fríggjadagur 2. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2009
Herfyri kom út stór
fingið bókaverk,
sum lýsir føroyskan
byggisið og føroyska
byggisøgu í myndum
og teksti
Útgáva
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Sera
snotiliga
verkið
Nordatlantisk arkitektur er
býtt í tvey bind við serligum
atliti til Føroyskan arki
tektur. Bindið »Sethús í
sólsetri um føroyska sið
søgu og norrønan byggisið«
lýsir mentanarligu treytirnar
fyri gomlum føroyskum
byggisiði, meðan bindið
»Bygd móti bládýpinum
um Kolturs søgu«, savnar
seg um bygningarnar í
Koltri og lýsir brot av
gerandislívinum har gjøgn
um fleiri ættarlið.
Bókaverkið hevur støði í
drúgvum granskingarsam
starvi
hjá
arkitektunum
Palle Dyreborg og Poul
Jensen á Kunstakademiets
Arkitektskole í føroyskum
byggisiði og lýsing av
arkitekturi í myndum.
Valaverk
Bókin um Koltur er í stóran
mun framhald av arbeiði
num, sum Føroya Forn
gripafelag fór undir har
fyrst í 1990'unum, sigur
formaðurin
í
felagnum,
Mortan Winther Poulsen,
verkfrøðingur.
Eftir at ódnirnar seinast
í 1980'unum høvdu oyðilagt
fleiri av bygningunum í
Koltri, tók Forngripafelagið
stig til eina verkætlan at
endurbyggja teir. Seinni
komu so arkitektarinir Palle
Dyreborg og Poul Jensen
uppí verkætlanina. Bókin,
teir nú hava latið úr hondum
um Koltur, er í stóran mun
beinleiðis framhald av hes
um arbeiði, greiðir Mortan
Winther Poulsen frá.
Hann leggur afturat, at
Kolturs bygd er ein sera
sjáldsom
miðaldarbygd,
sum stórt sæð hevur ligið
órørd. Tað var ikki minst
hetta, sum vakti áhugan hjá
teimum
báðum
donsku
arkitektunum, sum byrjaðu
at gera neyvar uppmátingar
í Koltri í 1995. Tað eru
eisini hesar uppmátingar,
sum eru støðið undir mongu
plantekningunum í bókini.
Hesar bøkurnar eru
veruliga eitt valaverk, sum
gevur neyvt innlit í mong
viðurskifti. Til dømis er
keldutilfarið úr Koltri sera
rúgvusmikið, eisini í tann
mun teir hava valt at nevna
ymisk húski og fólk í
Kolturs bygd. Eisini er tað
sera áhugavert at lesa um,
hvussu vit í Føroyum hava
varðveitt ymsar byggisiðir,
sum eru horvnir í øðrum
Norðurlondum,
sigur
Mortan Winter Poulsen.
Granskingararbeiðið hjá
Palle Dyreborg og Poul
Jensen hevur nevniliga frá
byrjan fatað um alt tað
Norðuratlantiska økið, har
arkitektarnir vísa á mong
felags norrøn eyðkenni, tá
tað ræður um byggisiðir.
Mongu
plantekningarnar
eru ikki bara neyvar nær
kanningar, men eru í fleiri
førum eisini royndir at leita
aftur til upprunan til ávís
føroysk byggisnið.
Íkast til kjak
Við verkinum vóna teir
báðir arkitektarnir at geva
sítt íkast til eitt neyðugt
føroyskt kjak um týdningin
av at verja og fjálga um
føroyska mentan við at
varðveita sigandi dømi um
føroyskan byggisið. Eisini
vóna teir, at bøkurnar kunnu
geva føroyskum myndug
leikum íblástur til, hvørji
arkitektonisk
atlit
eru
hóskandi at taka í framtíðar
føroyskum byggiætlanum.
Hóast bøkurnar byggja á
neyvt granskingararbeiðið
og servitan, er ikki neyðugt
at hava serligar førleikar
fyri at fáa gleði av inni
haldinum. Innihaldsliga og
grafiskt eru báðar bøkurnar
skipaðar eins, har tekstur
og illustratiónir lýsa hvønn
annan.
Aðrar uppmátingar, tekn
ingar og akvarellir eru eisini
við til at geva eina meir
sansaliga fatan av norður
lendska veðurlagnum, fjøl
táttaða djóralívinum, fjalla
landslagnum, havinum og
ljósspælinum.
Samlaða verkið hevur
heitið Nordatlantisk arki
tektur, har bindini telja
ávikavist 300 og 250 síður.
Tað er Kunstakademiets
Arkitektskoles Forlag, sum
gevur út.
Stórverk um føroyskan arkitektur
Bókaverkið um føroyskan byggisið er úrslit av granskingar
arbeiði hjá arkitektunum Poul Jensen (tv) og Palle Dyreborg á
Kunstakademiets Arkitektskole
Greinarnar í
Varðanum hesuferð
koma sera víða um
kring ymisk málslig,
bókmentalig og
samfelagslig evni
tíðarrit
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Úr innihaldinum í nýggjasta
Varðanum kann millum
annað nevnast forkunnug
grein, har Eivind Weyhe
skrivar søguna um kenda
sangin "Í góðum veðri hann
dyrgdi", sum als ikki er so
rótføroyskur, sum fólk flest
munnu ímynda sær.
Í greinini »Írskir munkar í
Føroyum«
vísir
Zakaris
Wang á, at tað er lítið, sum
bendir á, at írskir munkar
hava verið í Føroyum sum
annað enn rekavætti, meðan
tað er próvfast, at nakrar
írskar konur hava fest búgv í
Føroyum saman við norsku
landnámsmonnunum.
Malan
Poulsen
hevur
drúgva grein um skald
søguna "Tema við slankum"
eftir Sólrún Michelsen, sum
hon greinar í størri bók
mentaligum perspektivi.
»Tá málstrevið byrjaði«
er heiti á grein, sum Tummas
Lenvig hevur týtt til føroyskt.
Hetta
eru
greinar
um
føroyska málið, sum hava
staðið í Dimmalætting fyri
stórt hundrað árum síðani,
og sum lýsa ta meting, sum
fólk tá høvdu um føroyska
málið.
Hanus Kamban hevur
hugleiðingar um upprunan
til Essaytekstaslagið, og
um hvørjar tankar nútíðar
føroyskir
essayhøvundar
eiga
at
gera
sær
um
málburð.
Ritstjóri á Varðanum er
Poul Andreasen.
Varðin nr. 75 komin
»Roykstova«
Útgávan fæst
í bókahandlum
kring landið
Varðin
fæst
í bóka
handlum
kring
landið
Norði í Gerði
Heimsins drápsbýur
Høvuðsstaðurin í Venesuela, Caracas, hevur tann heldur ivingarsama heiður at
hava heitið sum heimsins ringasti drápsbýur. Sambært hagtølum hjá amerikanska
tíðarritinum Foreign Policy vórðu 510 fólk myrd í Caracas í síðsta mánað, og tað
var lutfalsliga nógv meiri enn í nøkrum øðrum býi í heiminum. Sambært Foreign
Policy eru fimm teir ringastiu drápsbýirnir Caracas, Cape Town, New Orleans,
Moskva og Port Moresby, sum er í Papua New Guoinea.
Nógvar feitar smágentur
Ein kanning, sum lærdi háskúlin í Tromsø í Noregi hevur gjørt, vísir, at talið á
smágentum, sum líða av fiti ella ovurfiti, vaks sera nógv í árunum frá 1976 til
2001. Í 1976 høvdu 7,4 prosent av teimum fýra ára gomlu gentunum trupulleikar
við vektini, men í 2001 var hesin parturin komin heilt upp á 16,8 prosent ella meiri
enn tvífaldaður. Í sama tíðarskeiði var tann tilsvarandi broytingin hjá teimum fýra
ára gomlu dreingjunum úr 7,6 prosentum í 8,8 prosent. Guri Skeie, granskari, sigur
við Aftenposten, at talið hjá gentunum kemur sera óvart á seg.