil kunning
Nógv av arbeiðinum hjá Finni
Norman Christensen varð gjørt í
loyndum, sigur Jóannes Eides-
gaard.
Tað vóru fleiri, sum undraðust
á, at so lítið frættist frá verkætl-
anini. Til tess svaraði løgmaður,
at maðurin skuldi hava arbeiðs-
frið. Hann skuldi finna út av,
hvussu føroysk fyrisiting virkaði
og síðan koma við uppskoti til
broytingar.
Finn Norman Christensen er
ósamdur við teir politikarar, sum
siga, at teir onga kunning hava
fingið. Hann sigur at hann hevði
ein fund við umboð fyri politisku
flokkarnar, har teir vórðu kunnaðir
um tað, sum hendi. Men tað er
greitt, at tað var uppgávan hjá
Landsstýrinum at kunna víðari.
Hann metti ikki, at tað var nakað,
hann hevði ávirkan á.
Hann hevði gjørt eitt uppskot,
sum hann hevði latið Landsstýri-
num, og so mátti Landsstýrið um,
hvat gjørt varð við tað. Men hann
hevði eisini kunnað aðrar vegir.
Og serliga Løgtingið var kunnað.
Fundur hevði verið við allar floks-
formenninar. Og eisini varð til-
farið givið út og latið bókasøvnu-
num. So tað var rættiliga alment
atkomiligt, vísir Finn Norman
Christensen á.
Til tær atfinningar, sum komu
aftan á frá millum øðrum politik-
arum, sum høvdu sitið í lands-
stýrinum, sigur hann, at hann lat
frá sær tað, hann varð biðin um.
»At
føroyskir
politikarar
seinni hava skift fatan, er so teirra
trupuleiki og ikki mín«, sigur Finn
Norman Christensen.
Løgtingið uttanfyri
Tað hoyrast fótafet í trappuni í
móttøkuni í Tinganesi. Har kemur
ein rundur maður, hvítklæddur við
upprullaðum ermum, niður gjøgn-
um tær breiðu trappurnar. Í hond-
ini hevur hann eitl skjalabunti.
Ovasti knappur á teirri myrkabláu
skjúrtuni er opin, og slipsið
hongur eftir løgg.
Han steðgar ikki á, men sigur
í tí, hann fer framvið:
»Ná, ert tú her. Hasin fundurin
gjørdist drúgvari enn ætlað. Kom
inn her. Tað larmar so illa úti á
skrivstovuni hjá mær sjálvum.
Handverkarar, sært tú.«
Anfinn Kallsberg, løgmaður,
hevur verið leingi í politikki og er
við tíðini vorðin ein roynd rotta í
fakinum. Tá Finn Norman Christ-
ensen gjørdi sínar bygnaðar-
broytingar, var Anfinn Kallsberg
í andstøðu í Løgtinginum og um-
boðaði Fólkaflokkin í Fíggjar-
nevndini.
Og Anfinn Kallsberg leggur
avgjørdur dent á, at andstøðan av-
gjørt einki sum helst fekk at vita
um tað, sum fór fram. Har kom
eitt einsamalt skjal til fíggjar-
nevndina, meðan hann var limur.
Umsóknin varð aftursend, tí sam-
svar var ikki millum tað, søkt varð
um, og tær útreiðslur, sum upp-
settar vóru.
Finn Norman Christensen sig-
ur, at hann helt avgjørt einki dult
fyri nøkrum. Men hann helt seg
ikki hava nakra ábyrgd fyri Løg-
tinginum, tí tað var Landsstýrið,
sum hevði sett hann í starv.
»Eg síggi soleiðis upp á tað,
heilt greitt, at eg havi fingið eina
uppgávu frá Landsstýrinum. Og
so haldi eg, at víðari gongdin eigur
at verða stýrd av Landsstýrinum.
Tað eru teir, sum hava biðið um
hetta, og teir fáa eina vøru. Og so
mugu teir avgera, hvat teir vilja
við henni.«
Reið á fleiri hestum
Finn Norman Christensen var
aðalstjóri í Tinganesi, samstundis
sum hann var verkætlanarleiðari
fyri bygnaðarbroytingunum. Sum
aðalstjóri arbeiddi hann sum eitt
slag av ráðharraskrivara hjá løg-
manni. Og tað er greitt, at tað var
ein ógvuliga stór uppgáva, við-
gongur hann.
Hann sigur, at eftir at hava
verið har nakrar mánaðar, fekk
hann tosað við løgmann um at seta
ein løgmansskrivara, tí tað tók ov
nógva tíð at røkja tvey størv sam-
stundis. Og tí varð eisini ein løg-
mansskrivari settur, sigur Finn
Norman Christensen.
Tað var í eini ófriðaligari tíð,
alt hetta gekk fyri seg, sigur An-
finn Kallsberg, løgmaður. Hann er
sannførdur um, at Finn Norman
Christensen brúkti nógv meira tíð
upp á at vera skrivstovustjóri hjá
táverandi løgmanni, Edmundi
Joensen, enn at arbeiða við bygn-
aðarbroytingunum, hóast tað
skuldi vera høvuðsuppgáva hans-
ara.
Finn Norman Christensen sig-
ur, at hann í byrjanin nýtti umleið
tríggjar fjórðingar av av síni tíð
til bygnaðarbroytingarnar. Sum
fráleið vaks hesin parturin, og at
enda arbeiddi hann burturav við
hesum, sigur hann.
Men Edmund Joensen, fyrr-
verandi løgmaður, sigur, at tað var
ein treyt fyri at kunna fullføra
bygnaðarbroytingarnar, at hann
samstundis var aðalstjóri.
Anfinn Kallsberg er ikki
samdur við Edmundi Joensen í,
at tann milliónin, Finn Norman
Christensen fekk fyri sítt arbeiði,
er best latna milliónin í føroyskari
fyrisiting.
»Tað má standa fyri hansara
egnu rokning«, heldur Anfinn
Kallsberg turrisliga fyri.
Afturlatið land
Finn Norman Christensen helt
kortini tætt at kroppinum. So tætt,
at bara hann sjálvur og makkarin,
Edmund Joensen, kendu tey.
Jóannes Eidesgaard, sum eftir
løgtingsvalið í 1994 var vorðin
fíggjarmálaráðharri, sigur, at pol-
itikararnir avgjørt einki fingu at
vita. Og sum fíggjarmálaráðharri
var hann ógvuliga ónøgdur við, at
hann einki fekk at vita um, hvørjar
til
dømis
fíggjarligu
av-
leiðingarnar av bygnaðarbroyting-
unum fóru at verða.
Hann fær stuðul frá Peturi Al-
berg Lamhauge, aðalstjóra í Fíggj-
armálastýrinum.
»Mín politiski leiðari, Jóannes
Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri,
tosaði opið og erliga um tingini«,
greiðir Petur Alberg Lamhauge
frá. »Trupuleikin var bara, at hann
fekk einki at vita. Í summum før-
um visti hann minni, enn vit
vistu«, sigur hann. »Tað hendi
fleiri ferðir, at eg segði honum
ymiskt, sum eg hevði fingið at
vita, men sum hann als einki visti
um.«
Petur Alberg Lamhauge sigur,
at Finn Norman Christensen ar-
beiddi mestsum loyniligt og ógvu-
liga tætt saman við Edmundi Joen-
sen. Og tað var ein vanlukka, at
tann arbeiðshátturin varð valdur,
sigur hann.
Han metir, at tað hevði verið
betri at sett ein arbeiðsbólk við
limum úr øllum samgonguflokk-
unum. Og allarbest, um allir
flokkar í Løgtinginum vóru um-
boðaðir.
Tað kundi verið nógv betri, um
støðið var breiðari. Á tann hátt
hevði verið meira politisk góð-
kenning í staðin fyri, at tað bara
var ein flokkur, sum stýrdi øllum,
sigur Petur Alberg Lamhauge. Og
tí var heldur eingin, sum vildi
kennast við úrslitið. Tað var bara
Sambandsflokkurin, sum stóð aft-
an fyri verkætlanina.
Og tað endurspeglast eisini í
dag. Tað er eingin, sum vil viður-
kenna sær Finn Norman Christ-
ensen, sigur Petur Alberg Lam-
hauge.
»Við einum einstøkum undan-
taki«, leggur hann aftrat.
Føroyskir
politikarar
halda, at Finn
Norman
Christensen
arbeiddi í
duldum við
bygnaðar-
broytingum í
umsitingini
Bæði Jóannes Eidesgaard og
Anfinn Kallsberg lótu
ávaringarnar frá embætis-
monnunum fara afturvið,
uttan at gera eftir teimum
16
Nr. 45 – 4. mars 2000
Edvard Joensen
Tað skortar avgjørt ikki upp á at-
finningar at bygnaðarbroytingu-
num, sum broyttu alla ta føroysku
miðfyrisitingina í 1996. Atfinn-
ingarnar eru, at tað var ov nógv
loynivirksemi. Og tær koma bæði
frá embætismonnum og politik-
arum, hóast tað vóru hesir seinni
nevndu, sum settu broytingarnar í
verk.
Men Finn Norman Christen-
sen vísir atfinningunum frá sær
við teirri viðmerking, at hevði
hann loyvt fleiri at verið við, varð
verkætlanin ongantíð liðug.
Ein av politikarunum, sum
hevur funnist mest at bygnaðar-
broytingunum, er formaðurin í
Javnaðarflokkinum,
Jóannes
Eidesgaard. Og tað hóast, ella
kanska júst tí, at hann var vara-
løgmaður í landsstýrinum, sum
byrjaði arbeiðið við at broyta fyri-
sitingina.
Jóannes Eidesgaard situr á
fundi saman við tingmanning
Javnaðarfloksins. Tey viðgera eitt
stórmál. Men hann metir tó, at tað
eisini hevur týdning at tosa um
miðfyrisitingina, so vit fara inn í
eitt minni rúm við síðuna av Javn-
aðarhølunum á Gamla Apoteki.
Jóannes Eidesgaard greiðir frá,
meðan hann kemur við tveimum
kaffikoppum, at fyri løgtingsvalið
í 1994 vóru nógvir politikarar,
sum førdu seg fram uppá, at tað
var ov lítið skil í fyrisitingini, og
at nú mátti hesin trupuleikin loys-
ast.
Og partar av atfinningunum
vóru avgjørt rættir, sigur Jóannes
Eidesgaard. Tað vóru øki, sum
ikki virkaðu nóg væl, og partar av
fyrisitingini vóru ov veikir. Fyri-
sitingin megnaði til dømis ikki at
tæna politikarunum við teirri
neyðugu breiddini undan eini pol-
itiskari avgerð.
Nógvar av atfinningunum und-
an valinum í 1994 vóru, at tað var
ov lætt bara at vaða beint inn til
landsstýrismannin og síðan sita
tveireinir har og avtala fíggjarligar
játtanir til bæði eitt og annað.
Hetta varð sagt at vera ein orsøk
til, at so nógvir pengar vórðu
brúktir í áttatiárunum, og at tað
endaði galið í nítiárunum, greiðir
Jóannes Eidesgaard frá, meðan
pípuroykurin fyllir lítla rúmið.
Eisini frágreiðingarnar frá
landsgrannskoðaranum umrøddu
sama trupuleikan, so tað hekk
líkasum í luftini, at okkurt álvars-
ligt skuldi gerast við hendan trup-
uleikan í miðfyrisitingini.
Broytingarnar byrja
Sjálvur gjørdist Jóannes Eides-
gaard fyrstu ferð landsstýrismaður
í 1991. Arbeiðsmarknaðarmála-
ráðharri og Almanna-og Heilsu-
málaráðharri. Tvey sera tung øki,
sigur hann. Fyrisitingin, hann
hevði, var ein fulltrúi og ein skriv-
ari, sum bara arbeiddi hálva tíð.
So hjá honum var eingin ivi um,
at fyrisitingin skuldi styrkjast.
Høvuðsorsøkin til, at gongd
kom á málið í 1995, var nýggja
stýrisskipanarlógin, har skift varð
frá kollegialum stýri til lands-
stýrismannaábyrgd. Og skuldu vit
hava landstýrismannaábyrgd, var
eingin ivi um, at fyrisitingin skuldi
styrkjast, tí politikararnir høvdu
ongan sum helst møguleika at
klára seg við teirri fyrisiting, sum
var. Spurningurin var bara, hvussu
hetta skuldi gerast.
Og hví tað júst gjørdist Finn
Norman Christensen, sum skuldi
gera arbeiða, dugir Jóannes Eid-
esgaard enn dagin í dag ikki at
siga. Og um hann nakrantíð fær
tað at vita, mugu gudarnir vita,
leggur hann aftrat.
Tað, sum hendi, var, at Ed-
mund Joensen, táverandi løgmað-
ur, kallaði inn til landsstýrisfund,
har hann kunnaði um, at nú var
ætlanin at seta hendan mannin
sum samskipara í samband við tær
bygnaðarbroytingar, sum skuldu
gerast í fyrisitingini. Sagt varð,
hvør maðurin var, hvørjar royndir
Loynivirksemi
LOYNILIGT. Bæði føroyskir embætismenn og politikarar finnast harðliga
at Finni Norman Christensen fyri at hava arbeitt loyniliga við bygnaðar-
broytingunum í føroysku meginfyrisitingini. Sjálvur sigur hann, at tað var
hann noyddur til, um verkætlanini yvirhøvur skuldi verða liðug
hann hevði, og hvaðani hann kom.
Og har var bert eitt navn á borði-
num, sigur Jóannes Eidesgaard, so
møguleikar fyri samanberingum
vóru eingir. Heldur ikki kom nakr-
antíð nakar skrivligur arbeiðs-
setnigur fyri, hvat maðurin skuldi
gera, sigur Jóannes Eidesgaard.
»Tað er rætt, at maðurin
ongantíð hevði nakran skrivaðan
arbeiðssetning at halda seg til«,
sigur Edmund Joensen, sum setti
Finn Norman Christensen í starv.
Politisku
myndugleikarnir
høvdu sjálvandi gjørt av, hvat vit
vildu hava, greiðir Edmund Joen-
sen frá. Men uppgávan var við
vilja ikki løgd føst framman-
undan, júst fyri at finna eina loysn,
sum kundi lagast eftir okkara lítla
samfelag og fáa fram teir fyri-
munir, sum lógu í tí. Sum til dømis
at sleppa undan dupultari fyri-
siting.
Men Finn Norman Christen-
sen heldur sjálvur, at hann hevði
ein heilt greiðan arbeiðssetning.
»Arbeiðssetningurin er skriv-
aður niður í tann sáttmálan, eg