leygardagur 4. mars 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 45 – 4. mars 2000
Edvard Joensen
Tað kemur fyri, at prestur eisini
hevur tørv á at lætta egnan treða.
Tað ger hann við at venda sær til
Harran og eisini ofta við góðum
stuðli frá starvsfeløgunum, sigur
komandi fuglafjarðarpresturin
Uni Næs.
Úr prestagarðinum á Miðals-
brekku í Vestmanna, har Uni
Næs hevur verið prestur seinastu
átta árini, sita vit við búgvið
borð og njóta blíðskapin hjá
presti saman við frálíka útsýni-
num yvir Vestmanna.
»Babba! Kom og hjálp mær
í kavadraktina«, verður rópt úr
kjallaranum, og prestur reisist
og er burtur eina løtu. Tað var
yngsta dóttirin, sum skal út at
spæla í kavanum.
Og neyvan hevur prestur sett
seg aftur, so ringir telefonin.
Onkur er, sum vil ynskja til-
lukku við nýggja starvinum.
Meðan vit sita, kemur
prestafrúan, Emily, inn. Hon
hevur verið til arbeiðis í Havn.
Pedagogur á Sankta Josefs
Barnagarði. Hjá nonnunum, sum
tað vanliga verður nevnt.
Uni Næs er føddur í Vági
tann 13. februar 1957 og búði
har tey fyrstu níggju árini av lívi
sínum. Tá pápin, Johannes And-
reas Næs, varð settur í starv sum
landsskúlaráðgevi, flutti familjan
til Havnar.
Hetta var eitt av teimum
stóru umskiftunum í lívinum,
minnist Uni. Í Havn gekk hann
so í barnaskúla, real- og stud-
entaskúla. Eftir lokið students-
prógv var Uni Næs vikarur á
Eysturskúlanum skúlaárið 1977-
1978.
Uni las guðfrøði í Århus eitt
ár og kom so aftur til Føroya,
har hann helt fram á Fróðskapar-
setrinum í tvey ár.
Á Fróðskaparsetrinum las
hann saman við fleiri floksfeløg-
um úr tí sonevnda »Prestaflokki-
num« úr Hoydølum. Har vóru
umframt Una sjálvan Heri Joen-
sen, prestur í Havn, Jógvan Fríð-
riksson, prestur á Gjaranesi og
Ólavur Rasmussen, prestur í
Hvalba.
Á Fróðskaparsetrinum var
eisini Armgarð Arge, sum nú
arbeiðir í Útvarpi Føroya um-
framt adventistaprestin, Anders
E. Nielsen, greiðir Uni frá.
Í 1981 fór Uni Næs aftur til
Danmarkar at lesa og tók teolog-
iskt embætisprógv í 1986.
Í 1983 giftist hann Emily
Johansen av Strondum og helt
eitt sonevnt sabbatsár frá lesnað-
inum í 1984-1985.
Hann var tó ikki heilt
óvirkin kortini. Hesa tíðina nýtti
hann til at savna tilfar til høv-
uðsuppgávuna, sum var í tveim-
um pørtum, greiðir farandi Vest-
mannaprestur frá. Evnini vóru
økomenisk teologi, um føroyskt
kirkjulív í nýggjari tíð og møgu-
leikar fyri samstarvi millum
kirkjur og trúarbólkar. Hin part-
urin var um Heimamissiónina
sum rørslu og virksemi hennara
frá 1904 til 1985, greiðir Uni
Næs frá.
Uni Næs var prestur í Suður-
streymoyar prestagjaldi í 1988,
meðan Kjartan Mørkøre, sóknar-
prestur, var í farloyvi.
Síðan fekk hann ein gransk-
ingarstyrk og var eitt ár á Fróð-
skaparsetrinum, til hann gjørdist
skrivari í KFUM. Hetta starv
røkti hann, til hann tók við sum
prestur í Vestmanna tann 1. mars
1992.
Maðurin Uni
Frítíð og arbeiði eru ring at
skilja sundur hjá presti, heldur
Uni Næs. Tó er tað soleiðis, at
hann hevur ein fastan frídag um
PRESTUR. Tá harðliga leikar á í lívinum, verður ofta farið til prest at fáa
hjálp og troyst. Men prestar eru eisini menniskju og hava sum øll onnur av
og á brúk fyri stuðli, sigur nýggi fuglafjarðapresturin, Uni Næs
Presti nýtist eisini stuðul
vikuna. Hendan dagin plagar
hann ofta at fara av bygdini at
avgreiða ymiskt, sum gerast
skal. Tó er ikki so, at farið verð-
ur hvørja ferð, sigur hann. Og
heima dámar honum at putlast
við ymiskt húsligt, sum hond
skal takast í.
Prestur sigur, at hann roynir
at fylgja við tí, sum hendir í
bygdini. Bæði á sjógvi og landi.
So eru tað børnini, sum eru
við í ymiskum so sum ítrótti, og
tað verður fylgt væl við teimum,
sigur Uni. Bæði í frítíðini, og
hvussu gongst teimum í skúla-
num.
Uni Næs er kendur innan
skótarørsluna, har hann hevur
verið virkin grønur skóti. Okkurt
smávegis hevur verið gjørt við
skótar í Vestmanna, sigur hann,
men harmast um, at tað gekst
ikki so væl sum ætlað. Eisini
hevur Uni Næs verið nevndar-
limur í Skótahjálpini.
Av øðrum, hann hevur tikist
við í frítíðini, nevnir Uni Næs,
prestur, at hann hevur verið við
til at givið Kristiligt Ungmanna-
blað út. Hann kom upp í hetta
arbeiðið, meðan hann var
KFUM skrivari í Havn. Í dag er
hann blaðstjóri á blaðnum. Hann
tók við sum blaðstjóri fyri trim-
um árum síðani eftir Jákup
Reinert Hansen, sóknarprest í
Sandoyar prestagjaldi.
Eisini er Uni Næs, prestur,
virkin í Heimamissiónini. Hann
er formaður í stýrinum fyri
missiónshúsið í Vestmanna.
Annars er prestur, sum vest-
manningar allir, VÍF viðhalds-
maður. Og tað kemur meira enn
so fyri, at hann er í ítróttarhøll-
ini og hyggur at hondbólti. Men
tá StÍF vitjar í Vestmanna, er
skjótt at koma í tvístøðu, heldur
hann. Tí strandingurin í konuni
fornoktar seg ikki, so har skal
ein balansugongd til at fáa alt at
ganga upp.
Uni uggar seg við, at tá tey
nú flyta til Fuglafjarðar, verður
tað eitt sindur lættari í so máta.
Tá verður tað helst meira legalt
at halda við eysturoyarliðnum av
Strondum.
Uni Næs sigur, at familja frá
fyrsta degi hevur kent seg væl í
Vestmanna. Og Emily leggur
aftrat, at tað var veruliga fløv-
andi at kenna ta hjartaligu mót-
tøkuna, tey fingu, tá tey fluttu til
bygdar. Fyrsta dagin var húsið
fult at blíðum vestmenningum,
sum buðu vælkomin, og tey
hava kent seg væl alla tíðina,
siga bæði.
Mynd: Jens Kr. Vang
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 45 - 4. mars 2000
Nr. 45 – 4. mars 2000
21
Uni Næs;
Føddur í Vági tann
13 februar 1957.
Giftur við Emily f. Johansen
av Strondum.
Tey eiga fýra børn:
Fríða er 14 ára gomul
Lív er 11 ára gomul
Bárður er 7 ára gamal
Vár er 4 ára gomul.
Uni Næs tók teologiskt
embætisprógv í 1986.
Prestur í Havn 1988.
Prestur í Vestmanna frá 1992
til 2000.
Prestur í Fuglafirði 2000 -.
Og prestur hevur eisini verið
við í ymiskum, sum vestmenn-
ingar hava tikist við. Til dømis,
greiðir Uni frá, hevur hann tvær
ferðir verið í Skorunum við
vestmenningum. Tað hevur ikki
staðið á at sleppa við, um hann
ynskti tað, og eisini hevur hann
fingið at vita, at hann bara
skuldi siga til, um okkurt var,
sum hann vildi vera við til.
Prestur hevur eisini verið til
skips við Vesturbúgvanum. Tað
var á ólavsøku í 1998, at hann
var við ein gulllaksatúr. Hann
lurtaði eftirólavsøkuprædikuni
hjá Andreasi Andreasen, hval-
biarpresti, meðan togað var í ein
útsynning úr oyggjunum.
Uni Næs leggur aftrat við
einum smíli, at Vesturbúgvin
hevði gjørt ein góðan túr, túrin
undan. Á veg inn høvdu teir
eisini rakt við gulllaks. So nú
prestur var komin aftrat mann-
ingini, hildu teir, at hetta fór at
verða ársins túrur. Men so varð
ikki, smílist prestur, uttan at
túrurin tó miseydnaðist kortini.
Uni Næs sigur, at hann ong-
antíð hevur verð sjómaður, so
hetta kom væl við, og honum
dámdi stak væl.
Uni hevur hvørki bát ella
seyð, sum fleiri av starvsfeløg-
um hansara hava. Hann plagar tó
at royna at vera framvið, tá eitt
nú verfaðirin skal fletta um
heystið, sigur hann.
Stór upplivilsi
Slíkir tilburðir geva ríkar løtur,
sigur Uni hugsunarsamur. Tað
er gott at koma í samband við
fólk, og ógvuliga neyðugt er tað
eisini, heldur hann. Tað er
ymiskt, hvussu alt fellur í lag.
Til dømis var gulllaksatúrurin
við Vesturbúgvanum avtalaður í
eini konfirmatión, har hann
soleiðis hissini nevndi, at tað
kundi verið stuttligt at sloppið
at roynt tað. Har sat ein skipari,
sum tók hann upp á orðið.
Men eisini í sjálvum presta-
gerninginum eru minni, sum
hann fer at goyma altíð, sigur
hann. Bæði um lættar og tungar
hendingar.
Ein hending, sum hann altíð
fer at minnast aftur á, er ein
jarðarferð í Gásadali. Tað var
ein slík hátíðarlig og stórbær
løta, sigur Uni, at hon verður
standandi í minninum.
Maður var deyður í Gásadali.
Hann hevði sjálvur ynskt at
verða jarðaður í kirkjugarðinum
har uppi. Uni Næs, sum eisini
røkir hálvt prestastarv í Vágum,
varð biðin um at hava jarðar-
ferðina.
Í Gásadali fara kirkjuligar
hendingar fram í skúlanum. Væl
av fólki var komið til Gásadals
hendan sjáldsama fagra summ-
ardagin, minnist Uni. Ikki rúmt-
ist alt fólkið í skúlanum, so
vindeyguni vórðu latin upp, so
øll kundu fylgja við.
Tað var ein sjáldsom kensla
at standa har til eina jarðarferð
við øllum natúrunnar ljóðum
blandaðum uppí, sigur Uni Næs.
Hann minnist tað sum nakað
hugnaligt, at ein kálvur stóð og
beljaði stutt haðani, meðan
prestur talaði yvir børuni.
Síðan varð farið í kirkju-
garðin, og tað festi seg rættiliga
í sinnið at hoyra sálmasangin
ekkóa aftur úr fjøllunum. Av
sonnum ein hugtakandi løta, har
ein kendi seg rættiliga nær
skapanarverkinum, minnist Uni
Næs, prestur.
Góðir starvsfelagar
Uni Næs er prestur í Norð-
streymoyar- og Vága presta-
gjaldi við bústaði í Vestmanna.
At hann er prestur í báðum
støðum ger, at hann røkir tað
prestagjaldið, sum víðast er um
at fara. Úr Mykinesi til Tjørnu-
víkar og Saksunar. 13 kirkjur
umframt skúlan í Gásadali. So
tað krevur ávís evni til at sam-
starva, tí tað eru tríggir aðrir
prestar í hesum báðum presta-
gjøldunum. Tveir í Norðstreymi
og ein í Vágum.
– Men tað hevur gingið ó-
føra væl, sigur Uni Næs. Starvs-
felagarnir hava verið óguliga
lagaligir at arbeitt saman við.
Tað er soleiðis hjá presti, at
ofta verður heitt á hann, tá eitt
nú vanlukkur henda. Prestur er
eisini eitt menniskja við øllum
teimum kenslum, sum eitt
menniskja hevur. Og tað kann
eisini fyllast hjá presti, tá hann
skal taka í móti frá øðrum. Tá er
tað gott at hava hjálpsamar
starvsfelagar, sum bjóða sær til
at lætta um, sigur Uni Næs.
Eins og hann hevur haft sera
gott samstarv við starvsfelag-
arnar í fólkakirkjuni, ynskir Uni
Næs eisini eitt gott samstarv við
aðrar trúarbólkar og fríkirkjur í
Føroyum.
Øll eru saman um sama
boðskapin, men tað manglar
avgjørt ein dialogur millum
hesar bólkarnar, heldur Uni.
At tað ber til at samstarva er
1.000 ára haldið fyri kristni-
tøkuna í Føroyum tó eitt gott
dømi um.
Nú Uni Næs fer í starv sum
prestur í Fuglafirði, ynskir hann
at leggja dent á, at tað avgjørt
ikki er tí, at honum ikki dámar í
Vestmanna.
Tvørtur í móti hevur øll
familjan kent seg sera væl í
Vestmanna, og tey hava altíð
verið væl móttikin. Tey hava alt
gott at bera vestmenningum.
Tað er ein broyting at flyta.
Serliga hjá teimum eldru børnu-
num, sum nú skulu skifta skúla.
Hinvegin er tað ivaleyst sunt
bæði hjá presti og kirkjuliði, at
skift verður av og á, heldur Uni
Næs. Báðir partar treingja heilt
natúrliga til endurnýggingar.
Uni Næs saman við dóttrini
Vár, sum er fýra ár gomul.
Mynd: Jens Kr. Vang
Uni Næs, konan Emily
og sonurin Bárður.
Mynd: Jens Kr. Vang
23
22