týsdagur 30. desember 2008síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hetta er ein
einastandandi
frásøgn hjá einum
indianskum
høvdinga í Kanada.
Í dag livir hann,
sum indianarar
liva í dag, í einum
framkomnum
samfelag. Men
hann kann greiða
okkum frá síni
upprunamentan,
sum vit onnur lítið
og einki vita um
FerðaFrásøgn
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Tveir av teimum nógvu føroy
ingum, sum hava verið góð um
boð fyri Føroyar úti í heimi, eru
hjúnini Jytte, ættað úr Kollafirði,
og Anfinn Mikkelsen, ættaður úr
Lorvík, men við foreldrum úr
Gøtu.
Fyrstu ferð eg kom í samband
við ættina var í 1994, tá ið eg
luttók í einum altjóða fiskivinnu
fundi í Kanada. Tá vísti tað seg,
at eg var fermenningur við eitt av
canadisku umboðunum, og vit
vóru ættaðir úr sama túni í
Norðragøtu. So lítil kann verðin
vera. Hetta var Jón sonur teirra.
Jytte og Annfinnur komu sum
ung til Kanada, har tey búsettust
í Kitimat, sum liggur á vestur
strondini á Kanada nakað mitt
ímillum markið til USA og
Alaska. Her kom Anfinn at
arbeiða sum verkfrøðingur á eini
aluminiumsverksmiðju, har hann
gjørdist ein av fremstu leiðarun
um.
Vit komu at hava samskifti
okkara millum, og í 2003 lá tað
so væl fyri, at eg kundi fara at
vitja Jytte og Anfinn í Kitimat í
einar tveir dagar. Hetta var ein
minnilig vitjan, har Annfinn nýtti
tíðina væl og virðiliga at vísa
mær økið. Millum annað vóru vit
í fiskivinnubýnum Prince
Rupert. Tað vóru fleiri áhuga
verdar frásagnir í FFblaðnum
frá hesi ferðini.
Tað mest forkunnuga var tó
møguleikin at kunna seg um
indianska umhvørvið í hesum
øki. Her vóru vit á vitjan í Kita
maat, sum lá hinumegin fjørðin.
Frástøðan var einar 1015 km.
Annfinn hevði dugað væl at fáa
sær samband við indiansku
upprunafólkini, og hetta kom
eisini mær til góðar á hesi
ferðini.
Bert í British Columbia, vest
asta landspartinum í Kanada,
búgva 54 indianarastammur og
nógvar tosa hvør sítt mál.
Indianararnir eru nú savnaðir í
serligar eindir, og Kitamaat er
ein teirra. Her búgva 23.000
fólk, og nógv verður gjørt fyri at
varðveita teirra serligu eyðkenni.
Í býnum búgva tvær stammur,
hvørs mál eru so ymisk sum
danskt og føroyskt. Men knípur
verður farið til enskt, sum øll
duga. Hetta skapar so eisini tann
trupulleika, at yngru ættarliðini
tíma illa at læra seg fedranna
mál, tá ið tey klára seg eins væl
uttan. Ein annar trupulleiki er
eisini, at einki skriftmál er enn,
men arbeitt verður við tí.
Indianararnir hava ymisk rætt
indini fram um “hvítu” fólkini,
millum annað tá talan er um
veiðurrættindi.
Vit fingu høvi til at vitja ein
kendan indianskan listarmann
Sammy Robertson. Hann er so
víðagitin, at kundar koma við
privarflogfari at keypa hansara
list. Hann er føddur í Kitamat og
hevur dugað væl at sita undir, tá
ið tey gomlu hava greitt frá.
Hann fór tí undir at umskapa
gamlar sagnir til list. Hetta dugur
hann væl sum onkur av mynd
unum í hesi grein eisini vísir.
Anfinn letur annars væl at
indianarunum sum arbeiðsfólk.
Varð víst teimum álit, vísti tey
álit aftur. Jón, sonur Anfinn,
segði, at teir ofta eisini høvdu
serligt hegni at fáast við teldur.
Vitjan hjá indianara
høvdingi
Í Kitamaat hittu vit báðir Anfinn
eisini ein av teimum leiðandi hjá
indianarunum, tann um 80 ára
gamla James Robertson. Hansara
heiti millum hansara fólk er ”the
elder” og kann í okkara mál
nýtslu týðast til høvding. Hetta
er eitt heiti, sum er arvað, og
sum tí ikki gevur beinleiðis vald.
Men tað skapar virðing og tign,
og her er talan um mann við
nógvum og drúgvum lívsroynd
um. Og at James føldi ábyrgd
sæst av, at hann javnan tók til
”my people”, “mítt fólk,” táið
hann greiddi frá.
Tað var eitt serligt upplivilsi at
práta við ein slíkan persón, hvørs
uppruni er so sera nógv øðrvísi
enn okkara.
Tað fyrsta sum James gjørdi,
var at vísa okkum sína indianara
drakt. Tað týdningarmesta er,
hvussu hon sær út aftani frá. Her
er mynd av mastrahvali (killer
whale), og hetta merkir, at James
hoyrir til ”mastrahval–klanina” í
indianarasamanhangi. Framman
fyri á draktini var eitt tekn, sum
vísti, hvussu maðurin eitur.
Indianaranavnið hjá James er
”Wachmaldam”, sum merkir: ”
Maðurin, ið hevur virðing fyri
djórunum, og sum hevur evni til
at samskifta vit tey,” og tað var
júst hetta sum var tað mest
sermerkta við James.
Frammanfyri á draktini var
eisini tekn, sum ímyndaði ein
frosk, og vísti hetta, at fyri
indianararnar var froskurin eitt
týdningarmikið djór, sum eisini
kundi hjálpa teimum at verja teir
móti komandi vandum.
James Robertson er av Kitlope
ættarfólkinum. Staðið liggur í
botninum á einum fjørði einar 60
fjórðingar sunnanfyri Kitimat.
Tey vóru eini 200 fólk, sum búðu
her. Men fyri umleið 50 árum
síðani, varð ættin flutt til Kiti
mat, har ”Haisla” ein onnur
indianaraætt býr. Orsøkin til
flytingina man hava verið tann
sama, sum í Grønlandi. Landið
er so stórt, at tað ber illa til at
hava nøkur fá fólk búgvandi so
oyðið, sum her var talan um.
Tískil hava hesar ”Haisla” og
”Kitlope” ættirnar búð saman í
nógv ár. Fólkið skilir hvørt
annað, og ger hetta samskiftið
millum ættirnar so mikið lættari.
Kitlope umhvørvið
Fyrst er at siga, at indianarar
hava búð á hesum økjum í eini 8
12.000 ár, so tað er ikki av ong
um, at almenna heitið á indianar
um í Kanada er ”First Nation
People”.
Kitlope skógarøkið er rættuliga
stórt, umleið 3.000 ferkilometrar
ella gott tvær ferðir allar Føroyar.
Økið er náttúruvakurt við millum
øðrum stórum fossum og tí 10
km langa Kitlope vatninum, har
tað er ein hópur av kópi og ríkum
djóra og plantulívi. Men serliga
er nógvur skógur her, og hildið
verður, at trøini eru upp til 800
ára gomul.
Økið er mett av náttúrufrøð
ingum at vera tann størsta ur
skógin av hesum slag í heimin
um, sum framvegis er varðveitt
óspilt av mannahond. Tískil er
hetta økið sera virðismikið fyri
náttúrufrøðingar úr ymsum
londum, sum koma higar at
granska djóra og plantulívið.
Vegna serligu umstøðurnar,
kunnu tær stóru grizzly bjarnir
nar liva her. Tað hevur seinastu
árini verið roynt í samstarvi við
UNESCO at fáa økið friðað sum
náttúrupark, sum skal varðveitast
ónomið. Tískil er økið eitt sera
væl umtókt mál fyri ferðafólk,
har tey kunnu síggja hesa stór
slignu, óspiltu náttúruna.
At tað eydnaðist fáa fáa Kilope
friðað, er ein áhugaverd søga.
Ein av teimum stóru timbur
fyritøkunum í Kanada, West
Fraser, hevði fingið loyvi frá
myndugleikunum til at fáa sær
timburvinnu í økinum. Hetta er
ein vinna, sum er sera oyðandi
fyri umhvørvið. Tískil fór ein
rørsla í gongd, hetta var í 1980
unum, sum vildi varðveita økið
órørt. Tað sjáldsama hendi, at
fyritøkan sjálvboðin segði rættin
frá sær til virksemi og tað enntá
Indianarahøvdingi tosar
Jytte og Anfinn framman fyri teirra hús í Kitimat
Sammy Robertson
við einum
totempela, hann
hevur teglt
38
Nr. 249 - 30. desember 2008