fríggjadagur 2. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2009
Eins og Fiskimanna
felagið og Føroya
Skiparaog Naviga
tørfelag, helt Felagið
Føroyskir Fiskimenn
Uttanlands eisini
aðalfund millum
jóla og nýggjárs
AðAlfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
FFU, sum er felagið hjá
føroyskum fiskimonnum
uttanlands, er væl nøgt
við uppmøtingina til aðal
fundin, sum felagið helt
millum jólaog nýggjárs
halguna.
Nevndin, sum sat undan
fundinum, heldur fram,
og tað ger formaðurin,
Jógvan
Fagraklett
úr
Kollafirði, eisini.
Soleiðis verður tað koll
firðingur, sum kemur at
standa á odda fyri felag
num – eisini í árinum,
sum júst er byrjað.
Næstformaður í nevnd
ini er Høgni W. Høgnesen
á Toftum.
Gevandi fundur
Næstformaðurin sigur í
stuttorðaðum
tíðinda
skrivi, at fleiri mál vórðu
viðgjørd á aðalfundinum,
og millum hesi var sam
døgursfrádrátturin,
sum
fekk eina gjølliga við
gerð.
Enn eru snávingar
steinar, sum skulu ruddast
burtur í hesum máli, sigur
hann.
Høgni W. Høgnesen sig
ur, at føroyskir fiskimenn
uttanlands høvdu ein góð
an og gevandi aðalfund.
Kollfirðingur
heldur fram
Jógvan Fagraklett, formaður í FFU
Reiðarar á línuskip
um hava ógvuliga
ilt við at góðtaka, at
yvirmannapartarnir
eru nógv hægri hjá
teimum enn hjá
øðrum skipabólkum.
Tí vilja teir hava broyt
ingar í sáttmálanum,
nú samráðingar
eru við felagið hjá
navigatørum
AðAlfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Føroya Reiðarafelag hevur
sagt
upp
sáttmála
og
sersáttmálar fyri einstøku
skipabólkarnar, sum felagið
hevur við Føroya Skipara
og Navigatørfelag. Sátt
málarnir eru sagdir upp til
at fara úr gildi 1. januar í ár
– 2009.
Sáttmálin millum Reið
arafelagið og Fiskimanna
felagið gekk út 1. desember
í 2008, og eftir samráðingar
í nakrar dagar samdust
feløgini um at leingja sátt
málan óbroyttan í eitt ár.
Á aðalfundi í Føroya
Skiparaog
Navigatørfelag
týsdagin segði formaðurin,
Eyðstein Djurhuus, seg ikki
rokna við teimum stóru
broytingunum fyri sínar limir,
nú felag hansara er í sam
ráðingum við reiðararnar.
Reiðarafelagið ynskir
onkrar broytingar fyri skip
arar á línuskipum, og vit
hava boðað frá, at vit eru
sinnaðir at tosa um hetta.
Eyðstein segði, at skal
nakað gerast í sátt og semju
millum partarnar, verður
talan
ikki
um
nakra
kollveltandi broyting, sum
hann tók til.
Reiðarar á línuskipum
hava ógvuliga ilt við at
góðtaka,
at
yvirmanna
partarnir eru nógv hægri
hjá teimum enn hjá øðrum
skipabólkum.
Tillagingar
eru gjørdar í línuskipa
sáttmálanum í fleiri um
førum seinastu árini, men
av ringum royndum veit
FSN, at tað ikki loysir seg
at vísa øllum krøvum frá
sær og ikki vilja tosa um
viðurskiftini.
Eyðstein Djurhuus helt
fyri, at í løtuni ber ikki til at
siga, hvat úrslitið verður av
samráðingunum
millum
partarnar, nú samráðing
arnar við Reiðarafelagið
verða tiknar uppaftur.
Men vit vænta tó ongar
kollveltandi
broytingar,
endurtekur hann.
Vilja hava lægri yvirmannapartar
Færri sjórán í desember
Hóast royndirnar hava verið nógvar, so blivu bert tvey skip rænd í farna mánaði.
Fleiri lond hava sent skip og tyrlur at ansa eftir har um leiðir, og tað hevur víst seg
at hjálpa ímóti sjórænarunum. Tað merkir tó ikki, at teir eru burturi, tí á ársins fyrsta
degi varð eitt egyptiskt skip rænt og siglt til somalsku strondina, har manning og
skip helst verða afturhildin, inntil sjórænararnir hava fingið pengar fyri at lata tey
leys aftur. Í 2008 vóru fleiri enn 100 álop frá sjórænarum uttan fyri Somalia. 42
skip vórðu tikin og burturflutt, og av teimum verða 14 framvegis hildin gíslar.
Eingin neyðhjálp til Gaza
Ísrael hevur nú latið Gazageiran upp, men bert fyri at útlendingar sleppa úr land
inum. Eingin sleppur inn, sjálvt ikki teir neyðhjálparfelagsskapir, sum eru klárir við
neyðhjálp. Fleiri felagsskapir eru standby, og bíða bert eftir innferðarloyvi í Gaza. Ì
morgun rakti eitt ísraelskt luftálop 15 hús, eftir sætta náttarálopið á rað. Higartil eru
minst 417 palestinensar deyðir og yvir 2000 særdir. Teimum vantar vant og mat, og
torført er at geva øllum neyðuga læknahjálp. Teimum tørvar heilivág, gass og el, og
fyri mong er støðan eins hættislig, sum sjálv bumbuálopini.
Tað skal meira enn
eitt føroyskt flagg á
hekkuna fyri at skapa
eina sjóvinnu. Allar
fyritreytir eru til
staðar at reka veruligt
reiðarí/shipping
virksemi í Føroyum
– men allir partar
í vinnuni mugu
stimbra hesi tilgongd,
heldur felagið hjá
navigatørum
AðAlfundur
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Avgerandi fyri føroyska
farmaskipaflotan
er,
at
kappingarførið hjá okkum
er líka gott sum hjá feløgum
í okkara grannalondunum.
Broytingar, sum nú eru
samtyktar og koma í gildi
nú 1. januar 2009, skuldu
gjørt okkara skipan kapp
ingarføra. Sjómenn undir
FAS koma at gjalda 35% í
skatti, og reiðaríini fáa 35%
í afturbering.
Á aðalfundi hjá Føroya
Skiparaog Navigatørfelag
segði Eyðstein Djurhuus,
formaður, at uppgávan hjá
Føroyum verður at tryggja,
at lønarlagið í eini føroyskari
FASskipan ikki verður verri
enn aðrastaðni.
Tá hýrur verða saman
bornar við hýrur í øðrum
londum, má havast í huga,
at lønarlagið sum heild er
munandi hægri í Noregi og
Danmark enn hjá okkum.
Eisini er stórur munur í
inntøkumøguleikunum hjá
teimum ymisku skipabólk
unum, og lønarspreiðingin
er rættiliga stór.
Eyðstein vísti á, at individu
ellir sáttmálar eisini verða
brúktir, har hvør einstakur
samráðist um sína løn.
Hetta
merkir,
segði
formaðurin, at sáttmálalønin
er eitt slag av minstuløn.
Søfartens Ledere hevur
gjørt ein lønarstatistikk yvir
lønarlagið, og hesin stað
festir, at stórur munur er
millum inntøkur fyri sama
starv.
Eyðstein segði, at við
føroyskum
farmaskipum
fáa flestu navigatørar meira
enn sáttmálaløn.
Vit hava einki ímóti at
goldið verður meiri í hýru,
men neyðugt er at fylgja
væl við, at alt ov stórur
munur
ikki
er
millum
persónar, sum gera sama
arbeiði, legði hann aftrat.
Føroyskt flagg
Nú inntøkurnar hjá lands
húsarhaldinum eru nógv
minkaðar, serliga orsakað
av minkandi fiskiskapi, er
politiskur vilji til, at nýggjar
inntøkur skulu koma frá
eini kappingarførari FAS
skipan.
Um hetta fer at eydnast,
fáa føroyskir sjómenn fleiri
vinnumøguleikar. FSN vil á
allan hátt viðvirka til, at
hetta skal eydnast. Tó vilja
vit ávarða ímóti, at allar
hurðar verða latnar upp á
víðan vegg. Tíverri vita vit,
at nógvir óseriøsir luttakarar
eru í altjóða sjóvinnu.
Formaðurin
í
Føroya
Skiparaog Navigatørfelag
legði dent á, at tað skal
meira enn eitt føroykst
flagg á hekkuna fyri at
skapa eina sjóvinnu.
Allar fyritreytir eru til
staðar at reka veruligt
reiðarí/shippingvirksemi í
Føroyum – og allir partar í
vinnuni mugu stimbra hesi
tilgongd, segði Eyðstein
Djurhuus.
Broytt FAS-skipan
skapar møguleikar