týsdagur 30. desember 2008síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 30. desember 2008
43
alsamt fleiir býum eru mótmælis
gongur á nærum hvørjum degi. Í
Santiago verður lokali leiðarin
fyri 26. juli rørsluni, Frank Pais
myrdur saman við Raul Pujol.
Duppultmorðið, sum er framt
av Batista trúgvum løgreglu
liðum førir til risastórar mót
mælisgongur og eitt aðalverkfall
í Santiago. Herurin, sum higartil
hevur stuðlað Batista ivast meir
og meir, um forsetin er sín
uppgávu vaksin. USA valdi at
gevast at stuðla Batista í 1958.
Umsitingin hjá Eisenhower,
forseta byrjaði at innsíggja, at
Batista ikki var tann besti
hesturin hjá USA at seta
peningin á.
Síðsta royndin
Ì einari síðstu roynd at berja
uppreistrarherin niður sendir
Batista ein her uppá 12.000
hermenn fyri at berjast ímóti
teimum uml. 2.500 uppreistrar
monnunum, sum halda til í
Sierra Maestra fjøllunum.
Men manntalið verður útjavnað
við at hermennirnir hjá Castro
kennir fjøllini væl, meðan
hermennirnir hjá Batista eru púra
ókunnigir við fjallalendið í
Sierra Maestra. Innan fáar dagar
hevur herurin hjá Batista mist
126 mans, hernaðarovastin hjá
Batista, Eulogio Cantillo tekur
avgerð um, at taka alla hernaðar
megina aftur. Hetta hevur ringa
ávirkan á moralin hjá hermonn
unum, og nú stendur flestu
fólkum greitt, at tað fer ikki at
bera til hjá Batista at halda fast
við valdið.
Batistatrúgvir hermenn royna
at halda skansan kring Kuba,
men teir hava ongan møguleika
ímóti tí stóra fólkahavinum, sum
uppreistrarmennirnir hava fingið
við sær. Í november og desember
í 1958 taka uppreistrarmennirnir
allar teir stóru býirnar uttanfyri
Havanna. Nýggjársaftan í 1958
læs Batista skriftina á vegginum.
Hann pakkaði viðførið við
nógvum útlendskum gjaldoyra,
og rýmdi av landinum. Kl. 3 um
náttina fer flogfarið hjá honum
úr Kuba, og hann sá ongantíð
Kuba aftur. Batista búsetti seg
fyrst á Madeira, síðani í Estoril,
sum liggur uttanfyri portugisiska
høvuðsstaðin, Lissabon. Batista
doyði 6. august í 1973 av einum
hjartatilburði. Hetta hendi meðan
hann var staddur í Marbella í
Spania.
Á sigursferð
Nýggjársdag í 1959 fór Fidel
Castro eina sigursferð gjøgnum
alt Kuba. Sigursferðin byrjaði í
Santiago á eystursíðuni, og
endaði í høvuðsstaðnum,
Havanna á vestursíðuni. Castro
og hansara menn innrættaðu sær
høvuðsskrivstovuna á Hotel
Hilton í Havanna. Teir lógu ikki
á løtu síðuni, men fóru
beinavegin í holt við at taka
Batistaviðhaldsfólk av døgum.
Í samfull 50 ár hevur tað
eydnast Fidel og Raul Castro at
reka Kuba, sum ein marxistiskan
einflokkastat. Lagnunnar
speisemi er, at í dag eru teir líka
tvørir at seta í verk politiskar
nýskipanir, sum Batista var tað í
sínari tíð. Handilsstongsulin hjá
USA er enn í gildi, men
møguliga fer Barrack Obama at
fremja eina broyting, livst so
spyrst. Castro hevur tó síni
viðhaldsfólk kring Heimin, og
eru tað alsamt fleiri fólk, sum
vitja Kuba. Nakað av marknaðar
búskapi er innførdur í Kuba, so
onkur kamelur er svølgdur hesi
50 árini.
Fyri rættvísissakir skal eisini
sigast, at skúlaskipanin og
heilsuverkið hava verið tvær
sólskinssøgur á Kuba hesi farnu
50 árini, og verða júst hesi bæði
tingini ofta drigin fram av
Castrofjepparum. Millum
kendastu Castrofjepparnir er
argentinski landsliðsvenjarin,
Diego Armando Maradona, sum
mangan hevur leitað sær
heilsubót á Kuba.
dið í Kuba
Castro saman við aðalskrivaranum í sovjetiska kommunistaflokkinum,
Nikita Khrushchev
Fulgencio Batista, forseti og seinni einaræðisharri á Kuba