Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-12-30, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. desember 2008síða 52

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

52 Nr. 249 - 30. desember 2008 Frálík hús í Hoyvík Trýrt tú ikki, at eini 25 ára gomul hús kunnu vera sum nýggj – so hygg eftir hesum. P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Fyrsta fatanin Tú koyrir inn í friðarligu og hugnaligu gøtuna í veðurgóða og barnavinaliga umhvørvinum við stásiligum húsum. Húsini standa við endan av blindum vegi í góðum grannalagi har fólk kenna hvønn annan, men lata hvønn annan hava frið. Húsini taka seg avbera væl út. Alt er gjørt liðugt uttanfyri og er sera væl hildið. Tú kanst koyra bilin inn í sera snøggu og snotiligu garaguna í niðastu hædd, men tú kanst eisini lata hann standa uttanfyri. Ljós og luft – inni og úti. Stílur og snið Luft er rundan um húsini, so tú kanst njóta urtagarðin og umhvørvið. Vindeyguni eru stór og tveir altanar eru, har tú kanst fáa ljós og luft inn og hava samband við umhvørvið. Urtagarðurin er ein frægd. Hann er stílfullur, vakur og væl gjørdur, men er samstundis sera lættur at halda. Inni er alt sum nýtt. Húsini eru dagførd so við og við, og alt er sera væl hildið, so tú sært ikki, at húsini eru 25 ár. Húsini eru væl innrættað, og rúmini eru stór og ljós. Nakað av útsýni er av loftinum. Niðasta hædd Niðasta hædd er nakað fyri seg. Alt er sera snotiligt og sera væl hildið. Tað er ein frægd at vera og virka í slíkum hølum, so um tú brúkar tey til ítriv, spæl ella goymslu er upp til tín, og tú kanst lættliga gera íbúð og/ella kømur. Í niðastu hædd er eisini snøggasta garagan, tú kanst hugsa tær. Innrætting Tá tú kemur upp trappurnar uttan, kemur tú fyrst til ein sera snotiligan hjall, sum hevur inngongd til grovkøkin / bryggersið / vaskirúmið. Tú kanst eisini velja høvuðsinngongdina, ið førir inn í ein dur við gestawc. Síðan kemur tú inn í ein hall við stásiligari opnari trappugongd til ovastu- og niðastu hædd. Tú kanst velja at fara inn í køkin / alrúmið, ella inn í stóru og stásiligu stovuna / borðsstovuna við útgongd til terassu / altan. Frá køkinum / alrúminum er útgogd til grovkøk / brygges / vaskirúm við útgongd til sera snotiliga hjallin. Her er lætt at liva og virka, og samstundis er tað heimligt og hugnaligt. Velur tú at fara upp í ovastu hædd er aftur hugnalig og rúmlig gongd, har tú kanst velja at fara inn í eitt stórt hjúnarrúm, baðirúmið ella eitt av hinum trimum kømurunum, harav eitt hevur útgongd til altan. Niðasta hædd hevur – umframt niðurgongd frá miðhæddini – eisini egna inngongd, gongd / fýrrúm, vaskirúm, turkirúm / 2 goymslurúm og stórt ítrivsrúm. Fakta: Adressa: ......... Sivarsvegur 12, Hoyvík Býggiár: ......... 1983 Hæddir: .......... 3 Gólvvídd: ....... 280 m² Grundøki: ...... 502 m² Hjallur: ........... ja Bilhús: ............ ja Prísuppskot: ... kr. 2.600.000,00 www.inni.fo