fríggjadagur 2. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 1 - 2. januar 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Í morgin 3. januar
verður Páll Mikkelsen
í Havn 80 ár.Vit hava
verið inni á gólvinum
hjá honum
Um Páll kann sigast, at
hann er bæði gøtumaður og
lorvíkingur. Hann er tí ein
góð ímynd av teirri saman
legging av teimum báðum
kommununum, sum hendi í
gjár.
Bæði foreldrini vóru úr
Gøtu. Pápin var Petur Mikk
elsen, sonur Malenu og
Jógvan á Lækjuni í Syðru
gøtu. Mamman var Anna
Katrina f. Zachariassen.
Hon var dóttir Frederikku
og Óla Jákup í Jákupsstovu
í Norðragøtu.
Petur gjørdist lærari, og
hann kom at virka í Lorvík
størsta partin av lívinum.
Her varð Páll føddur, og
hetta ger so Páll til lorvík
ing.
Páll tekur til, hvussu gott
hann hevði tað sum barn.
Lorvík var ein frálík bygd
at vaksa upp í.
Hann var eisini javnan og
vitjaði sína ætt í Gøtu. Tað
var bert ein tími at ganga
um Lorvíksfjall. Hetta var
ikki tá roknað sum nakað at
tosa um. Har vóru enntá
trappur og gelendarar at
halda í. Her var javnan
nógvur trafikkur. Páll minn
ist sín barndóm sum eitt
paradis.
Systkini vóru Óli, Jón
svein, Anfinn, Marjun og
Eyðleyg. Her var talan um
rættuliga “familjuplanlegg
ing”. Systkini eru fødd við
tvey ára millumbili í 1927,
1929, 1931, 1933, 1935 og
1937. Marjun doyði fyri
nógvum árum síðani. Hon
var rørlsutarnað, og tað var
tiltikið, hvussu væl tey tóku
sær av henni.
Anfinn varð umrøddur í
seinasta Sosiali í greinini
um indianarahøvdingan í
Canada, sum kundi sam
skifta við djórini. Hini
búgva í Føroyum. Jónsvein
á Toftum og Óli, Páll og
Eyðleyg í Havn.
Í fyrsta liðnum av
matematiskum
studentum
Páll gekk sum vanligt tá í
skúla, til hann var 14 ára
gamal. Tá fór hann at
arbeiða í handlinum hjá
Georg
Johannesen
hjá
Lorvíks Jóannes. Her var
hann í hálvt annað ár. Tað
lá tíðliga í Pálli, at hann
vildi sleppa at læra. Hann
fór til Havnar í 1945 fyrst
at taka preliminier og síðan
studentsprógv, sum hann
tók í 1949. Páll var í fyrsta
holdinum av matematiskum
studentum. Hetta ár vóru
teir 19 studentar, 10 vóru
matematikarar.
Páll fór so eitt ár til skips.
Hetta var við tí kolfýrda
trolaranum Krosssteini hjá
Haraldsen
í
Fuglafirði.
Skiparin
var
Grækaris
Hansen, sum var giftur við
Onnu, mostir Páll. At vera
við einum slíkum trolara
var eggjandi fyri ein tekn
iskt áhugaðan ungling. Ein
trolari var jú eisini tá nógv
teknikkur, og har lærdi
mann millum mangt annað
eisini at ansa sær.
Síðan gekk leiðin til Dan
markar, har Páll fór at lesa
til verkfrøðing á Polyteknisk
Højskole.
Skúlagongdin
var í tveimum. Her var tað
fyrst ein fyrsti partur við
øllum tí grundleggjandi lær
dóminum. Síðan skuldi ar
beiðast eitt ár. Páll arbeiddi
millum annað hjá Ólavi
Rasmussen, sum hevði tekn
iskan verkstað í Havn.
Hann var sonur Rasmus á
Háskúlanum. Páll var eisini
eitt skifti í Noregi. Síðan
tók hann annan part, sum
tók hálvtriðja ár. Hetta gekk
alt væl, og Páll fekk prógv
sum verkfrøðingur í 1955,
níggju og eitt hálvt ár eftir,
at hann fór úr Lorvík.
Aftaná at hava fingið
prógv arbeiddi Páll eitt
hálvt ár hjá Københavns
Belysningsvæsen. Men
hugurin var at koma aftur
til Føroya, og Páll gjørdist í
1955 lærari á Studentaskúl
anum í Havn, har hann
undirvísti í matematikk og
fysikk. Her var Páll fram til
1958. Páll sigur, at sagt
varð av dønum á studenta
skúlanum, at føroyski ung
dómurin var nógv meira
búgvin enn tann danski, og
tað
heldur
Páll
eisini
sjálvur.
SEV gjørdist
lívsverkið hjá Páll
Nú koma vit til lívsverkið
hjá Páll, nevniliga hjá SEV,
sum byrjaði sína streymveit
ing í 1954. Samfelagið
broyttist skjótt við størri
virksemi,
serliga
innan
fiskaframleiðslu.
Hetta
gjørdi tað neyðugt at fara
undir útbyggingar, og í
1958 fekk Páll starv sum
verkfrøðingur
hjá
SEV.
Hetta vóru størri tøk, enn
vit hugsa um í dag. Fyrsti
partur, Fossáverkið, kostaði
12 milliónir. Síðani vórðu
íløgur gjørdar fyri 15 milli
ónir afturat, so tær komu
uppá 27 mill. Tímalønin hjá
arbeiðsmanni var í 1958 kr.
4. Nú er hon yvir kr. 100.
Henda íløgan vildi í dagút
frá hesum svara til um ¾
milliard. Hetta var eitt risa
tak, sum samfelagið var tá.
Men hetta er ein íløga,
sum hevur loyst seg. Í dag
geva bert hesar íløgur SEV
um 60 milliónir árliga í
inntøku.
Ein stór uppgáva hjá Páll
var at standa fyri bygging
av linjunum út um landið.
Hetta kravdi raskar menn,
og teir hevði Páll eisini.
Sjakkini vóru um 810
mans. Pelarnir vóru drignir
við spølum, annars var tað
nógv handakraft. Tað sigur
seg sjálvt, at ofta hava
umstøðurnar verið truplar.
Teir vóru burtur í einar 14
dagar í senn og gistu, har
nærmast var. Til dømis
kundu teir fáa innivist í nú
verandi ALVskúlanum við
Áir, tá ið teir vóru á hesum
leiðum.
Páll hevur arbeitt saman
við tveimum stjórum. Hjal
grim Winther og Klæmint
Weihe, sum báðir vóru
dugnaligir, og sum standa
fyri tí, sum SEV er í dag.
Klæmint hevur eisini alt
gott at bera Pálli. Hann
gjørdi sær sínar hugsanir
um hvussu skipast skuldi,
og Páll var trúgvur móti
teimum og legði alla sína
orku í at fáa tær settar í
verk.
Eitt av stóru avrikunum
hjá Páll var 60 kilovoltlinj
an, høvuðslinjan millum
Vestmanna og Havnina.
Her sýndi Páll rættuliga sín
dugnaskap.
Hann
hevði
eisini sera gott skil á, hvar
best var at leggja linjuna í
mun til veðurlagið, sum
hann eisini hevði gott skil
á. Sum skilst hevur Páll
verið nógv í náttúrini, sum
eisini hevur hansara stóra
áhuga. Tí hevur hann eisini
í mong ár verið virkin í
Føroya Náttúru og Um
hvørvisfelag, eisini sum
nevndarlimur og formaður.
Sum frá leið gjørdist út
byggingin av SEV mest við
motorum, og at enda gjørd
ist Sundsverkið høvuðs
motorverkið.
Skilagott at útbyggja
vatnorkuna
Næsta stigið hevur so verið
Páll Mikkelsen 80 ár:
Skilagott við
vatnorku
Páll og Betty
Dagliga leiðslan og stýrið hjá SEV í 1979.
F.v. Pàll Mikkelsen, Bjarni Wilhelm, skrivstovustjóri, Hjalgrim Winhter, stjóri. Síðan stýrislimirnir: Dia Poulsen, Samson
Højgaard, Fríðrik Hansen, Asbjørn Joensen, formaður, Børge Persson, Ivan Johannesen og Tórálvur Mohr Olsen.