týsdagur 30. desember 2008síða 53
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 249 - 30. desember 2008
53
Sethús – Djóna í Geilsgøta 9 –
Vaktarhúsbrekka 2, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum. Niðasta hædd og miðhæddin eru
72 m2 og ovasta hædd er 50m2. Hartil eru 20m2 úthús – í
alt 214m2. Grundøkið er 351 m2. Byggiár: 1958. Húsini eru
dagførd so við og við. M.a. er tak, klædningur, vindeygu,
hurðar, ketil og oljufýr skift. Í miðhæddini er inngongd,
durur, gongd, køkur, borðsstova / stova við útgongd til
útgólv, hjúnarrúm, baðirúm og 1-2 kømur. Í ovastu hædd
er trappugongd, kamar, alrúm / stova / kamar. Í niðastu
hædd er inngong, durur / gongd, kamar, køkur, stova,
kamar, millumgongd, baðirúm, vaskirúm, fýrrúm / kjall-
ararúm og garaga. Húsini standa í friðarligum umhvørvi
nær miðbýnum og stutt er til skúlar, dagstovnar, handlar
o.m.a. Húsini standa nær miðbýnum.
Prísuppskot : 1.900.000,00
Sethús – Sivarsvegur 12, Hoyvík
Sera snøggu og framúr væl hildnu húsini eru í 3 hæddum.
Miðhæddin er 108 m2, niðasta hædd 102 og ovasta hædd
um 70 m2 – í alt 280 m2. Grundøkið er 502 m2. Byggiár:
1983, men húsini eru dagførd og viðlíkahildin, so tey eru
sum nýggj. Í miðhæddini er hjallur, inngongd, durur,
gestawc, hall / trappugongd, køkur / alrúm, grovkøkur /
brygges við útgongd til hjallin, stór borðsstova / stova við
útgongd til altan / útigólv. Í erva er trappugongd, hjúnar-
rúm, baðirúm og 3 kømur – eitt við útgongd til altan. Í
neðra er inngongd, gongd / fýrrúm, trappugongd, vaski-
rúm, turkirúm við útgongd til snóratræ, ítrivsrúm,
goymslurúm og sera snøgg garaga. Lætt at gera íbúð í
niðastu hædd. Sera snøggur garður / urtagarður er uttan-
um. Húsini standa í friðarligum, veðurgóðum og barna-
vinaligum umhvørvi við blindan veg. Dagstovnar, býlings-
hús, skúlar, sparkivøllur og busssamband er nær við.
Prísuppskot : 2.600.000,00
Sethús – oman Hoydalar 29, Hoyvík
Húsini eru 2 hæddum við 4 íbúðum – samlað búvídd á
uml. 300 fermetrar. Grundøkið er 814 m2. Byggiár: 1978.
Íbúð 1 uml. 135 m2: Í neðra er inngongd, durur / gongd /
trappugongd, baðirúm, kamar, køkur / alrúm við útgongd
til útigólv. Í erva er stova við útgongd til altan, 1-2 kømur,
millumgongd, baðirúm og 1 kamar. Íbúð 2 uml. 40 m2: Í
neðra er inngongd, gongd, baðirúm, køkur / stova, kamar.
Íbúð 3 (2 leigumál) uml. 72 m2: Í neðra er inngongd,
gongd, baðirúm (felags), A) kamar við tekøki. Í erva: B)
køkur, stova, kamar. Íbúð 4 uml. 50 m2: Inngongd, gongd,
køkur / stova, havastova, baðirúm, 2 kømur. Runt húsini er
garður / urtagarður. Húsini standa í áttúruvøkrum, veður-
góðum, friðarligum og barnavinaligum umhvørvi við
frálíkum útsýni. Dagstovnar og skúlar eru nær við.
Prísuppskot: 2.500.000,00 kr.
Tvíhús – Heygsvegur 16, Tórshavn
Talan er um eini nýgg tvíhús har alt er gjørt bæði innan og
uttan. Grundøkið er 416 fermetrar til víddar. Húsini eru í
tveimun hæddum, har hvær hæddin er 78 fermetrar til
víddar. Á veghæddini er gongd, 3 kømur, baðiverilsi,
bryggers pg trappa til 1. hædd. À 1. hædd er gongd, stova
og køkur við atgongd til altan, kamar við atgongd til altan
og baðirúm. Húsini liggja væl fyri, 10.min oman í býin,
sera góðan sólargang og gott útsýnið.
Prísuppskot : 2.450.000,00 kr.
Raðhús – Maritugøta 83 Hoyvík
Frálíka snøgga raðhúsið er í 2 hæddum á 57 m2 og úthús
/ hjallur á 3,6 m2 – í alt 117,6 m2. Hartil er felags skúrur til
amboð v.m. á uml. 50 m2. Grundøkið er 130 m2. Byggiár:
2007. Í niðaru hædd er hjallur / úthús, inngongd, gongd,
køkur / alrúm / borðsstova / stova við útgongd til útigólv
/ terassu. Í ovaru hædd er trappupallur, hjúnarrúm, baði-
rúm og 2 kømur. Húsini standa í náttúruvøkrum, frið-
arligum og barnavinaligum umhvørvi í góðum granna-
lagi nær nýggja miðøkinum við Karlamagnusarbreyt. Har
eru barnagarðar, býlingshús, skúlar, FIFA-sparkivøllur og
fleiri spælipláss.
Prísuppskot : 1.900.000,00 kr.
Sethús – Mýrisnípuv. 38, 100 Tórshavn
Stóra sethús í tveimum hæddum, við egnari íbúð á
veghæddini. Stødd á 104+98 fermetrar, harafturat garasj-
an sum er 40 fermetrar, íalt 242 fermetrar. Húsini eru bygd
1978. Á veghæddini er inngongd, durur, wc, stova/køkur í
einum, trý kømur, brúsa, fýrrúm/vátrúm. Á miðhæddini er
inngongd, gongd, køkur, grovkøkur, stova, hjúnarrúm,
baðirúm og eitt kamar. Húsini liggja væl fyri, út til stórt
fríøki, góður sólagangur í friðarligum og barnavinaligum
umhvørvi, skjótt til skúla og dagstovn. Húsini hava
hugnaligan sólkrók, sum vendur rætt til seinnapartsólina,
10.min. til gongu oman í SMS og miðbýin.
Prísuppskot : 2.300.000,00
Sethús – Heygavegur 8, 410 Kollaførður
Húsini eru 3 hæddum á 148 m2. Samlaða búvíddin er 356
m2. Grundøkið er 480 m2. Byggiár: 1999. Í miðhæddini er
inngongd, durur, gestawc, gongd / hall, grovkøkur /
bryggers við egnari inngongd, hjallur, køkur / alrúm /
borðsstova, stova við útgongd til útigólv / terassu,
hjúnarrúm við klædnarúmi, baðirúm og 2 kømur. Í ovastu
hædd er trappugongd / trappupallur / alrúm / stova og
kamar við klædnarúmi. Í niðastu hædd er inngongd,
gongd, vaskirúm, fýrrúm, goymslurúm / kjallararúm og
útgongd til garagu við farstýrdum portri. Húsini standa í
náttúruvøkrum, friðarligum, veðurgóðum og barnavina-
ligum umhvørvi við blindan veg. Frálíkt útsýni er yvir
bygdina og førðin. Stutt er til barnagarð, skúla, ítróttarhøll,
svimjihyl, kirkju, samkomuhús, handil, bankar. Bæði
býbussur, skúlabussur og bygdaleiðir koyra til Havnar.
Prísuppskot : 2.000.000,00 kr.
Íbúðarbygningur – Íslandsv. 24, Tórshavn
Húsini eru 3 hæddum á 2x114 + 1x91=319m2 við 4
íbúðum. Grundøkið er 640 m2. Byggiár: 1967 / 1992.
Húsini eru væl bygd við betondekki millum hæddirnar og
eru dagførd so við og við. M.a. er klædningur, vindeygu
og úthurðar skift og onnur íbúðin í miðhæddini er
dagførd í 2001 og onnur í neðra í 2005. Íbúðin í vestara
partinum í miðhæddini hevur inngongd, gongd, køkur,
stova og kamar. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm
og 2 kømur. Íbúðin í eystara partinum í miðhæddini hevur
inngongd, gongd, køkur, borðsstova / alrúm, stova, kamar
og goymslurúm. Í ovastu hædd er trappugongd, baðirúm
og 2 kømur. Íbúðirnar í ávikavist vestara og eystara
partinum í niðastu hædd hava inngongd, gongd, stova /
borðsstova, baðirúm og kamar. Les meira á www.inni.fo.
Húsini verða seld um hóskandi boð fæst.
Grundstykki – Skopun
Talan er um eitt jarðastykki, sum er velt, býtt í fýra partar,
ávikavist 1332, 306, 310 og 174 fermetrar til víddar.
Stykkini liggja heilt einastandi væl fyri, tætt við bygdina,
íalt 2.200 fermetrar, væl egnað til seyð, úthús o.a. Vegur er
til jørðina. Útsýnið er einastandandi gott út á førðin
Verður selt, um hóskandi boð fæst.
Íbúð – Maritugøta 38, Hoyvík
Nýggj marglætisíbúð, klár at flyta inn í. Talan er um eina
endaíbúð á aðru hædd 78 fermetrar + 4 fermetrar
goymslurúm. Harafturat er lemmur uppá stórt ovastaloft,
vælegnað til goymslu. Byggiár: 2006. Íbúðin er væl gjørd í
góðum byggjaríi við góðum tilfari, hon er nýmálað og
gólvini eru matt lakerað ask. Í baðirúminum, gongini og
goymslirúminum eru flísar við hita í. Allar hvítvørur eru av
besta merki. Betonveggir eru millum íbúðirnar og beton-
dekk millum hæddirnar, so ikki hoyrist ímillum. Har er
goymslurúm, inngongd, gongd, baðirúm / vaskirúm,
hjúnarrúm, kamar, køkur / alrúm / borðsstova / stova við
útgongd til altan. Íbúðin liggur í friðarligum og veður-
góðum umhvørvi við góðum grannalagi. Har er sera
barnavinaligt við spæliplássi og FIFA-vølli beint við.
Dagsstovnur og býlingshús er nær við, og bilfrí gøta er
millum býlingarnar og oman til skúla. kirkju, handil m.v.
Íbúðin verður seld um nøktandi boð fæst.
Íbúð – N . Pálsgøta 6, Tórshavn
Íbúðin er í ovastu hædd og er 54,9 m2. Grundøkið er 1/3
av 119 m2. Húsini eru bygd í 2008 sum lágorkuhús við
hitapumpu. Vaskimaskina, turkimaskina og allar inn-
leggingar eru við. Har er felags inngongd, trappugongd,
egin inngongd, gongd / alrúm / borðsstova / stova /
køkur við útgongd til franskan altan, baðirúm og kamar
við skápum. Íbúðin liggur í ovastu hædd á nýbygdum
húsum mitt í miðbýnum við útsýni yvir Vaglið og oman í
Vágsbotn, og stutt er til alt.
Prísuppskot: 1.200.000,00 kr.
Virkisbygningur – Klaksvíksv. 54, Klaksvík
Talan er um Filana, gamla spinnaríið í Klaksvík, bygning-
urin er í 3 hæddum. Byggiár 1967. Búøkið 217 fermetrar.
Øll niðara hæddin ( handilshøli) gjørd av nyggjum í 2006,
og nýggj oljufýr og ketil frá 2006. Eisini er nýtt elektricitet
lagt inn.Húsini eru stoypt upp men ovara síða er klødd við
timbri.
Verður selt um hóskandi boð fæst
Nýggjar lutaíbúðir í Syðrugøtu
Íbúðirnar eru 70-100 fermetrar til støddar.
Lánsútgjald: 250.000 kr. ella 300.000 kr.