týsdagur 30. desember 2008síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nýtast sum veiðureiðskapur. Við
veiðu av laksi verða ljósini av
oolichan sett soleiðis fyri, at tey
lokka tann stóra várlaksin til. Og
tá kann hann fangast við glúpi
ella fellum. Hesir laksar kunnu
vera rættuliga trivaligir. Teir viga
frá 20-70 pund.
Tosa við djórini
Ein partur av mentanini var eisini
at kunna tosa við djórini. Hetta
sigur eisini nakað um, hvussu
nær tey livdu upp at náttúrini.
Tað eru nøkur, sum hava fingið
hesar gávur at samskifta við
djórini, og James er so ein av
teimum. Hann tosar við bjarnir,
froskar, úlvar, ravnar og
mastrarhvalir. Tey eru eisini før
fyri at svara aftur, men tó ikki,
fyrr enn tey eru spurd!
Djórini eru eisini før fyri at
geva fólkinum ávaringar. Tá ið
flóðir, stormar ella sjúkur hótta,
verða tey ávarað av úlvum. Tey
hava eisini upplivað onnur dømi
um undursama bjarging. Millum
annað vísa tey á eini klett, sum
er fleiri hundrað metrar høgur. Í
eini flóðaldu reisti kletturin seg
upp ájavnt við alduna og fekk
forðað fyri, at aldan tók fólkið
við sær. Aðrar bygdir hava roynt
tað sama.
Anfinn sigur, at hann í fyrstuni
ikki trúði, at summir indianarar
kundu samskifta ella tosa við
djórini. Men nú hugsar hann
annarleiðis. og greiddi soleiðis
frá hvussu hann einaferð upplivdi
hetta:
”Fyri nøkrum árum síðan varð
eg boðin at koma ein túr niðan til
Kitlopevatnið saman við James
og øðrum fólki. Vit sigldu við
einum ”Zodiac” (gummibáti)
niðan eftir ánni. Á vegnum heim
aftur sóu vit eina bjørn ganga
framvið bakkanum. James stýrdi
bátinum móti bakkanum,
steðgaði bátinum rættiliga nær
bjørnini, og hann byrjaði at tosa
við hana á einum máli, eg ikki
skilti . Vanliga leypa bjarnir á,
táið fólk so knappliga koma
teimum nær. Men tað merkiliga
hendi, at bjørnin stóð púra still
og hugdi at James, meðan hann
tosaði við hana í einar 5-10
minuttir. Táið prátið var liðugt
fóru vit heim, meðan bjørnin fór
sína leið.”
Anfinn var sannførdur um, at
bjørnin og James veruliga tosaðu
saman, men hvat teir tosaðu um,
vildi James ikki siga. James
segði, at hann var signaður við
evnunum at greiða frá, og hesi
evni hevur hann frá pápa sínum,
sum var ”chief ”høvdingi - í
ættini.
Ein uppgáva hjá chiefinum er
eisini at biðja fyri fólkinum. Ein
av bønunum er:
”Vit koma til tín. Hav
samkenslu við okkum. Hygg
niður til okkara frá tínum
“longhouse” (hetta er felagshús
hjá eini ætt) í skýggjunum. Gev
okkum styrki at gera tín vilja.
Fyrireika okkara sinni at síggja
góða verkið í tínum skaparaverki
her í Kitlope.”
Barnaaling og matgerð
Heima í ættini vóru serligar
reglur galdandi fyri barnaaling.
Meðan børnini fingu bróst, inntil
2 ársaldur, var tað mamman, sum
hevði ábyrgd av barninum. Men
síðani tók omman ábyrgdina og
hevði hana fram til 14 árs aldur.
Hesa tíðina skuldi omman læra
barnið tað, sum var hennara øki,
og hetta var fyrst og fremst tað
húsliga og matgerð, sum til
dømis at gera máltíðir úr bjarna-
kjøti.
Omman dugdi eitt sindur av
hvørjum. Einaferð tók hon James
og smurdi hann inn í bjarnafeitt,
allan sum hann var. Endamálið
við hesum var, at hann ikki
skuldi føla kulda. Her kann jú
gerast sera kalt, kanska niður í
20 kuldastig ella meira. James
helt, at hetta virkar framvegis, og
sjálvt í kulda sveittar hann.
Ísur á indianskum
Eitt dømi, sum James nevnir um
matgerðina hjá ommuni, var, tá
hon lærdi tey at gera ís. Hetta er
ónoktiliga nakað øðrvísi enn á
Fómísi! Tey hava har 4-5 sløg av
bláberum, sum vaksa á runnum í
dalinum. Skuldu børnini hava
berjaís, var farið niðan í dalin at
finna ber, og síðan var at finna
eina ávísa gjótu, sum var hálvfull
av ísi sjálvt á sumri. Hendan
gjóta var yvirvaksin við smá-
trøum, so sólin ikki slapp at
bræða ísin. Berini vórðu so
kroyst og saftin sílað frá.
Berjasaftin og ísurin vórðu so
blandað saman og berjaísurin var
klárur.
Vit hava fitt av berum í Føroy-
um og tí kann tað vera á leið at
koma við uppskrift til berjakøku:
Berini verða sólturkað. Tey
verða stoytt í ein træform og
nakað av berjasaft verður stoytt
omanyvir tey turru berini. Køkan
verður síðan sett í kovan í nakrar
dagar at stadna. Køkan er nú klár
og kann skerast í flísar og
smakkar væl.
Súreplakøka er eisini góður
matur. Vill súreplatrøð vaksa í
Kitlope dalinum og høvdu eisini
stóran týdning fyri matgerðina
har. Súreplini verða dampkókað,
so saftin og massin verða skild
sundur. Hetta verður gjørt við at
koyra heitar steinar í grýtuna.
Fyrst verður eitt tunt lag av
súreplamassa stoytt í ein
køkuform. Síðan verður eitt tunt
lag av oolichan feitti koyrt
omaná, og so aftur súreplamos
aðru hvørja ferð, sum við eini
lagkøku. Síðan verður berja- og
súreplasaft stoytt omaná - og
køkan er liðug.
Hendan køkan gagnast og
mettar væl og heldur sær allan
veturin.
Abbin tók við
Tá børnini vóru 14 ár, og omman
hevði lært tey ungu tað, sum lá á
henni, tók abbin yvir. Hann lærdi
børnini, hvussu tey gjørdu fellur
fyri djórini, og hann lærdi tey
eisini aðrar veiðuhættir. Veiðu-
tíðin byrjaði annars í oktober og
endaði í apríl. Frá apríl var ikki
hildið hóskandi at veiða, tí tá
skuldu djórini leggja sínar ungar,
og tað ber ikki til at beina fyri
mammunum.
Tað vóru nógv djór sum vórðu
veidd, so sum bjarnir, gæs og
villdunnur. Kópur varð eisini
veiddur alt árið. Eitt annað
veiðudjór var fjallageitir tá kavin
í fjøllunum noyddu tær longur
oman móti láglendinum.
Fellur vórðu eisini settar fyri
djór, sum vórðu veidd fyri at fáa
teirra pels. Farið varð langa leið,
og slíkar veiðuferðir kundu vara í
fleiri mánaðir. Tey djór, sum
vórðu veidd fyri pelsin vóru:
Már, bevari, minkar, vesil, íkorn,
jerv og stundum rádjór.
Tað var eisini umráðandi hjá
abbanum at læra tey ungu,
hvussu tey skuldu finna í skóg-
unum, so tey ikki viltust.
Steinmaðurin
Tað er greitt, at indianarar livdu
tætt uppat náttúruni, og tað eru
sjálvsagt nógvar frásagnir, sum
kunnu liggja á markinum til
pátrúgv. Ein av hesum er henda:
Ein av myndunum hjá James er
av einum steini, sum líkist sera
nógv einum sitandi manni. Hesa
myndina kunnu vit eisini endur-
prenta. Søgan um steinin er
henda:
Laksur er ikki bert laksur. Tað eru fimm sløg á hesum leiðum. Tann størsti er
kongalaksurin, sum í miðal vigar 20 pund. Tann minsti er pinklaksurin, har
miðalvektin er trý pund
Her sæst Kitimat á kortinum.
Hesin totempelin hevur eina serliga
søgu, sum greitt er frá í greinini
40
Nr. 249 - 30. desember 2008