fríggjadagur 2. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2009
Obama líka væl umtóktur
sum Reagan
Tríggir fjórðingar av amerikanska fólkinum vænta, at komandi
forsetin, Barrack Obama, verður ein sterkur leiðari, og sambært
CNN eru tað mong ár síðani, at amerikanarar hava havt so gott
álit á einum komandi forseta. Serfrøðingar siga við CNN, at vit
skulu heilt aftur til januar í 1981, tá Ronald Reagan tók við sum
forseti. Til samanberingar nevnir sjónvarpsstøðin, tá George W.
Bush tók við í januar í 2001, væntaðu 60 prosent, at hann fór at
verða ein sterkur leiðari. Tað sama søgdu 67 prosent um Bill
Clinton, tá hann tók við í januar í 1993.
SAS verður selt skjótt
Fyrst ljóðaði, at týska flogfelagið Lufthansa var sinnað at
keypa skandinaviska felagið SAS. So frættist, at
týskararnir høvdu ikki hug at keypa kortini, men nú
ljóðar, at keypshugurin er komin aftur á teir. Jyllands-
Posturin veit at siga, at nevndin í Lufthansa hevur umrøtt
SAS á teimum seinastu fundunum, og ein talsmaður hjá
Lufthansa sigur, at Norðurlond eru ein spennandi
marknaður fyri týska felagið. SAS hevur fíggjarligar
trupulleikar og hevur millum annað kravt, at starvsfólk
fara niður í løn.
Stór ferð er á upp
seting av upptøku
tólum í almenna
rúminum í Dan
mark. Árliga verða
60.000 sett upp
um árið, og í dag
halda yvir 300.000
upptøkutól eyga
við dønum. Sjálvt
upptøkuvinnan setir
nú spurnartekin við,
um tað er neyðugt
við øllum hesum
tólunum
Big Brother
Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Danir verða filmaðir sum
ongantíð fyrr. Hvønn ein-
asta dag verður hvør dani,
sum fer út um dyrnar hjá
sær sjálvum, filmaður upp
til fleiri ferðir.
Danska trygdarvinnan
metir,, at tað í dag finnast
yvir 300.000 upptøkutól í
almenna rúminum í Dan-
mark. Stendur tú á ein tok-
støð, keypir inn í einum
matvøruhaldli, fyllir ben-
sin ella olju á bilin ella
koyrir børnini í skúla, ja,
so kanst tú vera vísur í, at
tú verður filmaður á onkr-
um av hesum støðunum.
Hetta skrivar Berlingske
Tidende.
Upptøkutølini verða sett
upp fyri at ansa eftir ogn-
um, sum fyribyrging ella
váttan av kriminaliteti, og
at fólk skulu kenna seg
trygg á gøtuni.
Sambært stjóranum í
vinnufelagnum hjá trygd-
arvinnuni, Kasper Skov-
Mikkelsen, verða sett upp
millum 50.000 og 60.000
nýggj upptøkutól um árin.
- Hetta er eitt øki, sum
veksur øgiliga nógv í løt-
uni. Tað er stórt sæð ikki
møguligt at fara inn í ein
handil í dag, uttan at verða
filmaðuri, sigur Kasper
Skov-Mikkelsen við Ber-
lingske Tidende. Hann
metir, at tað bert fyri
tveimum árum síðani vóru
á leið 200.000 upptøkutól
í Danmark.
Tað er í handilsvinnuni,
at vøksturin í talinum av
upptøkutólum er nógv
tann størsti.
Sjálvur setir hann spurn-
artekin við gongdina.
- Vit eru noydd at spyrja
okkum sjálvi, hvat vit
vilja við øllum hesum upp-
tøkutólum, og hvussu tey
verða
handfarin,
sigur
hann og eftirlýsir fleiri og
greiðari reglur fyri hesi
myndatøkuni.
300.000 upptøku
tól halda eyga
við dønum
Hesi tólini síggjast nú allstaðni í donsku býarmyndini. Talið
veksur í stórum og er nú farið upp um 300.000
Donsku tannáringa
genturnar hava talað.
Nú er greitt hvørji
mannfólk vóru tey
lekrastu í 2008. Á
triðja plássinum
–frammanfyri mætar
menn sum Brad Pitt,
Orlando Bloom og
Ronaldo er Hans
Edward Andreasen í
The Dreams
topplisti
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Í
fleiri
mánaðir
hevur
danska blaðið ”Vi Unge”,
ið serliga vendir sær til
gentur í tannáringaárunum,
havt eina atkvøðugreiðslu
koyrandi.
Nú ársskifti var, ráddi
nevniliga um at finna útav,
hvørji hundrað mannfólk
vóru heimsins lekrastu í
2008. Hetta er ein gomul
traditión hjá blaðnum, og
listin verður gjørdur á hvørj-
um ári.
100 mannfólk úr øllum
heiminum verða tilnevnd,
og so kunnu lesararnir hjá
blaðnum atkvøða um hvør
er tann girndarmiklasti.
Ofta eru tað somu nøvn-
ini, ið ganga aftur, men í ár
vóru fleiri nýggj nøvn at
finna. Eitt av teimum var
Hans Edward Andreasen,
sum kom beinleiðis inn á
triðja plássi um at vera
lekrasti maður í heiminum.
Flent nógv
Tá Sosialurin ringir til trið
lekrasta mann í heiminum,
og biður um eina viðmerking
til flotta úrslitið, er ein øgi-
ligur látur.
– Ja, hvat skal man siga.
Hatta er jú bara stuttligt.
Og vit hava sanniliga eisini
flent nógv at tí, sigur Hans
Edward.
Hann greiðir frá, at hann
fekk at vita, at hann fór at
vera í uppskoti, tá ”Vi
Unge” gjørdi listan, men
hann hevði onga hóming
av, at hann fór at enda heilt
uppi í topp trý. Tað eru jú
100 nøvn á listanum, og
flestu teirra eru kendir fyri.
– Tey spurdu um tey
kundu brúka meg til handan
listan, og tað helt eg vera í
lagi. Eg hevði yvirhøvur
ikki væntað, at eg fór at fáa
so nógvar atkvøður.
Hann heldur, at tað eru
nógvu donsku fjeppararnir
hjá The Dreams, ið hava
atkvøtt fyri honum.
– Tað eru fleiri, ið dáma
The Dreams og okkara tón-
leik, og tað er nokk hagani
atkvøðurnar stava, heldur
hann.
Hans Edward greiðir frá,
at hinir limirnir í bólkinum
halda tað vera stutt-
ligt, at hann er so
lekkur. Men hann er
ivaleysur í, at teir
eisini verða á list-
anum komandi ár.
Tá hann verður
spurdur um, hvat
daman, sum eisini
er nevd í Vi Unge í
sambandi
við
triðjaplássið, sigur
til at eiga triðlekr-
asta mann í heim-
inum, er svarið
tað sama.
– Hon heldur
tað vera stuttligt.
Og hon hevur
sanniliga
eisini
flent nógv at tí.
Hans Edward í The Dreams:
Trið lekrast
í heiminum
Hans Edward Andreasen,
forsangari í The
Dreams, er av donskum
tannáringagentum kosin
at vera triðlekrasti maður í
heiminum. Hann er langt
frammanfyri kend nøvn
sum Justin Timberlake,
Leonardo DiCaprio, Brad
Pitt og Beckham
Topp 50
1 Zac Efron
2 Nic Jonas
3 Hans Edward Andreasen
4 Orlando Bloom
5 Bill Kaulitz
6 Joe Jonas
7 Christiano Ronaldo
8 Johnny Depp
9 Chad Michael Murray
10 Jesse McCartney
11 Danny McFly
12 Basim
13 Harry McFly
14 Tom Kaulitz
15 Chris Brown
16 Søren Bregendal
17 Ryan Sheckler
18 Heath Ledger
19 Bam Margera
20 Matt LeBlanc
21 Ben Barnes
22 Emil Debski
23 Kevin Jonas
24 Justin Timberlake
25 Wentworth Miller
26 Strify fra Cinema Bizarre
27 Pete Wentz
28 Oliver Bjerrehus
29 Corbin Bleu
30 Leonardo DiCaprio
31 Sebastian Agård-
Wiliams
32 Sebastian Jessen
33 Johnny Knoxville
34 LOC
35 Felix Smith
36 Brad Pitt
37 Greard Way
38 Jay
39 Martin fra X-factor
40 David Beckham
41 Nik
42 Shia Labeouf
43 Daniel Radcliffe
44 Jared Leto
45 Rupert Grint
46 Chase Crawford
47 Jude Law
48 Anden
49 Jonathan Rhys-Meyers
50 Rafael Nadal