Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 1 - 2. januar 2009 Flúgvandi nýføðingur Nýggjársaftan átti ein kvinna úr Uganda eitt barn umborð á einum flogfari, sum var á veg úr Amsterdam í Niðurlondum til Boston í USA. Barnið, sum hevur fingið navnið Sasha, vigaði 2.700 gram, tá tað kom í heimin umborð á flogfari nummar 59 hjá Northwest Airlines. Kvinnan átti, meðan flogfarið var í kanadiskum luftøki, og barnið fær tí kanadiskan ríkisborgararætt, skrivar blaðið Boston Globe. Mamma og barn vórðu flutt á sjúkrahús í Boston, so skjótt flogfarið hevði sett seg. Bæði hava tað gott, skrivar Boston Globe. Slovakar brúka nú evrur Á nýggjárinum kom felags evropeiska gjaldoyrað, evran, í gildi sum gjaldoyra í Slovakia, og sostatt hava nú 16 evropeisk lond valt at brúka sama gjaldoyra. Á midnátt fyrrakvøldið stóðu fleiri slovakiskir tingmenn og ráðharrar í bíðirøð við sjálvtøkurnar fyri at fáa fatur á teimum nýggju pengaseðlunum. Nógvir slovakar eru fegnir um at fáa evruna til gjaldoyra, nú fíggjarkreppan leggur stórt trýst á fleiri av teimum minnu gjaldoyrunum. Eitt nú er tann polski zloty’in minkaður 24 prosent í virði samanborið við evruna. Misjøvn undirtøka fyri nýggjársrøðu Gamlaárskvøld helt Kaj Leo Johannesen sína fyrstu nýggjársrøðu sum Føroya løgmaður. Vit hava spurt flokksfor­ mennirnar úr hinum flokkunum, bæði úr samgongu og úr andstøðu, hvat teir halda um nýggjársrøðuna hjá løgmanni sum heild. Fyri Sjálvsstýrisflokkin hava vit tó fingið Kára á Rógvi at viðmerkja, tá Kári P. Højgaard ikki var at hitta Jørgen Niclasen Eg haldi at hatta var ein góð nýggjársrøða. Royndi at vera savnandi, og tað eigur hann at vera. Hann lýsti nógvar ymiskar støð­ ur heima og úti í heimi. Eg haldi at hatta var ein yvirskipað røða, og løg­ maður var ikki so útdýp­ andi í sínum lýsingum av ætlanunum hjá landsstýr­ inum, og royndi at vera savnandi, heldur enn at koyra reinan samgongu­ politikk, sum ein løgmaður kanska kundi verið freist­ aður til at gjørt. Hann royndi at savna, heldur enn at skapa split. Har var kanska onkur sambands­ setningur inn í millum, um hvussu gott tað er við ríkisfelagsskapinum og so framvegis. Løgmaður lýsti summar avbjóðingar, uttan at koma við úrslitunum, men sum heild haldi eg at hatta var ein góð nýggjársrøða, so­ leiðis sum eg haldi at ein nýggjársrøða eigur at síggja út. Savnandi og yvir­ skipað. Hatta haldi eg at hann kom bara væl frá. Jenis av Rana Tað er sjálvandi gott at vit hava ein positivan løgmann. Tað er hann altíð í sínum røðum, men tað er ikki nokk at sita afturá og fortelja hvussu væl vit eru fyri í Før­ oyum, hvussu stórt og gott tilfeingi vit hava. Man má vænta meira av eini politiskari leiðslu. Tað er gott at hann er jaligur og vísir á alt tað góða, men hvussu verja vit tað? Tað manglar hjá honum. Hann tosar um langtíðar­ ætlanir hjá landsstýrinum, og tað hevur hann gjørt síð­ an hann bleiv løgmaður, men vit hoyra ikki meira um tær ætlanir sum landsstýrið hevur uttan tað, sum danska stjórnin kemur við. Eg hevði væntað meira av eini føroyskari leiðslu. Eg hevði vænta meira av leiðsl­ uni longu tá vit viðgjørdu fíggjarætlanina. Løgmaður tosar eisini um at vit mugu tryggja væl­ ferðina. Men vit vita tað, at tá teir fóru at royna at spara, løgdust teir fyrst á tey veik­ astu í samfelagnum. Løgmaður tosar eisini um at gagnnýta tilfeingið, bæði við livur, rogn og proteinum úr fiskaskræðuni. Men hetta hongur heldur ikki saman við at teir einki gera fyri at stuðla hesi vinnuni, og týdn­ ingarmest at stuðla gransk­ ingini í hesu vinnuni. Ser­ frøðingar siga at vit gagnnýta tað sum hevur minst virði á fiskinum, meðan vit tveita tað virðismesta aftur í havið. Hann tosar um at vit hava eitt gott tilfeingi í fólkinum og í havinum, sum gjørdu at vit í 90’unum vendu gongd­ ini, men eg sakni at hann eis­ ini nevnir Harran. Løgmaður tosar um at vit mugu nýta egnan mátt og megi, men her hevði eg sagt, at tað eisini var ein hægri hond við í spælinum, sum gjørdi at tað eydnaðist okkum so væl at venda gongdini. Sum heild eru for nógv orð, fór nógv óítøkiligt og for lítið ítøkiligt. Kári á Rógvi Heilt stutt hevur hann tann góða eginleikan at hann er ein bjartskygdur maður. Tað er ein góður eginleiki at hava at duga at lýta frameftir. Men tað má ikki fara hartil, at man bara situr og lýtur frameftir, og ikki dugir at læra av for­ tíðini. Serliga ørkymlandi er tað, tá hann, sum eisini er formaður í Granskingar­ ráðnum, tosar um at seta fokus á gransking og at fólk ikki skulu flyta av landinum, tí sást ikki aftur undir fíggjarlógarviðgerð­ ini. Hann virkaði sum ein stjóri, ið sat og bíðaði eftir hvat bókhaldið fór at geva honum í játtan. Tað tykist fyri mær, sum at hann hev­ ur øgiliga lítlan stuðul í samgonguni. Hann er, sum mann sigur á enskum, »in office, but not in power«. Tað manglar at hann vísir seg sum leiðara í samgong­ uni. Eg føli tað at eg standi honum nærri, enn nógvir av samgongulimunum gera, og at hann hevur sera lítlan stuðul í samgonguni. Sum heild haldi eg at hatta var ein stak góð røða. Tað er gott at hann er jalig­ ur í ringum tíðum, men boðskapurin hongur bara ikki saman við tí, sum sam­ gongan ger í verki. Høgni Hoydal Eg haldi at í stóran mun kann man siga at nýggjársrøðan var ein embætismannatekstur sum var upplisin, har vit ikki fingu nógv nýtt at vita. Tað mesta var yvirskriftir úr fjøl­ miðlunum frá farna árinum. Har var sum so eingin polit­ isk meining, og hetta avspegl­ ar tað, at vit í Føroyum hava eitt slag av politiskum vaku­ um, eitt slag av leiðsluloysi. Kaj Leo Johannesen, løg­ maður, segði millum annað, at landsstýrið hevur eina ætl­ an um, hvussu føroyingar koma seg best úr fíggjar­ kreppuni. Hetta passar ikki, og vísir at man bara bíðar eftir donskum loysnum. Tað vísir seg sum at før­ oyskir løgmenn hava ein trupulleika við nýggjársrøð­ um. Aðrastaðni hevur man eina drotning ella ein kong, ið kemur við eini generellari heilsan til fólkið, meðan for­ sætisráðharrin ella forsetin kemur við eini politiskari røðu. Tað vísir seg sum at man blandar for nógv í millum í Føroyum. Løgmenn vita ikki um teir skulu vera eitt slag av drotning ella forsætisráð­ harri. Sum heild er ikki nógv í nýggjársrøðuni innihald at kommentera. Tað er lítið sam­ svar millum tey fáu politisku tingini, sum blivu søgd í nýggjársrøðuni og tað, sum ið veruleikanum verður gjørt. Tað er andsøgn millum veru­ leikan og tað, sum Løgmaður nevndi í nýggjársrøðuni um mentan og samhaldsfesti. Síðan hetta landsstýrið kom til, hava tey jú skorið niður upp á mentan og revsað teir veiku samfelagbólkarnar. Jóannes Eidesgaard Nýggjarsrøðan sum politiks røða er munandi øðrvísi enn aðrar politiskar røður, sum ein løgmaður heldur. Hon skal vera partvís aftur­ lítandi og partvís framlít­ andi. Hon skal taka fram tey positivu tingini. Hon skal taka fram møguleikar heldur enn avmarkingar, og tað haldi eg at hon gjørdi. Røðan var long, men hon fevndi eisini víða. Hon fevndi um tey heimligu við­ urskiftini og tey globalu við­ urskiftini. Tó saknaði eg kanska at hann nevndi okkurt um tað, at vit berjast við tað struktu­ rella hallið á rakstrinum. Tað er eitt politiskt problem, sum vit mugu taka upp og tað ongantíð for skjótt. Tað er neyðugt at vísa for­ stáilsi fyri at at landsstýrið fer inn at regulera eitt sind­ ur, og stillar uppá báðar skrúvurnar, sum vit hava at stilla uppá, nevnliga inntøk­ ur og útreiðslur. Men hetta dugi eg sjálvandi kanska betri at síggja nú, tá eg eisini eri fíggjarmálaráð­ harri. Annars haldi eg at hon var góð, og at hon innihelt tað, sum ein nýggjársrøða skal innihlda. Hon útstrálar vón og er jalig, og tað skal ein nýggjársrøða skal gera. Hon var víttfevnandi, og hann nam við nógv týdning­ armikil mál. Løgmaður kom eisini víða um. Nýggjársrøðan er sum heild ein øgiliga yvirskipað røða, og tað var henda eisini. Tað skal hon eisini vera. Eg veit av royndum, at tú kann ikki fara niður í detaljur, tí so sita vit alla nýggjársnáttina og lurta. Sum heild haldi eg at tað var ein góð røða, sum inni­ helt næstan alt tað, ein nýggjársrøða skal halda. Lagt til rættis: Rógvi Nybo