fríggjadagur 2. januar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2009
Felagið Trolbátar
hevur ikki sáttmála
við Føroya Skipara-
og Navigatørfelag,
og felagið er heldur
ikki partur av Før-
oya Reiðarafelag.
Menn missa inntøku-
trygd, og vandi er
fyri, at teir eisini
missa rættin til
sjúkrapening frá
Lønjavningarstovuni
AðAlfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í síni frágreiðing til aðal
fundin hjá Føroya Skipara
og Navigatørfelag týs
dagin,
nam
formaður
felagsins við viðurskiftini
hjá smærru trolbátunum,
har manningarnar fram
vegis verða avroknaðar
upp
á
fleiri
ymiskar
mátar.
Føroya Skiparaog
Navigatørfelag
(FSN)
hevur ikki sáttmála við
Felagið Trolbátar, og hetta
felag er heldur ikki partur
av Føroya Reiðarafelag.
Tó brúkar Lønjavningar
stovan
sáttmálan
við
Reiðarafelagið,
sum
grundarlag fyri útrokning
av inntøkutrygd.
Eyðstein
Djurhuus
segði, at fiskimenn so
leiðis missa inntøkutrygd,
og vandi kann verða fyri,
at teir eisini missa rættin
til sjúkrapening frá Løn
javningarstovuni, tá hesir
ikki eru løntir sambært
galdandi sáttmála.
Skattavaldið kann eisini
álíkna eyka skatt,
um teir gerast varugir
við, at fiskimenn ikki
verða avroknaðir sambært
sáttmála.
Mynstringarskylda
Hann segði, at manning
arnar við smærru trolbát
unum eru undir mynst
ringarskyldu, og at teig
urin á mynstringarskjal
inum um, hvør sáttmáli/
avtala skal brúkast, eigur
at verða fyltur út.
Um ivamál taka seg
upp um, hvat ið er gald
andi, hevur reiðarin próv
byrðuna. FSN førir eitt
rættarmál vegna ein lim
sum krevur, at avroknast
skal eftir sáttmálanum.
Eyðstein Djurhuus setir
spurnartekin
við,
um
rætturin er rætta staðið til
at fáa hendan skipabólk
undir skipaði viðurskifti.
Allir partar mugu
síggja, at óskilið við so
nógvum
ymiskum
av
rokningarhættum
má
halda uppat, legði for
maðurin í Føroya Skipara
og Navigatørfelag aftrat.
Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur, at óskilið
við fleiri ymiskum avrokningarhættum hjá smáu trol-
bátunum má halda uppat. Myndin er tilvildarliga vald
Mynd: Vilmund Jacobsen
Óskil hjá
trolbátum
Hóast reiðarar halda, at yvirmannapartarnir eru alt ov høgir við línuskipum, væntar FSN ikki, at talan verður um kollveltandi broytingar
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Skulu fiskimenn
fáa eina nóg góða
eftirlønaruppsparing,
verður neyðugt at fara
yvir til eitt prosentvíst
inngjald. Tað heldur
Føroya Skipara-og
Navigatørfelag
AðAlfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á aðalfundinum viðgjørdi
formaðurin í Føroya Skip
araog
Navigatørfelag,
Eyðstein Djurhuus, eisini
eftirlønarviðurskiftini
í
fiskiskipaflotanum. Hann
ásannaði, at verandi skipan
við einum inngjaldi fyri
hvønn mynstraðan dag helst
ikki er hin rætta.
Øll onnur á arbeiðs
marknaðinum gjalda inn til
pensjón í mun til inntøku,
og hetta er galdandi bæði
fyri háog láglønt.
Hann vísti á, at núverandi
skipan hevur ein innbygdan
skeivleika sum er, at teir,
sum forvinna frægast, sum
oftast eru teir, ið hava eina
skiftisskipan
og
harvið
fægst dagar í sjónum.
Eyðstein segði, at eisini
fyri manningar, sum eru við
skipum, ið ikki geva so
góða úrtøku, mugu menn
inir hanga í og vera nógvar
dagar burturi.
Skipanin virkar tí soleiðis,
at teir, sum hava bestu ráð
ini, mangan eru teir, sum
spara minst upp.
Hetta er galdandi bæði
fyri partin hjá manningini
sjálvari
og
reiðaranum,
legði hann aftrat.
Reiðarar trekir
Eyðstein vísti á, at sum nú
er, gjalda báðir partar eins
nógv inn í skipanina.
Reiðarar hava verið sera
trekir at hækka sín part av
inngjaldinum. Úrslitið er, at
uppsparingin er alt ov lítil.
Um vit skulu hava eina nóg
góða eftirlønaruppsparing,
mugu vit fara yvir til eitt
prosentvíst inngjald.
Formaðurin í FSN segði,
at felagið hevur lagt eitt
uppskot fyri Reiðarafelagið,
har reiðarans partur av
daggjaldinum er umrokn
aður til eitt prosental.
Eftir hesum uppskoti
kemur maðurin so sjálvur
at gjalda ein størri part enn
nú.
Hann segði tað vera sera
umráðandi at fáa gjørt
nakað
munagott
við
eftirlønartrupulleikan nú.
Reiðarafelagið skilir
væl okkara støðu, og vænt
andi fara teir at viðvirka til
eina loysn, segði Eyðstein
Djurhuus.
Uppsparingin ov lítil
- Núverandi eftirlønarskipan hjá fiskimonnum hevur ein innbygdan skeivleika sum ger, at teir, ið
forvinna frægast, sum oftast eru teir, ið spara minst upp, segði Eyðstein Djurhuus á aðalfundi
Mynd: Jens Kr. Vang
Førarahundur flýddur undan fýrverki
At djór ræðast fýrverk, hoyra vit hvørt ár í sambandi við nýggjárshaldið. Hetta hevur
fingið sera óhepnar avleiðingar fyri Una Rasmussen í Norðragøtu, sum í gjár misti
førarahund sín av fýrverki. Tá Uni Rasmussen kom at húsum stutt eftir klokkan 15 í
gjár, brast okkurt fýrverk nærindis. Førarahundurin gjørdist so skakkur, at hann tók
til beins og er ikki sæddur síðani. Førarahundurin hevur sera stóran týdning fyri
blinda søldfirðingin. Hundurin kennir allar leiðir, sum Uni Rasmussen gongur og
hevur tí ómetaliga stóran týdning fyri hann. Um onkur hevur sæð hundin, so kunnu
tey seta seg í samband við Una á telefon 228775. Hundurin er svartur og hevur band
um hálsin.
Ísfiskatrolarar gjørt roktúrar
Fýra av ísfiskatrolarunum hjá Faroe Seafood og báðir ísfiskatrolararnir í Leirvík
eru longu komnir aftur av túrinum, sum byrjaði 3. jóladag. Øll skipini hava havt
rokfiskiskap. Heykur og Falkur hjá Faroe Seafood eru longu lidnir at landa í Salt
angará. Skipini høvdu 486.000 pund. Stekur og Bakur, sum eisini fóru út 3. jóladag,
verða í løtuni landaðir, og teir hava út við 400.000 pund. At enda landa eisini
leirvíkstrolararnir, Polarhav og Størnan, í Saltangará seinnapartin í dag. Teir hava
480.000 pund. Tvey onnur ísfiskaskip, Rókur og Lerkur hjá Faroe Seafood, landa
ætlandi mánadagin. Fiskiskapurin hjá teimum hevur verið heldur lakari enn hjá
hinum seks skipunum, men Rókur og Lerkur hava í dag umleið 280.000 pund inni.