leygardagur 4. mars 2000síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Orð: Dánjal Højgaard
Myndir: Jens Kr. Vang
Teir eru diplomatar í politi-
búna.
Lógin skal handhevjast,
men samstundis ræður um,
at fáa gerandisdagin at glíða.
Í Vágum eru seks politistar í
fullum starvi settir at ansa
eftir gott og væl 2.500 fólk-
um. Borgarar og politi skulu
liva í sama lítla samfelag.
Teir kenna hvønn annan. Eru
í familju. Og hetta setur heilt
serlig krøv til bygdarpolitist-
in.
Á politistøðini í Miðvági
situr Reðin Leonsson, virk-
andi sýslumaður í Vágum.
Reðin Leonsson er sørvingur
og hevur arbeitt sum politist-
ur í Vágum síðani 1989. Áðr-
enn tað var hann politistur í
Havn eini 20 ár.
Diplomatarnir
Hvør er munurin ímillum at
vera politistur úti á bygd og
í einum býi?
– Munurin er, at tú noyðist at
viga hvørt einasta mál. Sjálv-
andi hava vit okkara reglu-
gerðir – lógir og kunngerðir
– sum vit skulu fylgja. Men
tað ber ikki til bara at vera
paragraffryttari úti á bygd.
– Eitt mál, sum hevði givið
bót í Havn, tað klára vit
tey eisini hava politistar, sum
eru lagaligir.
Men er tað so ikki ein trupul-
leiki, um tann næsti politist-
urin er vágamaður og letur
onnur sleppa undan sama
lógarbroti?
– Tað verður kanska tosað
um tað. Tað er møguligt. Men
vit
handla
sum
sagt
indvidivuelt.
Er tað ikki lætt at koma at
gera mismun, tá ið metingin
hjá tí einstaka politistinum
verður løgd sum grund?
– Nei, vit eru so mikið fáir
her á støðini og vita alla
tíðina av hvørjum øðrum. Vit
hava støðfund minst eina ferð
um mánaðin, har vit tosa um
tingini.
Hóast
vit
eru
individuellir, so hava vit eina
linju at ganga eftir kortini.
Býta um mál
Er viðgerðin hjá politinum í
Vágum líka óheft og góð sum
á størri støðum?
– Tað er hon heilt vist. Eg
havi ongantíð í míni tíð sum
politistur í Vágum fingið
nakra kæru um, at viðgerðin
av borgarunum ikki hevur
verið heilt í tráð við reglurnar.
Tað búgva bert 2.600 fólk í
Vágum. Er tað ikki trupult at
taka óheftar avgerðir, tí tú
antin ert í familju við ella
kennir flestu fólkini, sum tú
ert settur at hava eftirlit við?
– Tað kann vera. Men tað er
lættari í dag nú vit eru seks
mans, og so eru tað ikki tær
somu familjurnar, tað gongur
út yvir. Eisini eru tað so fá
mál, har vit mugu taka penn-
in fram og ikki klára tað við
eini ávaring ella einum práti.
Í 70-unum ringdu tey tíðliga
og seint um alt millum
himmal og jørð. Hønurnar
hjá grannanum gingu inni á
teirra stykki og hundurin hjá
teimum goyði um náttina. Í
dag eru tað næstan bara við-
urskifti av týdningi, tey
venda sær til okkara um. So-
vorðið sum ferðsluóhapp og
rúsdrekkakoyring. Vanligt
politiarbeiði.
Fyri nøkrum árum síðani
noyddist ein politistur í
Vágum at handtaka sítt egna
barn fyri rúsdrekkakoyring.
Kunnu krøvini til bygdapol-
itistin, um at hann skal vera
óheftur, ikki gerast órímiliga
stór?
– Jú, tað er púra vist. Men
allir borgarar hava krav um
somu viðferð. Hvat ið
politistarnir hava gjørt, tá teir
hava verið einsamallir, veit
eg ikki. Men í dag eru altíð
tveir politistar úti í senn, so
har er eingin bøn. Í døminum,
tú sipar til, var viðkomandi
eisini tikin.
– Tað hevði verið heilt
óhugsandi ikki at skriva
viðkomandi. Tað hevði tað
verið á hvørs mans munni
næsta dagin, at nú var sonur
ella dóttir handan politistin
sloppin væl frá rúsdrekka-
koyring. Hann hevði slett ikki
kunnað virkað sum politistur
eftir tað.
Verður nakað gjørt fyri at
sleppa undan, at politistarnir
koma í tvístøðu av sínum ar-
beiði?
– Vit eru seks mans og kunnu
ikki gera annað enn býta um
mál, so at tú sleppur undan
at viðgerða t.d. títt egna barn.
Havi eg vakt og vit fáa eitt
mál, har onkur í míni familju
er uppi í leikinum, so fái eg
onkran av starvsfeløgunum at
taka málið fyri meg. Tað
kann vera í øllum sløgum av
málum – líka frá húsaófriði
til innbrot og stuldur. Tað er
pínligt at sita yvirfyri beiggja
tínum ella einum systkina-
barni og ákæra hann fyri
stuldur. So vit hava eina still-
tigandi avtalu okkara millum,
Ein spurningur um javnvág
– Hugburðurin er broyttur.
Bæði hjá politinum og
borgarunum.
Tað
heldur
Reðin
Leonsson, sum hevur verið
politistur í Føroyum í eini
30 ár.
– Tað er blivið nógv
lættari at hava við fólk at
gera. Fólk eru betri upp-
lýst. Tey vita, at tey vera
revsaði, um tey traðka við
síðuna av. Tað skiltu tey
ikki fyrr í tíðini. Tá var tað
mett sum forfylging, um
tey fingu eina bót, sigur
Leonsson
– Tað er nógv betri sam-
band millum politiið og
borgararnar. Í dag hava
fólk hava lættari við at tosa
við politistin sum vanligt
menniska.
Men sambært virkandi
sýslumanninum
hevur
politiið eisini skift stíl tey
seinastu 30 árini. Teir eru
vorðnir mildari við árun-
um.
– Eg minnist frá mær
sjálvum, tá eg kom heim
til Føroya. Tá var mann
munnliga her hjá okkum.
Viðkomandi fær heldur eina
ávaring enn eina bót. Vit
skriva sjáldan bøtur fyri
skeiva parkering og steðgi-
forboð.
– Lógin sigur so mangt. Tú
mást til dømis ikki ganga og
mala fullur úti á vegnum –
tað sigur politiviðtøkan. Men
vit geva ikki fólki bót fyri tað
um tey ganga full á vegum.
Heldur ikki um tey skrála eitt
sindur. Í staðin plaga vit at
biða tey um at skikka sær
ordiligt. Tað vinna vit við í
longdini.
– Tað handlar um at fáa
samfelagið at koyra, so at vit
øll fáa verið her. Hóast onkur
traðkar eitt sindur við síðuna
av, so skal hann eisini kunna
vera her.
Tað sært tú ongan trupulleika
við?
– Tú fært ongan fyrimun av
at skriva eina bót fyri tað um
ein maður syngur úti á vegn-
um. Hann syngur bara aftur
dagin eftir. So hevur tað størri
ávirkan, um tú roynir at tosa
hann til rættis í einum gemyt-
ligum tóna.
– Tað er ein balansukunstur
at vera politistur úti á bygd. Í
Havn skrivar tú allar bøtur,
sum skrivast kunnu og so
gloymir tú alt um tað. Tað er
munin lættari. Tað er bara
tað, at tú skalt kunna vera
millum fólkið, sum býr her.
Hvat hevði hent, um tit ikki
vóru lagaligir?
– So fáa vit eina konfrontati-
ón. Dømi eru um, at fólk hava
brotið inn á politistøðina her
vesturi og tvær ferðir hava
tey sorla alt sundur. Kanska
tí, at vit hava verið ov
harðligir. Tí hava vit vent tí á
og roynt at verið meira
lagaligir. Og tað hevur víst
seg at geva bonus. Vit hava
lært, at tað kemst longur við
verðinsmeistari.
Hevði
hvølju á kroppinum. Tað
var bara kæft-tritt- og retn-
ing. Tað fyrsta var orðið,
annað var slagið. Soleiðis
vóru nógvir politistar tá.
Tað var í størri mun tole-
rerað tá, at politistar nýttu
harðskap. Men tann tíðin
er farin. Tess eldri tú verð-
ur í tænastuni tess meira
verður tú greiðir yvir, at
tú ikki ert nakar verðins-
meistari, sigur Leonsson,
sum heldur, at teir yngru
politistarnir eru av einum
heilt øðrum skúla.
– Teir ungu menninir í
dag verða øðrvísi skúlaðir
enn vit vóru. Teir eru
meira varnir, tí at tað eru
fleiri dømi um at politistar
hava mist arbeiði orsakað
av umstøðum, sum vit
eldru vildu kalla bagatell-
ir. Í dag verður hildið gott
eyga við hvat politistar
gera. Nú eru nevndir sum
viðgerða kærur um poli-
tiið. Soleiðis var tað ikki
fyrr í tíðini.
Politistarnir
eru blotnaðir
Sambandið millum politiið og borgar-
arnar er vorið nógv betrið við árun-
um. Politistarnir eru vorðnir mjúkari
og borgararnir betri upplýstir, heldur
virkandi sýslumaðurin í Vágum
BYGDARPOLITI. Tað snýr seg um at finna
javnvág millum lógina og gerandislívið. Ar-
beiðið setir heilt serlig krøv, tá ið tú kennir
flestu borgararnar og kanska noyðist at hand-
taka títt egna barn. Sosialurin hevur tosað við
Reðin Leonsson, virkandi sýslumann í Vágum
um balansukunstin hjá politinum á bygd
diplomatinum enn við penn-
inum.
Mildni valdast
Kann bygdapolitisturin ikki
lættliga koma í ta støðu, at
hann sær millum fingrarnar
við lógini í sínum royndum at
fáa alt at glíða?
– Nei, tað ger tað ikki. Tí alt
sum hevur týdning verður
skrivað. Vit síggja ikki mill-
um fingrarnar við rúsdrekka-
koyring. Har er eingin bøn.
–Vit hava dømi um polit-
istar, ið koma uttanífrá og
skriva bøtur fyri alt og øll,
sum lógin gevur teimum rætt
til. Kanska er tað eisini í lagi,
at teir koma higar og – eg vil
ikki siga fyri at rudda upp –
men skriva bøtur fyri t.d.
skeiva parkering og steðgi-
forboð. So vita fólk, at vit
síggja ikki bara millum fingr-
arnar við øllum. Hinvegin
kunnu tey vera glað fyri, at
Virkandi sýslumaðurin í Vágum,
balanserar við Miðvági í baksýni
um at yvirtaka málini frá
hvørjum øðrum, tá ið tað
verður ov nær.
– Síðstu fimm árini hava
vit altíð havt fremmandar
politistar her vesturi og tað
lættir sjálvandi um í ein ávís-
an mun. Verður tað ov nær,
plaga vit at nýta eina av teim-
um fremmandu monnunum.
Vilja ikki vitna
Fyri nøkrum árum síðani varð
ein maður skotin niður á
ferjuleguni í Lorvík. Í tí
sambandi kom fram, at poli-
tiið fekk ikki nóg góða hjálp
frá lorvíkingum í uppkláring-
ini. Er hetta nakað tú kennir
aftur: At fólk velja tøgnina
fyri friðin skyld?
– Jú, hatta er meira generelt
úti á bygd enn í Havn. Kortini
er tað altíð onkur sum kemur
við nøkrum tipsum, sum
gera, at málið verður uppklár-
að, hóast fólk ikki vilja stíga
fram sjálvi.
– Tað hevði helst verið
sama tilfellið hjá okkum.
Mann skal jú liva víðari í
hesum lítla samfelagnum. Og
spurningurin, fólk seta, er: Er
tað prísin vert, at leggja seg
út í eitt tílíkt mál. Tað má
mann gera upp við seg sjálv-
an, og tað hava tey væl eisini
gjørt í Lorvík.
Fær politiið í Vágum ta hjálp
frá borgarunum, sum tað
hevur brúk fyri?
– Nei, tað vil eg ikki siga.
Tað hendir meira enn so, at
fólk boða okkum frá – t.d.
rúsdrekkakoyring. Men tey
vilja ikki vitna í málinum, og
so hava vit einki mál.
Hvat merkir tað fyri kanning-
ararbeiðið hjá politinum?
– Tað merkir, at vit fáa slett
ikki reist málið. Kanska
ringja tey og boða frá, at tey
hava sæð onkran koyra skít.
Tá vit fáa hendur á bilførar-
anum er hann kanska stadd-
ur heima við hús og pástend-
ur, at hann fór ikki at drekka
fyrr enn eftir at hann var
komin til hús. Er einki vitni
– ja, so fellur málið burtur.
– Tað kemur eisini fyri í
málum um ov mikla ferð.
Tann, sum koyrir ov skjótt
sigur seg bert hava koyrt 40
km/t. Vit fáa einki gjørt, tí
vitnið, sum sá hann koyra
120 km/t, ikki vil stíga fram.
So bilførarin sleppur órevs-
aður.
Í seinastuni eru fleiri mál um
barnamisnýtslu komin fyri
rættin. Er tað eisini í slíkum
málum, at fólk ikki vilja
heingja hvønn annan út?
– Vit sleppa heldur ikki und-
an slíkum málum, tíverri.
Men hesi mál eru so mikið
grov, at har rokni eg ikki við,
at fólk halda seg aftur. Í teim-
um málum, vit hava havt við
at gjørt, hevur tað so ikki
verið nakar trupulleiki at
fingið fólk at úttala seg, tá ið
málið fyrst er komið fram.
– Í hesum føri meti eg, at
vandin er næstan líka stórur í
Havn, sum heldur ikki er
nakað stórt samfelag, tá ið tað
kemur til pínlig mál sum
hesi.
Bygdarmenn bestir
Hálvt sjeynda politistarv er í
Vágum. Tríggir politistar
búgva fast í oynni. Hinir eru
➧59 ára gamal. Ættaður og búsitandi í
Sørvági.
➧Politistur í Havn, 1970-1989. Í Vág-
um í 1970 og aftur síðani 1989 og til
dagin í dag. Røkir fyribils starvið sum
sýslumaður í Vágum.
SAMRØÐA
REÐIN LEONSSON
útstationeraðir úr Havn í
styttri og longri tíð. Tað
gongur illa at fáa avbygda-
mennirnar at støðast í Vág-
um, og hetta heldur Regin
Leonsson vera ein trupul-
leika.
Tí sambært virkandi sýslu-
manninum er tað best, at pol-
itistarnir eru staðkendir.
– Vit hava gingið í lívsins
skúla. Tað er eingin serút-
búgving fyri bygdapolitistar.
Hann, sum kemur higar at
arbeiða, má royna at stinga
fingurin í jørðina fyrst. Sam-
stundis fær hann so eina
ábending frá okkum um,
hvussu vit plaga at arbeiða.
– Eg vil siga, at tann besti
skúlin er, at mennirnir eru frá
bygdunum sjálvir. Tá eg var
liðugur á politiskúlanum
vildi eg sleppa út á bygd at
arbeiða. Men tað bar ikki til,
tí at eg var bygdarmaður.
Men eg vil siga, at tað er tann
besti skúlin. Vit, sum eru úr
økinum, kenna tankagongd-
ina hjá teimum, sum koma í
kløtur við lógina. Teirra upp-
vøkstur og teirra familju. Og
tað er lættari at koma inn á
ein persón, tá ið tú kennir
hansara fortíð. Mínar royndir
vísa, at tað gongur best, tá ið
fólkið kennir politistarnar.
’’
»Tú fært einki burturúr at skriva ein bót
fyri tað um ein maður syngur úti á vegnum.
Hann syngur bara aftur dagin eftir.«
’’
»Fólk boða frá, men tey
vilja ikki vitna. Og so hava
vit einki mál.«
’’
»Tú skalt kunna vera mill-
um fólkið sum býr her«
Grafikkur Sosialurin