Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 1 - 2. januar 2009 nøvn Hóast vit vistu at tú var álvarsliga sjúk, komu boðini fríggjamorgunin tann 12. desember 2008 um at tú var farin, sera dáttliga við. Súsanna Oluffa Katrin Dam, fødd Thomsen, varð fødd 3. de­ sember 1944 og vóru foreldur henn­ ara Johanne Sofie Florence (Hanne­ fía), fødd Olsen úr Vestmanna og Nicael Sederius Thomsen úr Syðru­ gøtu. Hannefía var fastur mín og vóru Súsanna og eg sostatt systkina­ børn. Eftir lokna skúlagongd fór Súsanna í læru í Føroya Banka, har hon arbeiddi til hon varð biðin í leiðarastarv í Fossbankanum, tá hann varð settur á stovn. Tá Foss­ bankin gavst í 90’ara kreppuni og sethúsaeigarafelagið bleiv stovnað, tók Súsanna sær av leiðsluni har. Súsanna byrjaði at arbeiða hjá RannTeld í juli 1996, har hon, sum tað álitisfólk, hon var, var okkara høgra hond. Vit kundu altíð fult og heilt líta á, at tað arbeiði, ið hon fekk frá hondini, varð gjørt til lítar, og var hon eisini sera væl lýdd av viðskiftafólkum RannTelds. Súsanna hevði stóran áhuga fyri politikki og var sera virkin í Sam­ bandsflokkinum. Tey mongu lesara­ brøvini frá hennara hond eru góð prógv um stóra samfelagsáhuga hennara! Hon var vald í fleiri nevnd­ ir og hevði fleiri álitisstørv og gekk nógv upp í at røkja hesar uppgávur væl og virðiliga. Góða Súsanna, vit á RannTeld sakna teg sáran, bæði sum arbeiðs­ felaga og sum tann vitugi og rætt­ vísi persónur, tú var, og er saknurin hjá mær persónliga serstakliga svár­ ur, tí tú var mín høgra hond og mítt álit arbeiðsliga. Eg kundi altíð heita á teg og kundi altíð spyrja, tá okkurt var áfatt. Men saknurin og sorgin hjá tykk­ um, Jógvan, Jóhanna Elisabeth, Margreta, Torgerð og Bjørg og øll ommubørnini, kann ikki metast við okkara, tí tit hava mist tykkara konu, mammu og ommu. Má tann góði Gud og frelsari okkara, Jesus Kristus, troysta tykkum og halda Sína verndarhond yvir tykkum í komandi døgum. Ærað veri minnið um Súsannu Dam. Vegna starvsfelagar tínar á RannTeld Atli Minningarorð um Súsannu Dam Í dag, fríggjadagin 2. januar 2009, verður Haldgrímur Greger­ sen borin til gravar. Deyðsboðini bórust mánamorgunin 29. de­ sember. Haldgrímur var føddur 20. desember í 1932, og hann var sostatt 76 ára gamalur, nú tað so brádliga vóru boð eftir honum. Vit í FSF drýpa høvur og minnast Haldgrím sum ein av teimum, ið løgdu rygg til fyri at menna føroyskan fótbólt. Hann var drúgvur og trúgvur. Í mong ár sum formaður í GÍ og harvið eisini sum ein av teimum, ið vóru við til at mynda føroyska fótbóltspolitikkin, um tað so var á aðalfundum hjá Fótbóltssam­ bandinum, í práti mann og mann ímillum, ella tað var á øðrum fundum, sum FSF boðsendi álitisfólkum at møta á. Haldgrímur var álitismaður. Hann vísti í verki, at hann var tilvitaður um uppgávurnar, sum hann var settur at røkja. Hann var altíð til reiðar at taka tøk, og eingin ivaðist í, hvørja støðu hann hevði. Hjá honum var eitt orð eitt orð, hann var framburðs­ hugaður, og ikki minst var hann samstarvshugaður. Eisini eftir at hann fyri nøkr­ um árum síðani hevði lagt frá sær sum GÍ formaður, møtti hann trúliga upp á FSF aðalfund­ unum. Fótbóltssambandið hevði kosið hann sum heiðurslim, og heilt inntil tað síðsta vísti hann fótbóltinum og Fótbóltssam­ bandinum ans. Í hesum mánaðinum eru tríati ár liðin, síðani FSF varð sett á stovn. Haldgrímur var við, tá ið tað var ÍSF, sum hevði ábyrgdina av fótbóltinum, hann var við, tá ið tað var fótbóltsdeildin hjá ÌSF, sum skipaði fyri, og hann var millum stuðlarnar, tá ið Fótbóltssambandið varð sett á stovn. Vanliga verður sagt, at tredivu ár er ein mansaldur. Sannleikan í hesum orðunum, kunnu vit í FSF staðfesta. Fleiri av teimum, sum vóru við til at seta Fótbóltssambandið á stovn, eru farnir, og nú vóru boð eftir Haldgrími. Haldgrímur var tjóðskapar­ maður. Saman við Hallgerð, sum stuðlaði so nógv og væl, og sum hann helt so ógvuliga nógv av, møtti hann altíð til landsdystirnar á Svangaskarði og Tórsvølli, og um tað onkra ferðina barst honum frá, so ringdi hann at boða frá. Hann kendi seg at vera part av felags­ skapinum, sum hevði ábyrgdina av at bera føroyska fótbóltin fram á leiðini. Tá ið gøtumenn fyri triðju ferð høvdu strítt seg upp á tindin – tað var í 1993 – høvdu teir eisini kvalifiserað seg at spæla í europeisku kappingini. Yngru menninir í Gøtu stuðlaðu Hald­ grími sera væl, og veteranurin stórtreivst í hesum høpinum. Í sambandi við lutakastini hitti hann undir føroysku húgvuni fleiri av oddvitunum í europe­ iskum fótbólti, og tá ið hann og Hallgerð sótu á Ibrox og sóu GÍ spæla ímóti Glasgow Rangers við Brian Laudrup og Paul Gas­ goine á liðnum, frøddi hetta hann almikið. Í føroyskum og eurpeiskum fótbóltspolitikki hitti Haldgrím nógv fólk. Hann var vinsælur og ein meistari í at hava við fólk at gera, og tí var tað upplagt, at konan og hann vunnu sær nógv­ ar vinir bæði heima og burturi. Haldgrímur var heiðraður við gullmerkinum hjá ÍSF, og tað kendist sum prýði fyri føroyska fótbóltsheimin, tá ið hann fekk handað altjóða viðurkenning við innskriftini, sum segði “In recognition of your dedication to football”. Í dag verður Haldgrím borin út úr Gøtu kirkju, sum hann var so góður við. Trúfesti sítt ímóti kirkjuni vísti hann eitt nú við at tæna sum limur í kirkjuráðnum í seytjan ár. Í FSF minnast vit Haldgrím við tøkk og virðing, og vit biðja hin alvalda troysta Hallgerð, tær fýra døtrarnar og teirra og øll, sum stóðu skilamanninum og heiðursmanninum Haldgrími Gregersen nær. Fótbóltssamband Føroya Haldgrímur er farin Føðingar 1. desember fingu Lív Patursson og Kristian Eli Andersen, Keypmannahavn, ein son. Hann var 49cm langur og vigaði 3110 gr. 4. desembur fingu Fía Henrysdóttir og Jens Munch, Kolding, ein son, ið eitur Marcus. Hann vigaði 3538 gr og var 51cm langur. 30. desember fingu Guðrið V. og Virgar Zachariasen, Sandi, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3590 gr. Dagurin 2. januar. Ábal. Dagurin verður nevndur Ábal eftir øðrum soninum hjá Ádami og Evu, sum bróðurin Káin drap (1. Mós., 4, 1­16). Týdningurin av navninum er óvissur. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)