fríggjadagur 2. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 1 - 2. januar 2009
Ljóðgóskan á nýggju
fløguni "Væl má gagnast"
hjá Tórshavnar Manskóri
er einastandandi. Tað
kennist sum at sita á fyrstu
parkett til eina konsert
hjá kórinum, sum neyvan
hevur sungið betri
Ummæli
Kári Olsen
Herfyri gav Tórshavnar Manskór
út fløguna "Væl má gagnast".
Hetta er eitt vœlvalt heitið, tí
innihaldið má sigast at gagnast
sera vœl. Havi lurtað nakrar
ferðir eftir fløguni, og mín
meining er, at hon verður bara
betri, oftari tú hoyrir hana.
Hetta sigi eg, tí at eg havi hoyrt
Tórshavnar Manskor sungið
fleiri ferðir, og hetta man vera
tað besta, teir nakrantið hava
sungið. Um tað eru mikrofon
irnar og teknikkurin, sum hjálpir,
skal eg ikki siga, men her syngja
menninir.
T
að var einaferð onkur, sum
segði, at Tórshavnar Manskór
bara brúkti tvœr styrkir, tá teir
sungu: hart og forb.... hart. Eg
gevi ikki viðkomandi rœtt. Her
syngur korið. Melodiirnir koma
sera vœl fram, vœl stuðlaðir av
góðum kórútsetingum sum eitt
nú sangirnir, sum Heri Eysturlið
hevur lœgt til rœttis.
Sangirnir, sum eru valdir á
fløguni, eru úr gamla úrvalinum
hjá kórinum. Tó er onkur sangur,
sum kanska ikki hevur verið í
úrvalinum hjá teimum so leingi.
Her hugsi eg um sangin
“Rasbojnika”.
Tað kann vera, at hinir sang
irnir eru valdir, tí menninir føla
seg tryggar við teir.
Solosangarar eru eisini. Her er
ein, sum skarar framúr, og tað er
Petur H. Niclasen. Hann hevur
eina klára og vakra rødd. Petur
skuldi havt gjørt meira við sang
in fyri árum síðani. So hevði
hann verið kendur uttanfyri før
oysku landoddarnar. Fróði Sand
oy, Birgir Krossteig, Mouritz
Mohr, Tór Verland Johansen og
Andrias Reinert skulu heldur ikki
gloymast. Vælvaldir solosangarar
til røttu sangirnar. Eitt nú er tað
altíð ein fragd at hoyra Andrias
Reinert syngja negro spirituals.
S
o er tað ljóðgóðskan á
fløguni. Og her eru vit so
aftur í tí tøkniliga. Góðskan er
einastandandi.
Á fløguni liggja trý ljóðløg.
Eitt í vanligum stereo, eitt í
"superstereo", og síðan eitt í
surround. Hetta merkir, at lurt
arin sjálvandi kann spœla fløg
una í einum vanligum stereoan
leggi, ella einum, sum kann lesa
superstereo, sum Play Station 3,
og at enda ber eisini til hjá lurtar
anum at leggja fløguna í eitt
surroundanlegg og síðani njóta
fullu góðskuna av teknikkinum.
Hetta er fyrsta fløga av hesum
slag, sum er givin út i Føroyum,
og hetta er eydnast sera vœl hjá
Tórshavnar Manskóri. Njótið
røddirnar koma úr teimum ym
isku hátalarunum. Tað er sum at
sita á fyrstu parkett til eina kon
sert hjá kórinum. Ja, kanska betri!
Fløguhúsin má eisini viðmerkj
ast. Myndin frá plattavirkinum
sýnist mœr heldur løgin, men
vónandi er ein søga aftanfyri
myndina. Eg kenni hana so ikki.
Hevði hugsað mœr bara onkra
aðra mynd a húsanum. Eina
mynd, sum sigur eitt sindur
um, hvat innihaldið á fløguni
er.
N
u havi eg hvørki stjørnur
ella hattar at geva fløguni,
men um so var, hevði eg givið 5
av 6. Hví? Hvat skal man so
geva einari, sum er perfekt?
So her er bert eitt at siga:
"Vœl má gagnast!"
Tórshavnar Manskór gagnast avbera væl
"Vœl má gagnast!" Tórshavnar
Manskór – dirigentar: Bjarni
Restorff og Sunleif Rasmussen.
Tað hevur fingið ilt
í mong, at netstaðið
Facebook tekur
sær rætt til at sletta
myndir av brósta
geving, tí tær metast
at vera ósømiligar
Bann
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Hevur tú lagt eina mynd á
Facebook av tær sjálvari við
lítla fitta baby á brósti, skalt
tú vænta, at myndin skjótt er
horvin. Roynir tú at leggja
myndina út aftur, verður tú
mest sannlíkt strika sum
brúkari á vælumtókta net
staðnum, veit tíðindastøðin
Sky News at siga.
Mótmæla Facebook
Fittir, súgvandi nýføðingar
ella ei so er tað nevniliga
brot á reglurnar hjá Face
book at vísa myndir av
naknum bróstum.
Hetta hevur fingið ilt í
nógvar kvinnur á Facebook,
sum nú fylkjast í einum
mótmælisbólki, ið sigst at
telja meir enn 90.000 fólk.
Herfyri savnaðust fleiri tú
sund av teimum í eini mót
mælisgongu framman fyri
høvuðssætið hjá Facebook í
Palo Alto í Kalifornia
Sambært miðlagranskar
anum
Stig
Hjarvard
á
Universitetinum í Keyp
mannahavn nyttar tað tó
neyvan nógv at mótmæla
"Trupulleikin er, at netið
er ein globalur miðil, og
tey, sum reka eitt netstað,
kunnu gera tað sambært sín
um egnum treytum og mor
alskum normum. Tí mugu
vit eisini vænta, at vit fyrr
ella seinni verða rakt av
treytum og reglum, sum
koma aðrastaðni frá", sigur
Hjarvard við donsku út
varpsstøðina, P3.
Facebook verjir seg við at
siga, at tey onki hava ímóti
bróstageving sum so. Tað
eru myndirnar av naknum
bróstum og bróstvørtum,
sum eru trupulleikin. Hesar
verða bólkaðar saman við
ósømiligum myndum sum
heild, ið Facebook heldur
seg hava skyldu at verja
sínar brúkarar ímóti.
Facebook bannar myndum av bróstageving
Á Facobook verða myndir av
bróstageving bólkaðar saman
við ósømiligum myndum, og
verða tær tí strikaðar
FKT038
TÓRSHAVNAR MANSKÓR
TÓRSHAVNAR MANSKÓR
VÆL MÁ GAGNAST!
VÆL MÁ GAGNAST!
1. Sangerhilsen (2:19)
2. Boðar tú til allar tjóðir (3:07)
3. Eg elski teg land (3:13)
4. Nú andar suðrið sæla (3:29)
5. Prúða land (3:28)
6. Upp alt, ið Harrin hevur gjørt (4:16)
7. Stemning (1:51)
8. Jeg vil mig Herren Love (3:22)
9. Dýrd á vík og vág (2:39)
10. Razbojnika blagorazoumnago (2:46)
11. Stíg seggur oman Golgata (1:19)
12. Páskamorgun (1:53)
13. Joshua fit de battle ob Jericho (1:36)
14. Tú ert so deilig (3:43)
15. Matlepin (3:29)
FKT038
TÓRSHAVNAR MANSKÓR VÆL MÁ GAGNAST!
Conductors:
Bjarni Restorff
Sunleif Rasmussen
Conductors:
Bjarni Restorff
Sunleif Rasmussen