fríggjadagur 2. januar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2009
Fyrsti føroyingurin
í ár bleiv ein fínur
lítil beiggi, sum nú
er triði drongurin í
reiðrinum hjá Fróða
og Kristionnu úr
Havn
Fólkalív
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Tveir spentir smádreingir
komu út á føðideildina á
Landssjúkrahúsinum
í
morgun har mamma teirra
akkurát hevði átt ein lítlan
beiggja. Ongin í familjuni
visti
frammanundan,
at
barnið, sum mamman bar
undir belti, var ein drongur.
- Men tað er fínasta slag,
at tað aftur bleiv ein drong-
ur, sigur 35 ára gamla Krist-
ianna Torkilshøj, ið saman
við manninum, 38 ára
gamla Fróða Sigvardsen,
eigur fyrsta føroyingin fødd-
ur í ár: Hin 2. januar 2009
klokkan 8.42.
Annars var kappingin um
fyrstaplássið hørð úti á føði-
deildini í morgun: Heili
fýra konur gingu og bíðaðu
eftir at eiga.
Fróði og Kristianna, sum
búgva í Svanga í Havn, eiga
frammanundan tveir synir.
4 ára gamla Pætur og 6 ára
gamla Hákun. Og teir eru,
sum vera man, ernir av lítla-
beiggjanum, sum vigaði
3900 gramm og var 56 senti-
metrar til longdar.
Gamlir forfedrar
Meðan Sosialurin var á vitj-
an í morgun, komu eisini
tvær ommur og ein abbi á
vitjan. Tey greiða frá, at í
Sigvardsens nú eru omma
og abbi at seks dreingjum
og einari gentu. Í familjuni
Torkilshøj eru kynsbýtið
javnari við seks av hvørj-
um.
- Ja, her eru nógvir
dreingir hjá okkum. Vit
vóru eisini tríggir brøður,
sigur abbin, Petur Jacob
Sigvardsen, sum saman við
konuni fór út undir Svanga
einaferð um tíggjutíðina í
gjárkvøldið, at ansa Pæturi
og Hákun, tá foreldrini fóru
á sjúkrahúsið. Til stuttleika
kunnu vit nevna, at Sig-
vardsens hava fyri at gerast
sera gomul. Olduromma
lítla, Drikka á Fløtti, bleiv
heili 105 ár og langabbin,
Carl
Jacob
Sigvardsen,
bleiv 102 ár.
Í heiminum undir Svanga
eru annars fleiri føðingar-
dagar um somu tíð.
- Eg fylli 24. desember
og Hákun tann 26. de-
sember. Og so var hon sett
at eiga tann 27. desember,
sigur stolti pápin, Fróði
Sigvardsen.
Skutu løgreglubilar
Tríggir ókendir menn skutu tíðliga í morgun fleiri skot
eftir trimum løgreglubilum og løgreglustøðini í býnum
Vejen í Jyllandi. Løgreglan sigur, at skotini oyðiløgdu
eina hurð á einum løgreglubili, og at tveir rútar fóru
ígjøgnum á hinum báðum. Aftaná skutu menninir eftir
løgreglustøðini, har ein rútur fór í sor. Jan Lambertsen
hjá løgregluni í Suðurjyllandi sigur við kringvarpið DR,
at gerningsmenninir skutu helst við høglbyrsu. Enn er
eingin tikin í sambandi við tilburðin.
420 deyð í Gaza
Sjeynda samdøgrið á rað hildu ísraelsk flogfør fram við
álopinum á mál í Gaza-geiranum í morgun. Millum annað
bumbaðu flogførini eina mosku, sum sambært
ísraelsmonnum hevur verið tilhaldsstað hjá víðgongdum
Hamas-monnum. Sambært keldum doyði eingin í
álopinum í morgun, men palestinskir myndugleikar siga,
at 420 fólk hava latið lív, síðani ísraelsku álopini byrjaðu
seinasta leygardag, og umleið 2.100 eru særd. Í dag fingu
umleið 440 útlendingar loyvi at fara úr Gaza-geiranum.
Fyrstføddi var ein drongur
Pætur og Hákun eygleiða hugtiknir, meðan jarðarmóðurin
Anna vigar lítlabeiggjan, sum var 56 cm langur og vigaði 3900
gramm