Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. januar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 1 - 2. januar 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Løgmansrøðan Løgmaður hevur hildið sína fyrstu nýggjársrøðu og staðfestast kann, at røðan á mangan hátt var áhugaverd og viðkomandi fyri fólk og vinnulív. Í røðu síni fegnaðist løgmaður eitt nú um forsetaskiftið í USA, løgmaður væntar sær nógv av Obama. Til samanberingar kann verða nevnt, at starvsbróður og partamaður løgmans í Danmark als ikki tók forsetaskiftið uppá tungu. At danski forsætisráðharrin ikki nevnir Barack Obama við einum orði, meðan flestu leiðarar kring heimin høvdu heilsanir til Obama í sínum røðum, er bart út sagt skomm fyri danska ríkið. So mikið meira eru orð løgmans um forsetasiftið í USA okkum til sóma. Nýggjársrøða løgmans er jalig á mangan hátt, men har eru eisini nøkur atfinngarverd viðurskifti. Taka vit tað jaliga fyrst, so er allur tónin í røðuni bjartskygdur og soleiðis eigur tað at vera, um hugsað verður um umstøðurnar í samfelagnum. Vit fáa at vita, at Landsstýrið hevur lagt ætlan fyri, hvussu Føroyar sleppa gjøgnum fíggjar- og búskaparkreppuna so snikkaleyst sum gjørligt. Tiltøk eru sett í verk, og onnur átøk liggja fyri framman. Men synd er at siga, at løgmaður er víðari ítøkiligur við hesum tiltøkum. Víst fáa vit at vita, at føroysku peningastovnarnir eru vorðnir partur í felags trygdarskipanini fyri peningastovnar í ríkisfelagsskapinum. Tað kann eisini bert vera gott, at landsstýrið hevur sum mál, at peningastovnarnir eisini fáa møguleika at gerast partur av næsta bankapakkanum fyri at fáa gongd aftur á búskapin. Tað er tó einki nýtt í hesum, og tað verður valla betri av, at løgmaður vil vera við, at tær neyðarsligu íløgurnar, sum eru øktar á fíggjarlógini fyri 2009 fara at byrgja upp fyri ov stórum búskaparligum sveiggjum. Hugskotið er í lagið, men her er talan um so smáar upphæddir, at hesar fara valla at fyribyrgja búskaparligum sveiggjum. Vit bíða framvegis eftir støðulýsing, sum skal vísa, hvørji tiltøk eru neyðug. Álvaratos er hetta neyðugt? Einhvør kann við egnum eygum síggja, at tað er galið við fiskivinnupolitikkinum, at skip liggja, at arbeiðsloysið veksur og hvar tað veksur. Hartil kemur, at tað er torført at taka løgmann í álvara, tá hann talar um gransking, vitanarvinnur og aðrar alternativar vinnumøguleikar, tá samgongan við júst samtyktu fíggjarlógini hevur minkað um fíggjarliga tilfeingið hjá teimum sektorum, ið mynda fortreytirnar fyri hesum vinnum. Nøkur viðurskifti eru tó so eyðsýnd, at tað ikki skuldi verið neyðugt at bíða eftir nevndu útgreiningum. Tað er kanska ein ásannan av hesum, at arbeitt verður við at fáa føroyskum fyritøkum møguleika at brúka skipanir hjá danska Eksport Kredit Fonden. Her verður nomið við júst ein stóran og aktuellan vinnutrupulleika nevniliga at fáa fíggjarliga trygd fyri vørum og tænastum, ið skulu útflytast. Men politiskt man henda loysn fara at fella mongum fyri bróstið, tí hon gongur beint í móti teimum sjálvbjargnismálum, sum samgongan og ikki minst andstøðan hava sett sær. Hóast røðan sostatt hevur síni lýti, er samanumtikið talan um eina nýggjarsrøðu yvir meðal í dygd. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Tað er nýggjárs heilsanin frá løgtinginum til lærarar og næmingar á Vinnu­ háskúlanum. Samanlagdi Sjómans­ skúlin og Maskinmeistara­ skúlin, Vinnuháskúlin, sum í fleiri ár hevur verið og framvegis er, millum tær fáu hægri útbúgvingarnar í Føroyum, sum er viður­ kend kring allan heimin, fær fingurin og er nú skerd inn á bein. Í staðin fyri, at menna um førleikan hjá skúlanum, stovna aðrar útbúgvingar og fáa hann upp á eitt enn hægri støði, skal skúlin nú pínast niður í knøini. Milli­ óna upphæddir skulu spar­ ast. Stjórin, skal næsta ár taka støðu til, hvussu hann á bestan hátt í samsvar við ynski løgtingsins fær knúst henda skúlan, sum hevur givið Føroyum so nógv. Ikki tí stjórin so fegin vil tað, men tí Fíggjarnevndin við Annfinn Kallsberg hevur avgjørt, at so skal vera. Nógv tey síðstu árini hevur Sjómansskúlin tikið næmingar inn tvær ferðir um árið. Nú hevur lands­ stýriskvinnan, Helena Dam á Neystabø, sambært fíggj­ arnevndarálitinum avgjørt, at skúlin bert skal taka næmingar inn eina ferð um árið. Hetta merkir, at eftir trimum árum, er einaferð so stolti Føroya Sjómans­ skúli og Maskinmeistara­ skúlin hálveraður. Tíverri er niðurskururin av játtanini til Vinnuhá­ skúlan ikki einasta dømi um atgerðirnar samgongan fremir ímóti útbúgving. Og sjálvt um tað er vanlig vitan, at tá arbeiðsloysi veksur, so velja fleiri at fara á skúlabonkin, so er samgongan fullkomuliga líka glað við tað. Sum varaformaður í Javn­ støðunevndini, harmar tað meg, at sjálvt um javnstøð­ an millum kynini er í bata, so er einki sum bendir á, at kvinnurnar á tingi vilja raðfesta útbúgving. Mong væntaðu, at manliga hol­ fikseringin fór at minka, tíverri. Tvørtur ímóti hava tær kopierað hugsunar­ háttin hjá monnunum, og eru tær eins glaðar fyri holini ímeðan tær venda rygg til útbúgving. Sum so mangan, er fíggindin hjá føroyingum og føroyskum sjálvbjargni og framgongd ikki at finna uttan fyri landoddarnar, men millum ráðandi menn og kvinnur í Føroyum. HEðIN D. PoULSEN Skrátt upp við Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum Kári P. Højgaard, løgtings­ maður, roynir enn einaferð í eini blaðgrein, at gera seg leysan av allari ábyrgd av fíggjarligu avleiðingunum av blokkniðurskurðinum, sum millum annað pensjón­ istarnir nú merkja. Tað í sær sjálvum er í lagið, men eg fari tó at loyva mær at seta honum hesar spurning­ arnar, sum eg vóni at hann kann svara mær ítøkiliga: Atkvøddi Kári P. Høj­ gaard fyri fíggjarlógini fyri 2002, har inntøkusíðan varð skerd við 366 mió. krónum? Atkvøddi Kári P. Høj­ gaard fyri yvirtøkulógini, sum var sjálvt grundarlagið undir blokkniðurskurðinum? Um Kári P. Højgaard atkvøddi fyri hesum lóg­ unum, var hann so harvið við til at lækka blokk­ stuðulin við 366 mió. krónum um árið? Atkvøddi Kári P. Høj­ gaard fyri, at prístalsregul­ eringin av blokkstuðlinum skuldi halda uppat frá 1. januar 2003? Kann Kári P. Højgaard prógva, at tað onga ávirkan hevur fingið ella fær fyri føroyskar pensjónistar, at tríggjar milliardir eru tveittar burtur síðani 1. janura 2002? Um hann kann prógva hetta, hvat er so prógvið? Um vit býta hesar tríggjar milliardirnar við talinum 6.000 (sum er talið av pen­ sjónistum í Føroyum), so vísir tað, at blokkniður­ skurðurin hevur kostað eina hálva millión fyri hvønn pensjónist í landinum! Er Kári P. Højgaard samdur við hesum roknistikkinum (tað at 3.000.000.000 : 6.000 = 500.000)? Um Kári P. Højgaard ikki er samdur við hesum roknistykkinum, kann hann so upplýsa rætta talið? Kann Kári P. Højgaard greiða frá, hvørjar nýggjar inntøkur fullveldissam­ gongan, sum hann var partur av, skaffaði lands­ kassanum, at seta ístaðin fyri blokkniðurskurðin? Er tað ikki rætt, um eg sigi, at fullveldislands­ stýrið, sum Sjálvstýris­ flokkurin var partur av, ætlaði at avtaka allan blokkstuðulin? Kann Kári P. Højgaard greiða mær frá, hvussu stórt avlopið hjá landskassanum var í 2001, 2002 og 2003 (t. v.s. áðrenn hann atkvøddi fyri blokkniðurskurðinum og árini aftaná)? Um uppskot verður lagt fyri tingið um at skerja restina av blokkstuðlinum burtur, fer Sjálvstýris­ flokkurin so at atkvøða fyri tí uppskotinum? Um Sjálvstýrisflokkurin atkvøður fyri einum tílík­ um uppskoti, meinar hann so harvið, at tað fær onga ávirkan á vælferðina í Føroyum, at meira enn 600 mió. krónur afturat verður tveitt burtur árliga? Um Sjálvstýrisflokkurin atkvøður ímóti einum tílík­ um uppskotin, hvør er so orsøkin til, at hann hevur broytt støðu síðani 2001? Tað framgongur av greinini hjá Kára P. Høj­ gaard, at stakir uppihald­ arar, lesandi, pensjónistar og tey ið bera brek, skulu ikki bera kostnaðin av niðurskurðinum av blokk­ stuðlinum. Kann Kári P. Højgaard siga ítøkiliga, hvør so skal bera kostnaðin? Við vón um skjótt svar. 15 spurningar til Kára Post HELgI ABRAHAMSEN