Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

“Maðurin fór niðan á eitt fjall við hundi sínum, og hann kom ikki aftur í aftur. Leiðarin í ættini sendi tríggjar av sínum bestu monnum at leita eftir manninum, men bert ein av hesum kom aftur. Hann greiddi frá, at tá teir fóru um fjøllini, merkti hann nakað heilt óvanligt. Tá føldi hann sum ein eld brenna í barmi sínum, og júst hetta gjørdi, at hann kundi kom heim aftur við tí boðskapi, at tann steinrunni maðurin ynskti ongan at koma upp hagar. Men fyri nøkrum árum síðani vóru tveir tyrluskiparar, sum arbeiddu nærindis Kitilope, sum vildu troðsa hesi boðini, hóast eingin hevði loyvi til at fara upp hagar. Teir fóru upp við tyrluni, og hóast gangin, hoyrdu teir mannin floyta eftir hundinum hjá sær. Hvussu var ella ikki. Tyrlan hvarv seinni við monnunum, og eingin hevur sær hana ella manningina síðan. So hvør veit… Totem - pelin Her kann skoytast uppí, at í Folkens Museum í Stockholm í Svøríki er ein totempeli, sum kemur úr Kitlope. Søgan um henda pelan er fylgjandi: “Fyri langari tíð síðani, táið Kapskoltsh var høvdingi fyri Kitlope fólkinum, varð hann raktur av teirri stóru vanlagnu at missa øll síni børn. Hetta stóra tapið gjørdi hann sera sorgarfullan. Ein dagin hann føldi seg serliga illa, fór hann út í skógin. Tá opinberaðist andin Zoda fyri honum og spurdi hann, hví hann var so sorgarbundin. Zoda fekk alt at vita. Hann spurdi síðani um orsøkina til, at fólk hansara vóru deyð - og hvar hann hevði lagt líkini. Hann hevði gjørt við tey, sum siður var, og ”jarðað” tey í trætoppum. Zoda hevði stóra samkenslu við høvdinginum og gav honum ein gjøgnumsiktigan stein (fjalla- krystal) og segði við Kapsholtsh, at hann skuldi fara heim til síni deyðu og síðani bíta ein bita av steininum. Samstundis varð hann ávaraður móti at vera saman við konu síni kynsliga. Tá hann kom heim, fór hann til staðið, har hann hevði lagt síni deyðu, og beit petti av steininum. So rópti hann til sítt fólk, og tá kom andin Zoda á odda við øllum teimum í livandi lívi. Kapsholtsh skilti, at tað var tann góða andin Zoda, sum hevði kallað fólk hansara til lívs aftur. Síðan tann dagin var Kapholts ein stórur medisin- maður, sum gjørdi nógv fólk frísk. Men hvørja ferð, hann skuldi grøða nakran, beit hann fyrst eitt petti av krystallinum, sum hann hevði fingið frá andanum Zoda.” Totempelin var tískil gjørdur til minnis um hesa hending. Hann varð tikin til Svøríkis í 1930-unum. Men í dag stendur ein eftirgerð av honum við innferðina til Kitlope dalin. Og svenskarar hava lovað at lata teir fáa tann upprunaliga totempelan aftur, tá hann kann verða trygt varðveittur. Hvat er ein totempeli? Totempelin er ein tann fremsta ímyndin av indianarum. Men tey flestu hava eina skeiva fatan av, hvat totempeli er. Fólk halda frá gomlum myndum, at fangar verða bundnir til pelan og síðan píndir, at dansað verður krígs- dansur um pelan, at hann er ein regngudur ella at hann skal ræða óndar andar burtur. Totempelin er einki av hesum. Orðið ”totem” merkir ”verju- djór” ella ”ættarfólk”. Hann skal ímyndarliga lýsa sambandið millum ymisk fyribrigdi í náttúr- uni, til dømis millum djór, menniskjur, vøkstur og himmal- likam. Skilnaðir í náttúruni standa fyri skilnaðir millum bólkar av menniskjum. Táið ein indianari lýsir, at ”eg eri ein mastrarhvalur”, merkir hetta, at hann er partur av eini ætt, sum ímyndaliga hevur samband við mastrarhvalir. Á totem-pelanunum hjá hansara ætt er mastrarhvalur avmynadaður, sum súmbol fyri hansara sam- leika. Hetta er hansara ættarvápn. Sum umrøtt metir James seg at vera ein ”mastrarhval.” Totempelararnir høvdu sína stóru tíð í byrjanini av 1800 talinum. Men tá fór at ganga afturá við indianarum á hesum leiðum. Sjúka og fátækradømi gjørdi, at talið av indianarum minkaði við trimum fjórðingum eftir bert fáum árum. Í 1884 varð gjørd ein lóg, sum bannaði indianarum at dyrka sína trúgv og mentan. Alt hetta beindi fyri nógvum av teimum gomlu totempelunum. Men seinni er virðingin fyri gomlu mentanini raknað við aftur, og nú eru totem-pelar ein rættilig ímynd fyri indianarar. James er ein merkismaður Sigast kann, at undir prátinum merkir ein beinanvegin, at James Robertson er ein andaligur maður. Vaksin upp í Kitilope fekk hann, sum vera mann, ikki nakra beinleiðis skúlagongd. Hinvegin fór hann stuðlaður av vinmonnum sínum at lesa gudfrøði á gamalsaldrinum. Her hevur hann fylgt undirvísingini á gudfrøðisdeildini hjá lærda háskúlanum í British Columbia. Hann hevur tikið fleiri prógv í hesi lærugrein. Umframt at vera høvdingi fyri Kitlope fólkið, arbeiðir James eisini sum hjálparprestur í United Church í Kitamaat. Hansara umdømi á hesum øki er gott. Tað var sera spennandi at kunna fáa innlit í eina slíka fremmanda mentan og vónandi halda lesarar okkara tað sama. Heppin møguleiki Tað var heppið at fáa henda møguleikan at vitja Kitamaat og menn sum James Robertson. Ein slíkur møguleiki hevði ikki komið aftur. Beint aftaná fluttu Jytte og Anfinn nærri Vancouver, har tvey av teirra trimum børnum búgva. Kvøða til Kitlope Í filmi, sum er gjørdur um Kitlopeøkið, lesur James Robertson eina yrking, sum er ein kvøða til hansara heimstað. Á enskum ljóðar yrkingin soleiðis: My heart is joyous As I’m nearing the great door of the garden, Kanawe. My heart rejoices As I come into your great cathedral, the Kitlope. My heart is joyous To hear the little birds as they welcome me back home. The trees are swaying to and fro As they are dancing to the welcome song sung by the bald eagle Accompanied by the ravens. All are in fine voices. My heart is at peace As I return to my ancestral homeland Where I find much joy. There is such peace and contentment in my soul Here in the Kitlope. Beinleiðis týtt ljóðar yrkingin nakað soleiðis á føroyskum: Hjarta mítt frøðir seg Sum eg nærkist stóru dyrnar til urtagarðin, Kanawe, Hjarta mítt fegnast Sum eg komi inn í tín stóra katedral, Kitlope. Mítt hjarta frøðir seg At hoyra teir smáu fuglarnar ynskja mær vælkomnan heim aftur. Trøini sveiggja aftur og fram Sum tey dansa til vælkomusongin hjá ørnini Við undirspæli hjá ravnum. Allar røddir eru framúr góðar. Mítt hjarta er í friði Sum eg komi aftur til heimlandið hjá forfedrunum, Har eg finni so nógva frøði. Tað er slíkur friður og nøgdsemi í míni sál Her í Kitlope Mynd av steinmanninum, fingin frá indianarahøvdinginum sjálvum Her verður oolichanfiskur hongdur upp at roykja. Hann er ein partur av mentanini hjá indianarum og kann nýtast til stórt sæð alt. Hann er 15-20 cm langur, og vigar 40-60. Hann mann minna nakað nógv um lodnu 41 Nr. 249 - 30. desember 2008