Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 Nr. 249 - 30. desember 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Jákup Oluf, Jógvan, Heðin, Kristian og Oddmar hava allir verið aktivir, ella eru aktivir í KÍ. Sunnudagin var samanspælið eins gott og brøðralagið Fótbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Sunnudagin var skipað fyri einari innandura kapping í fótbólti í Klaksvík. Tað skuldi kanska ikki verið so nógv at skriva heim um, tí tað eru so nógvar innandura kappingar gjøgn­ um veturin, men vinnara­ liðið í hesari kappingini í Klaksvík má sigast at verða rættiliga serstakt. Vinnarnir gjørdust nevnliga synirnir hjá Victor og Marjun á Lakjuni, Jákup Oluf (føddur í 1970), Jógvan (føddur í 1973), Heðin (føddur í 1978), Kristian (føddur í 1983) og Oddmar (føddur í 1986). Allir fimm hava gjøgnum árini verið partur av hópinum hjá besta liðnum hjá KÍ. Elstu brøðurnir, Jákup Oluf og Jógvan hava verið nógv á sjónum og uttan­ lands, og tí hevur tað ikki ligið so ræðið fyri at røkja eina fótbóltskarrieru á hægsta støði, um enn evnini hava verið til tað. Kristian hevur eisini verið nógv uttanlands, meðan Heðin er tann bróðurin, sum hevur markerað seg mest í før­ oyska fótbóltsheiminum. Heðin hevur vunnið føroya­ meistaraskapið og steypa­ kappingina við bæði KÍ, B36 og HB, og tað er eitt sjáldsamt met í føroyskum fótbólti. Heðin hevur eisini spælt á landsliðnum. Eftir tí sum frættist um innandura kappingina í Klaksvík sunnudagin, so var samanspælið eins gott og brøðralagið, hóast 16 ár eru millum yngsta og elsta bróðurin. Í finaluni møttu Lakju­brøðurnir landsliðs­ legendini, Jan Dam, tí altíð treiska John Hera Dam og brøðrunum Ronnie og Hans Paula Samuelsen. Talan gjørdist um eina spennandi finalu, sum Lakju­brøðurnir vunnu 3­2. Sigursmálið fall í síðsta sekundinum av vanligu leik­ tíðini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Lakju­brøðurnir vinna eina innandura kapp­ ing. Hini liðini kunnu bert ásanna, at ”Bert er bróðir­ leyst bak”. Helgi L. Petersen og Finn Mørk skulu standa við stýrisvølin, nú fyrrverandi Fram aftur fer at royna seg í næst bestu fótbóltsdeildini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo FC Hoyvík ­ fyrrverndi Fram ­ sum fyri fyrstu ferð síðani 1990 skal royna seg í næst fremstu deildini, hevur gjørt avtalu við Helga L. Petersen og Finn Mørk, um at hesir skulu venja mans­ liðið hjá felagnum í 2009. Bæði Helgi og Finn vóru í fjør týðandi partar av liðnum hjá Fram, sum í tryggum stíli vann sær uppflyting úr 2. deild. Í tí førinum við John Eystberg sum venjara. Teir báðir nýggju venjar­ arnir verða eisini báðir spælandi venjarar í 2009. Helga L. Petersen munnu tey flestu kenna frá árum hansara sum partur av liðnum hjá ávikavist NSÍ og Víkingi, umframt at hann í fleiri ár eisini var partur av føroyska A­ landsliðshópinum. Finn hevur sína fótbólts­ uppaling í B36, har hann eisini hevur verið partur av hópinum kring best mansliðið, men hann hevur eisini roynt seg hjá B68, umframt at hann lestrarárini í Danmark var partur av liðnum hjá ÍF Føroyum. Tað treingist í AB Nú hevur felagið hjá Christian Høgna Jacobsen skrivað sáttmála við kantspælara úr Silkeborg Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrradagin kundi staðfestast, at felagið hjá Christiani Høgna Jacobsen, AB í donsku 1. deild, hevði skrivað sáttmála við álopsspælaran Simon Bræmer í danska meistaraliðnum AaB. Og í gjár bar felagið aftur tíðindi um, at nýggjur spælari er á veg í felagið. Hesa ferð er talan um 23 ára gamla síðuspælaran Casper Henningsen, sum síðani í januar 2007 hevur spælt í Silkeborg. Hann verður AB spælari á nýggjárinum. Fyrrverandi landsliðsspælarin Flemming Christ­ iansen er venjari í AB, og ein annar fyrrverandi landsliðsspælari og liðfelagi hjá Flemming Christ­ iansen í Lyngby, Michael Schäfer, er hjálparvenjari. Málið hjá teimum báðum og felagnum í Gladsaxe er at flyta upp í bestu deildina í seinasta lagið á sumri í 2010. Fyri stuttum boðaði felagið frá, at teir fóru at keypa og selja 2­3 spælarar hvørja ferð vindeygað er opið, og seinastu dagarnar hava teir keypt tveir spælarar. Heini skoraði átta mál móti oddaliðnum Ajax tapti í gjárkvøldið 33­25 á útivølli móti AaB, sum er oddalið í donsku hondbóltslig­ uni. Men fyri Heina Hanusarson var talan kortini um ein dyst, har gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum. Við átta málum var Heini nevnliga tann spælarin, sum átti flestu málini i fullsetta Gigantium. Ajax er í løtuni á næst aftasta plássinum í bestu mansdeildini. -mørk United fylgir við Manchester United roynir framvegis at elta Liverpool, sum hevur lagt seg hampuliga trygt á odda í ensku Premier League. Í gjárkvøldið eydnaðist meistarunum at vinna 1­0 á Middlesbrough, soleiðis at munurin upp til Liverpool nú er sjey stig, tó at Manchester United hevur tveir dystir til góðar. Tað stóð tó nógv á, og leingi bendi tað tann vegin, at Middlesbrough skuldi hóra undan trýstinum frá heimaliðnum. 20 minuttir fyri leiklok eydnaðist tó Dimitar Berbatov at skjóta avgerandi málið í dystinum. Manchester United hevur nú 38 stog fyri 18 dystir. Liverpool hevur 45 stig fyri 20 dystir. Í kvøld verður aftur ein dystur í ensku Premier League, tá Hull, sum er nummar átta, tekur ímóti Aston Villa, sum undan dystinum er nummar fimm. -mørk Fimm Lakju-brøður vunnu innandura kapping Lakju-brøðurnar í Klaksvík sýndu fínt samanspæl, og so eydnaðist ikki nøkrum av hinum liðunum at standa teimum kurl, tá innan dura fótbóltskapping var á skránni í Klaksvík sunnudagin Mynd: Meinhardt Joensen Helgi og Finn skulu venja FC Hoyvík Saman við Finn Mørk skal Helgi L. Petersen venja nýggja FC Hoyvík í 2009