Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 249 - 30. desember 2008 Longu í 1953 royndi Fidel Castro at fáa Fulgencio Batista frá valdinum, men tað miseydnaðist. Í 1956 byrjaði Castro uppreisturin av nýgjum. Nýggjársdag í 1959 hevði Castro rokkið tí hann ætlaði kollvelting Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Nýggjársdag verður stórt hátíðar­ hald í Kuba, tí tá eru 50 ár liðin síðani Fidel Castro og kollvelt­ ingarherur hansara tóku valdið í landinum. Øll hesi árini, líka fram til 24. februar í 2008 hevur Fidel Castro verið leiðari land­ sins. Í dag er tann 82 ára gamli Castro kortini ikki so ræðuliga langt frá tí evsta valdinum. Yngri bróðir hansara, Raul Castro er nú leiðari landsins. Hóast USA hevur framt handilsstongsul ímóti landinum í hálva øld, so hevur tað á undrunnarverdan hátt eydnast Castro­monnunum at varðveita valdið í tí stóru oynni í vesturindiska havinum. Fyrsta álopið miseydnaðist Fulgencio Batista var valdur til forseta í Kuba á demokratiskan hátt í 1940. Fyrstu árini var Batista ein væl umtóktur forseti á Kuba. Men til forsetavalið í 1952 stóð tað øllum greitt, at Batista ikki longur var so vælumtóktur, og at hann tí fór at tapa forseta­ valið. Batista, sum tá var vorðin valdssjúkur gjørdi ikki mætari, enn at fremja eitt hernaðarkvett fyri at tryggja sær valdið. Hernaðarkvettið hjá Batista forkom møguleikanum hjá tí 26 ára gamla Fidel Castro at stilla upp fyri flokkin, sum nevndist “Partido Ortodoxo”. Flokkurin hjá Castro stríddist ímóti mutri í almennu umsiting­ ini, og ætlaði at fremja nýskip­ anir fyri vanliga fólkið. Í 1953 samdust Castro og onnur mót­ støðufólk hjá Batista um, at tey skuldu taka til vápnini, og fáa Batista frá valdinum. 26. juli í 1953 framdu uppreistrarfólkini eitt vápnað álop á hernaðar­ leguna í býnum, Bayamo. Uppreistrarfólkini løgdu ætlan­ ir um at útvega sær vápn frá Bayamo til stóra stríðið, sum stóð fyri framman. Men álopið miseydnaðist. Hernaðarleiðslan fekk frænir um ætlanirnar hjá uppreistrarmonnunum, og tað eydnaðist herinum at berja uppreisturin niður. Teir 160 uppreistrarmennirnir høvdu ongan møguleika ímóti tí væl vápnaða herinum. 61 upp­ reistrarmenn lótu lív hendan dagin. Uppreistrarmennirnir, sum sluppu við lívinum, teirra millum Fidel og Raul Castro flýggjaðu niðan í Sierra Maestra fjøllini, men tað gingu bert fáir dagar, so vóru uppreistrarmennirnir tiknir til fanga. Hevði Fidel Castro ikki havt so góð sambond, so er eingin ivi um, at hann hevði verið skotin. Tá hann skuldi fyri rættin, valdi sakørarin, Fidel Castro at verða sín egni verji. Verjurøðan, sum vardi 4 tímar gjørdist tiltikin. Í verjurøðu sínari legði hann eisini fram nógvar av sínum politisku sjónarmiðum og ætlan­ um. Í verjurøðuni helt Castro fast við, at álopið á hernaðarleguna kundi rættvísgerast, tí Batista var ein tyranur. Fidel Castro slapp undan deyðarevsing, og var dømdur 15 ára fongsul. Revsingini skuldi hann sita í einum fongsli á oynni, Isla de Pinos, sum liggur sunnanfyri Havanna. Í dag eitur oyggin Isla de la Juventud. Til Meksiko Miseydnaða álopið á hernaðar­ støðina hevði lært Fidel Castro, at ein kollvelting krevur nógva og góða fyrireiking. Í 1955 var hann latin leysur, og fór hann saman við øðrum uppreistrar­ monnum til Meksiko. Komnir til Meksiko stovnaðu teir bólkin “Movimiento 26 de Julio” – 26. juli­rørslan til minnis um dagin, tá teir lupu á hernaðarleguna í Bayamo. Í Meksiko fekk Castro sam­ band við ein agent hjá KGB, og vónaði hann, at KGB kundi hjálpa til at fíggja vápn til koll­ veltingina. KGB ønti teimum ikki aftur, men tað eydnaðist at savna pening inn frá kubanarum, sum búðu í USA. Castro og hans­ ara menn keyptu ein motorbát, sum teir nevndu “Granma”. Tungt lastaður við nógvum vápn­ um, 82 uppreistrarmonnum og 8.000 litrum dieselolju sigldi Granma avstað við kós ímóti Kuba tann 26. november. Granma lá tungt í sjónum, og tók ferðin tveir dagar longri, enn Castro hevði ætlað. Gekk illa í byrjani Tað gekk av skriðuni við kollvelt­ ingini ta fyrstu tíðina. 2. desember fara uppreistrarmenn­ irnir í land á eystursíðuni á Kuba, í einum staði sum nevnist Playa Las Colorados. Bøndurnir á staðnum geva teimum svongu uppreistrarmonnunum mat, og hjálpa teimum at finna veg. 5. desember gongur tó galið. Ferðaleiðarin, sum hevur ført teir gjøgnum fjøllini sigur myndugleikunum hjá Batista frá hvar Castro og hansara menn eru staddir. Uppreistrarmennirnir fara í felluna hjá stjórnarherin­ um, sum drepur allar uppreistrar­ mennirnar, uttan bara 20 mans sum yvirliva krútregnið. Fleiri dagar ganga, áðrenn teir sum eru eftir finna hvønn annan og gera tapini upp. Millum teir, sum yvirliva eru Fidel og Raul Castro, vinur teirra, Camilo Cienfuegos og tann seinni so legendariski Che Guevara, sum var illa særdur í beininum. Tað eydnast at sleppa undan herinum, og longu 17. januar í 1957 fara Castro og hansara menn í mótálop. Nakrir mans eru lagdir aftrat uppreistrarherinum nú, og tað eydnast 32 uppreistrar­ monnum at leypa á eina minni hernaðarlegu við 15 hermonnum. Uppreistrarmennirnir taka hernaðarleguna, sum liggur vi La Plata ánna, og hava teir vunnið sín fyrsta hernaðarliga sigur. Batista er dansandi óður um, at herurin ikki megnar at fanga uppreistrarmennirnar. Batista veit eisini, at uppreistrarmenn­ irnir megna ikki at yvirliva uttan hjálp frá fólkunum á staðnum. Batista sendir bumbuflogfør avstað fyri at bumba fólkini í Eystur­Kuba fyri at fáa tey at broyta støðu mótvegis Castro og uppreistrarmonnunum. Men tað virkar beint øvugt, og alsamt fleiri kubanar fara í part við uppreistrarmonnunum. Uppreisturin breiðir seg Uppreisturin byrjar nú at breiða seg, og 13. mars í 1957 storma fleiri lesandi forsetaborgina fyri at myrða Batista. Men atgerðin er illa fyrireikað. Tey lesandi finna ikki Batista, og verða tey øll antin skotin, ella tikin til fanga. 5. september gera flota­ hermennirnir í býnum, Cienfuegos uppreistur, men tað eydnast Batista­trúgvum herdeildum at berja uppreisturin niður. Fleiri og fleiri avgerandi bardagar eru næstu 16 mánaðar­ nir, og spakuliga men víst vinnur uppreistrarherurin seg vestureftir ímóti Havanna. Moralurin millum teir 30.000 Batista­ trúgvu hermennirnar søkkur alsamt, so hvørt sum uppreistrar­ herurin gerst alsamt størri. Í 1. januar 1959: 50 ár síðani Castro tók val Fidel Castro sum gerilliahermaður í 1959