týsdagur 30. desember 2008síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
uttan at fáa nakað endurgjald.
Tað er annars gjørdur ein
filmur um Kitlope, har James
Robertson medvirkar, og har
hann fegnast um at hansara
“barndómsdalur” verður
varðveittur fyri eftirtíðina.
Mentan og laksur
Tað, sum James hevði bestan hug
at greiða frá, var um sína upp
runamentan heima í Kitlope. Tað
er óneyðugt at siga, at tað ikki er
á hvørjum degi, at slíkt er
føroyingi ella føroyskum blaði
beskorið, so vit vildu fegin frætta
so nógv, sum tíðin loyvdi tí. Og
tað sum vit ikki náddu á staðnum
útvegaði Anfinn Mikkelsen
seinni.
Hann kennir serliga væl James,
og hesin kennskapur kemur nú
okkara lesarum til góðar.
Laksur hevði ein sera stóran
týdning fyri fólkið á leiðini. Fyri
indianarar var hann, umframt
føði, ein týðandi partur av teirra
mentan. James greiddi fyrst frá
um ”the first salmon”, t.v.s.
fyrsta laksin í árinum, sum
kemur niðan í áirnar. Laksurin er
ein sera týdningarmikil føðikelda
hjá indianarum, kanska nakað
sum grindin hjá okkum. Tí var
tað ein serlig hátíð, tá ið laksurin
kom á fyrsta sinni á árinum. Tí
skuldi laksurin eisini móttakast
við teirri tign, hann hevði uppi
borið.
Millum annað skuldu tey ungu
við “first salmon” nýta høvi at
læra at hagreiða laksin, og hetta
hevði jú avgerandi týdning fyri
tey ungu at duga sum frá leið.
Tað fyrsta, sum varð gjørt í
samband við komuna av laksin
um, var at takka tann himmalska
skaparan fyri, at laksurin var
afturkomin. Høvdingurin bað
síðan eina bøn í hvørja ætt: Til
himmalska faðirin í eystri, til
sonin í suðuri, til heilaga andan í
vestri og til umhvørvið, ella
Móður Náttúru, í norðri.
Táið hetta var gjørt, varð vatn
ið ella áin roknað at vera reinsað,
og laksurin kundi ótarnaður fara
tann seinasta teinin, tveir fjórð
ingar, niðan í Kitlopevatnið at
gýta.
Hetta var eisini nakað sum
lønti seg aftur. James segði frá
abba sínum Gordon, at laksurin
takkaði abba hansara fyri, at
ferðin hjá honum harvið gjørdist
lættari. Sum kunnugt doyr
laksurin eftir, at hann hevur gýtt.
Men frásøgnin er, at laksurin fyri
hjálpina lovaði at “tit skulu fáa
okkara kroppar afturfyri”. Teir
kundu so koma fólkinum til
nyttu.
Strong revsing fyri
bannaða veiðu
Skipað varð eisini fyri vælkomst
dansi fyri laksinum, har Gud
eisini varð prísaður fyri gávuna.
Næsta morgun hittist fólkið
aftur. Og vatnið, haðani laksurin
kom, varð ímyndarliga býtt í fýra
partar, ein fyri hvønn av
klanunum sum eru: 1. bevari, 2.
ørn 3. mastrarhvalur og 4. ravnur.
Hetta varð hátíðarliga gjørt av
høvdinginum. Hann skar hjartað
úr tí fyrsta laksinum í fýra partar,
eitt fyri hvønn klanin. Síðan rópti
hann navnið á hvørjum klani
upp, samstundis sum hann
kastaði eitt petti av hjartanum í
tann partin av vatninum, har hvør
klanur fekk loyvi til at fiska, tá
ið laksurin var liðugur at gýta.
Um nakar fór at fiska, áðrenn
laksurin er liðugur at gýta, varð
hann og familjan rikin út í
skógin, og har máttu tey bjarga
sær sjálvum í eitt heilt ár, áðrenn
tey aftur sluppu at liva í Kitlope.
Sum skilst, hava tey verið nógv
frammanfyri tey flestu í stovns
røkt! Revsingin skuldi nokk fáa
ein og hvønn at halda sær í
skinninum.
Fiskurin oolichan
kann nýtast til alt
Eins og laksur hevur stóran
týdning, er tað sama galdandi
fyri fiskaslagið, sum eitur
oolichan. Hetta er ein smáfiskur,
sum hevur serligan týdning fyri
indianararnar. Hann kemur niðan
í áirnar í mars mánaði. Hann er
nakað sum smásild til støddar.
Hesin fiskur er sera feitur, hevur
onga roðslu og er lættur at veiða
við glúpi ella enntá við berum
hondum. Fiskurin kemur uttan
ávaring, og fitin er bestur teir
fyrstu 5dagarnar, og tí verður
hugt væl eftir nær hann kemur.
Tá oolichan fyrst er komin í eina
á, vita tey, at eina viku eftir
kemur hann í eina aðra á, og
síðan aftur eina viku seinni í
triðju ánna. Tað ræður um hjá
hvørji familju at bjarga sær og
sínum nóg mikið eftir 23 døgum
eftir at fiskurin er komin í ánna.
Fiskurin verður dampkókaður í
stórum trogum, til feittið flotnar
omaná. Síðan verður fiskurin
settur at ræstna í 57 dagar. Tá
verður feittið tikið omanav og
verður fylt í smærri træíløt, og
tað kann goymast fyri allan
veturin. Avlopið frá framleiðsl
unu verður nýtt sum tøð til
eplaveltur, og sagt verður, at júst
hesi epli smakka serliga væl.
Hesin matur er sera virðismikil
fyri indianararnar, nakað sum
grind og spik fyri føroyingar –
fyrr!. Oolichan feittið verður
vanliga etið sum viðskeri til
annan mat. Fiskurin kann eisini
roykjast og turkast. Sagt verður,
at oolichan feittið er ógvuliga
góður heilivágur, serliga móti
krími. Tí er tað eisini eftirspurt
av øðrum.
Men oolichan kann eisini
nýtast til onnur endamál enn til
matna. Turkaður kann hesin
fiskur nýtast sum kertuljós. Hann
skal bert setast upp eftir enda. Tá
fest verður í stertin, brennir.
Hetta ljós varð eisini nýtt at lýsa
heima.
Turkaður oolichan kann eisini
við djórini
Kitamaat sæð frá sjónum
Tað er stórsligið í Kitlope
Ættarbúnin
Framhald á næstu síðu
Nr. 249 - 30. desember 2008
39