fríggjadagur 2. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 - 2. januar 2009
13
Útisetar heimaftur? Altjóða
universitet? Víðkaða ferða
vinnu? Vinnuligt fjølbroytni?
Búskaparligan framburð?
Visión 2015? Altjóðagerð?
Gloym alt hetta! Føroyar eru
ein útjaðari og kunnu ikki
blíva partur av altjóða sam
felagnum í verandi støðu.
Dýrir flogferðaseðlar og
vánaligt ferðasamband til
meginøkið er besta uppskrift
in upp á eitt ódynamiskt
útoyggjasamfelag
H
vat er ein útjaðari? Um vit
spyrja ávísar politikarar í
Føroyum, fara tey ivaleyst at
nevna Suðuroynna, Sandoynna
og onnur støð í Føroyum, sum
ikki hava fast vegasamband við
“meginøkið”, sum í hesum føri
er Suðurstreymoy. Men henda
heimføðisliga fatan av hugtøk
unum “útjaðari” og “meginøki”
má skiftast út. Umvegis hetta
konservativa og ótíðarhóskandi
útsýnið hava vit gloymt, at vit
sjálv eru ein útjaðari í altjóða
samanhangi, og góðtóku her
fyri, tá ið einasti rættiligi
ferðamøguleiki okkara til
meginøkið bleiv latin í privatar
hendur.
Einskiljingin av Atlantsflog
er ein av ringast gjøgnum
hugsaðu verkætlanum, sum
føroyskir politikkarar í nýggjari
tíð eru farnir undir. Eg sakni
enn, og eftirlýsi tí, eina
veruliga grundgeving fyri
fyrimunum við hesi verkætlan.
Fjølmiðlarnir hava tíverri ikki
verið fúsir at spyrja, heilt
einfalt: Hví skal Atlantsflog
einskiljast?
Í mong ár hevur aðalenda
málið hjá Strandfaraskipum
Landsins verið at “sambinda
oyggjar, øki og bygdir; útjað
ara og meginøki”, sum tað
stendur á heimasíðu teirra.
Flestu føroyingar góðtaka hesa
skipan, hóast milliónir í
undirskoti gjøgnum nógv ár.
Suðuroyarleiðin, sandoyar
leiðin og aðrar almennar
íløgur hava, heilt einfalt, gjørt
tað meira liviligt hjá teimum
sum hava búleikast í føroyska
útjaðaranum.
Sostatt hevur Strand
ferðslan ikki til uppgávu at
vinna pening til sín sjálvs,
men at toga útjaðara og
meginøki tættari at hvørjum
øðrum. Og hetta kostar pening.
Men okkara einasta flogfelag
megnar ikki nóg væl at toga
útjaðaran Føroyar tættari at
evropeisku meginøkjunum. Um
vit samanbera Strandferðsluna
við Atlantsflog, gerst beinan
vegin greitt, at feløgini bæði
hava als ikki sama grundarlag
fyri at eksistera.
Strandferðslan er ein fólksins
tænasta, hvørs endamál er at
halda livistøðinum í útoyggjun
um uppi, hvørs vinningur ikki
verður gjørdur upp og er torfør
ur at fáa eyga á hjá einum
havnarmanni sum undirritaða,
hóast eg veit, at hann er púra
greiður hjá útoyggjafólki.
Atlantsflog er ein fyritøka,
hvørs fyrsta endamál er at
vinna pening á einum marknaði
við ongari kapping, á øllum
ferðafólkafarleiðum, sum vit
hava úteftir. Hesar farleiðir eru
samstundis lívsgrundarlagið hjá
føroyska samfelagnum. Støðan
hevur nú valdað í nøkur ár, nóg
leingi til at flestu føroyingar, og
serliga útisetar, hava kent amp
an av dýrum flogferðaseðlum
og óstøðugum farleiðum.
Strandferðslan hevur undir
skot og tað skal hon hava. Tí
kann hon ikki privatiserast.
Atlantsflog hevur í nøkur ár
havt eitt ávíst yvirskot, men
fyrstu árini var, hall og landið
mátti bjarga fyritøkuni, eins og
Maersk konsernin eisini bjarg
aði Maersk Air. Hóast Atlants
flog er privatiserað, kann fyri
tøkan fara at geva hall aftur, og
tá verður landið noytt at taka
um endan og rokningin send til
skattaborgaran, eins og vit upp
livdu við Smyril Line herfyri.
Tí er betri, at landið stendur við
endan bæði í góðum og ringum
tíðum.
Politikkarar hava eisini lagt
stein oman á byrðu við at leggja
eitt ferðaavgjald á ferðandi til
og úr Føroyum, meðan ferða
fólk, ið sigla millum oyggjar,
bæði við skipi og gjøgnum
tunlar, fáa stuðul við tað, at
flestu av slíkum almennum
íløgum (skip og tunlar) geva
undirskot. Hetta er eitt
paradoks.
Ein og hvør dugir at síggja, at
skipanin, sum Atlantsflog er
partur av, hevði ongantíð verið
góðtikin til ferðafólkaflutning
innanlands. Men hví er skipan
in so góðtikin til ferðafólka
flutning ímillum Føroyar og
onnur lond? Sigur tað seg ikki
sjálvt, at vit mugu flyta logikk
in, sum Strandferðslan er bygd
á, yvir á Atlantsflog, nevniliga
tí at sambandið millum Føroyar
og umheimin er líkt sambandi
num millum føroyskar útoyggj
ar og føroyskt meginøki?
Hvussu kunnu vit góðtaka, at
eitt privat monopol situr so
tungt á okkara uttanhýsis út
oyggjaleiðum, tá ið vit ongantíð
høvdu góðtikið eitt privat
monopol á okkara innanhýsis
útoyggjaleiðum?
Atlantsflog varð sett á stovn,
nevniliga fyri at tálma tí yvir
ræði og høgum prísum, sum
Maersk hevði á farleiðini mill
um Danmark og Føroya. Tað er
sostatt eitt týðiligt paradoks, at
einskiljingin av Atlantsflog, sum
byrjaði herfyri, var eitt afturstig
ímóti tí støðu, sum vit høvdu við
Maersk sum einaráðandi
monopoli á føroyaleiðini.
Serliga er tað paradoksalt, at
einskiljing ofta verður sett í
samband við dynamikk og
búskaparligan framburð, men at
í sambandi við Atlantsflog er
einskiljing ein av høvuðsorsøk
unum til tað mótsatta. Hetta
prógvar, at marknaðarkreftir
ikki altíð virka til fyrimuns fyri
samfelagið. Einskiljing og
marknaðarkreftir eru ikki uni
versalt positiv hugtøk, men
mugu setast í ein ávísan saman
hang, og her hava nógvir av
núverandi føroyskum politikk
arum (higartil) dumpað.
Tað skal tó sigast, at núver
andi vinnumálaráharrin, Johan
Dahl, er so mikið framskygdur,
at hann herfyri meldaði út, at
tað almenna eigur at keypa
einskilda partin av Atlantsflog
aftur, soleiðis at felagið kann
brúkast sum ein fólksins tæn
asta, á sama hátt sum Strand
ferðslan. Tíverri kann tað sama
ikki sigast um onnur samgongu
fólk, sum tvingaðu harra Dahl
at draga sínar útsøgnir í land.
Eingin ynskir monopol á
nøkrum marknaði. Men tá ið
ikki slepst undan monopoli,
sum á til dømis suðuroyarleið
ini og keypmannahavnarleiðini,
er altíð betri við almennum
monopoli, hvørs grundarlag er
“tænasta til breiðan ágóða”, enn
privatum monopoli, hvørs
grundarlag fyrst og fremst er
peningaligur vinningur.
Um tað almenna keypir ein
skilda partin aftur, verður sjálv
andi minni peningaligur vinn
ingur, og helst eisini undirskot
onkur ár, hjá Atlantsflog, men
vinningurin verður uttan iva at
síggja aðrastaðni í samfelagn
um, serliga við tað at fólk fara
betur at tíma bæði at vitja og at
flyta til Føroya í framtíðini.
Undir verandi støðu er púra
greitt, at aðalendamálið hjá
Atlantsflog er at vinna pening
til sínar partaeigarar. Men kann
tað góðtakast, at nakrir fáir
vinnulívsmenn taka restina av
samfelagnum til gísla, tálma
ferðavinnu og vinnuligari menn
ing annars og oyðileggja hugin
hjá føroyskum útisetum at
koma heimaftur at byggja land?
Tá ið føroyskir útisetar verða
spurdir, um teir ætla sær til
Føroya at búgva, er svarið
javnan “eg vildi fegin viljað,
men eg fái ikki viljað”. Sostatt
hava útisetar ein tvílyntan
hugburð til Føroyar; tey ynskja
at búgva í Føroyum, men tey
vilja ikki búgva her í núverandi
støðu. Høvuðsorsøkin til hetta,
er borgaragryvjan, sum Atlants
flog, saman við ávísum polit
ikkarum, er í ferð við at grava
rundan um føroyska samfelag
ið. Gryvjan kann skjótt gerast
ein verulig grøv til ein doyggj
andi útjaðara.
Um vit ynskja at vera verandi
í fjarstøðu frá meginøkinum, so
er at lata privata Atlantsflog
hava fríar teymar til at vinna
sær pening á einasta uttan
landsferðamøguleika føroyinga.
Men um vit ynskja eitt sam
felag, sum flytir seg líka skjótt
sum umheimurin og sum fær
betri úrtøku frá sínum menn
iskjasliga og intellektuella
tilfeingi, mugu vit rakna við og
síggja, at núverandi støða er
sera álvarslig. Politikkarar og
onnur kunnu halda á at tveita
um seg við orðum sum “altjóða
gerð”, men tá ið nakað so
grundleggjandi sum ferðasam
band er í so ringum standi,
kann alt annað gera tað sama.
Gævi at politikkarar tóku
trupulleikan í álvara, og gævi at
aðalendamálið hjá Atlantsflog
bleiv líka hásinnað, sum tað hjá
Strandferðsluni: At sambinda
útjaðaran Føroyar við megin
økið Evropa.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Atlantic Airways og
politiski galskapurin!
Tíðargreinin
tíðargreinin
Rógvi Absalonsen
rogabs@hotmail.com