fríggjadagur 2. januar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 1 - 2. januar 2009
Gott kvøld øll somul!
Lívskorini í Føroyum eru, nú
sum áður, knýtt at náttúruni.
Náttúran er vøkur og vágin; kát
og kørg; rík og ræðandi.
Í hesum náttúrudepli hava vit
føroyingar lært at lívbjarga
okkum og vinna okkum til
lívsins uppihald. Í meira enn
1000 ár hava vit tillagað okkum
til fyritreytir og umstøður, vit
ikki eru harrar yvir.
Á okkara fjarskotnu klettum
hava vit bygt eitt framkomið
vitanar- og vælferðarsamfelag.
Og hóast vit hava verið fyri
bakkøstum gjøgnum tíðirnar,
hava vit altíð fótað okkum aftur.
Ikki minst í 90unum, tá vit eftir
bert fimm árum vendu einum
samfelagi á húsagangi til eitt ríkt
land við sunnum búskapi.
Í dag valdar fíggjarkreppa í
øllum heiminum. Lond hava lagt
seg eftir at fullnýta møguleikar-
nar í alheimsgerðini, men hava
ikki varnast veika partin av
hesum ráki. Tráanin eftir skjótum
vinningi hevur skúgvað skynsemi
til viks. Fíggjarligar eftirlitsskip-
anir tvørtur um landamørk hava
ikki staðið mát við økta altjóða
virksemið á fíggjarøkinum.
Vit merkja eisini rembingarnar
í Føroyum við skerdum láni-
møguleikum, uppsøgnum og
gjaldsteðgi.
Jú, hvøkkur er eisini farin
gjøgnum okkara samfelag. Men
vit mugu ikki lata fjálturin fáa
ræði á okkum. Nú, sum altíð,
tørvar okkum vit og skil.
Føroyar eru væl fyri at taka
ímóti hesum avbjóðingum.
Almenna skuldin er lítil, og
landið hevur tøkan pening. Og
fram um alt eiga vit eitt ómeta-
liga dýrabart tilfeingi. Eitt
náttúruríkidømi og eitt dugnaligt
fólk. Hetta er tilfeingið, vit
bygdu okkara land úr. Tilfeingi
sum vit og okkara børn skulu
byggja okkara framtíð á. Hetta
eru virðir sum ikki eru knýtt at
heimsmarknaði og kursi. Virðir
sum ikki hvørva, um so virðis-
brøv falla.
Jú, Føroyar eru tilbúnar til
nýggjar avbjóðingar.
***
Landsstýrið hevur lagt ætlan
fyri, hvussu Føroyar sleppa
gjøgnum fíggjar- og búskapar-
kreppuna so snikkaleyst sum
gjørligt. Tiltøk eru sett í verk, og
onnur átøk liggja fyri framman.
Føroysku peningastovnarnir
eru vorðnir partur í felags trygd-
arskipanini fyri peningastovnar í
ríkisfelagsskapinum. Málið er, at
peningastovnarnir eisini fáa
møguleika at gerast partur av
næsta bankapakkanum, har
umhugsað verður at seta 100
milliardir í fíggjarkervið, fyri at
fáa gongd aftur á búskapin.
Fyri at byrgja upp fyri ov
stórum búskaparligum sveiggi
hevur samgongan á fíggjarlógini
valt at økja um íløgurnar kring
landið, samstundis sum hon
hevur tálmað vøksturin í rakstrar-
útreiðslunum hjá landinum.
Hetta kunnu vit gera, tí landið er
ført fyri at fíggja hall í nøkur ár.
Støðulýsing verður gjørd av
ymsu geirunum í vinnuni.
Endamálið er at fáa heildarmynd
av framtíðarútlitunum, og hvørji
átøk kunnu gerast neyðug fyri at
trygga støðugar vinnukarmar.
Fyritøkur uppliva, at tað er
trupult at fáa fíggjarliga trygd
fyri vørum og tænastum, ið skulu
útflytast. Arbeitt verður tí við at
fáa føroyskum fyritøkum møgu-
leika at brúka skipanir hjá
danska Eksport Kredit Fonden.
Harumframt standa milliardir í
grunnum, sum landið varðar av.
Málið er at nýta part av hesum
peningi til menning og gransking
fyri harvið at skapa búskapar-
ligan vøkstur.
Endamálið við búskaparátøk-
unum er at tryggja vælferðina í
landinum.
Tað krevur skynsemi. Vit skulu
venda hvørjari krónu og gera
neyðugar tillagingar, ið ikki
avlaga okkara vælferðartænastur.
At lækka vælferðina er ikki ein
kostur í at velja. Størsti missurin
er, um fólk noyðist at flyta av
landinum. Tí er neyðugt at fáa
fólkið at støðast, eisini um tey
gerast arbeiðsleys. ALS-útgjaldið
verður tí hækkað úr 70 prosent-
um uppí 80, og møguleikarnir at
umskúla seg til aðrar vinnur
mugu betrast.
Landsstýrið fer eisini at broyta
bygnaðir í samfelagnum fyri at
taka ímóti framtíðar avbjóðing-
um. Hetta eru m.a. broytingar á
kommunuøkinum, eftirlønar-
viðurskiftum, á íbúðarøkinum og
ikki minst í fiskivinnuni.
***
Havøki okkara er 200 ferðir
landøki og ein ótømandi kovi,
røkja vit hann rætt. Fáir heims-
borgarar eru vælsignaðir við so
virðismiklum matvørutilfeingi,
sum vit.
Men tilfeingið er avmarkað.
Og tilverugrundarlagið er tí
treytað av, at vit duga at røkja
tað, so at nýtslan verður burðar-
dygg. Burðardygg veiða gevur
betri prís og marknaðaratgongd
og tryggjar okkara eftirkomarum
lut í hesum dýrgripi.
Vit mugu eisini skapa virðis-
øking við at gagnnýta allan fisk-
in, sum kemur uppá dekkið. Ikki
bara flakið, men eisini alt tað
góða tilfeingi, sum er í eitt nú
livrini, rogninum og skræðuni. Í
einum heimi, har matvørutrot er
ein vaksandi hóttan, er tað
okkara skylda at gagnnýta
tilfeingið fult út.
Hetta krevur umskifti - størri
og smærri tillagingar.
***
Eitt umskifti elvdi í summar til
tvídrátt, nevniliga viðgerðin og
áseting av fiskidøgum. Mong
vilja gera hetta til eitt stríð mill-
um fiskifrøðingar og fiskimenn,
útjaðara og miðstaðarøkið,
akademikarar og verkafólk.
Hetta ber ikki framá. Tí split
byggir ikki land.
Fiskivinnan er okkara høvuðs-
vinna, og tilfeingið ogn Føroya
fólks. Tí eru kjak og viðgerð
alneyðug, skulu vit tryggja
burðardygga veiðu og javnvág
millum ágóða hjá loyvishavara
og Føroya fólki. Í hesi tilgongd
má samspæl vera millum allar
áhugapartar - roynd sum lærd.
Tey, hvørs livibreyð er knýtt at
fiskivinnuni, skulu sjálvandi
verða tikin uppá ráð. Lata vit
hinvegin manglandi virðing fyri
útbúgving og vísind ráða, styggja
vit fólk frá okkum.
Hvørt ár fara hundraðtals ung
út í heim at leita sær royndir og
útbúgving. Vit hava eisini tørv á
teimum, tá ið vit byggja land.
***
Í dag er tað alheimsgerðin, ið
ásetir fortreytirnar.
Heimurin er vorðin eitt sølu-
torg, har allar vørur, fyritøkur og
lond kunnu gera seg galdandi -
stór sum smá. Í hesi kapping er
umdømi og samleiki týdningar-
mikið. Tí mugu vit gagnnýta okk-
ara kappingarsamleika – tað, sum
ger Føroyar serstakar. Vit skulu
gerast tilvitað um okkara sterku
síður og skapa nýtt burturúr, sum
vit kunnu bjóða heiminum.
Napoleon Bonaparte skal hava
sagt: Tað er ikki tann við størsta
herinum, ið sigrar. Men tann, ið
fær øll síni fólk at marsjera somu
leið. Føroyar hvørki skulu ella
kunnu leggja heimin undir seg.
Men um politiska skipanin,
fyrisiting, mentanarlív, vinna og
borgarar draga eina línu, vinna
vit langt á leið.
***
Í heimssamfelagnum eru ikki
bara okkara vørur, tænastur og
fyritøkur í kapping. Føroyar eru
eisini í kapping við umheimin
um sínar egnu borgarar. Vit skulu
hava eitt samfelag, har fólkið
støðast og eitt samfelag, sum
dregur dugnaligt fólk til sín. Tí
má tolsemi ráða, og tað persón-
liga frælsi vera í hásæti.
Eg ynski inniliga, at øll - eisini
okkara útisetar og útlendingar,
sum hava búsett seg her, skulu
føla seg væl í Føroyum. Mítt
ynski er, at øll taka samleikan til
sín og eru stolt av at kenna seg
sum føroying. Okkara samleiki
skal fevna um øll uttan mun til
politiska sannføring, átrúna,
húðalit og kynslív.
Lat okkum standa saman,
stuðla hvør øðrum og gleðast um
okkara ymiskleika.
***
Árið 2008 var tíverri ikki
friðarár. Ófriður og sorgarleikir
vóru í nógvum afrikanskum
londum, umframt at kríggið í eitt
nú Afganistan heldur fram. Í
november vóru vit øll vitnir til
yvirgangin í Mumbai, tá ið vápn-
aðir menn myrdu frá hond. Og
nú um jóladagarnar er stríðið
millum ísraelar og palestinar
kyknað uppaftur í Gasa. Hund-
raðtals menniskju, eisini sivil
liggja eftir á. Heimssamfelagið
má strongja á fyri at fáa partar-
nar til samráðingarborðið. Um
2009 skal bera frið við sær liggur
ein stór ábyrgd á heimsins
leiðarum.
Amerikanska forsetavalið ber
boð um, at heimurin er í broyt-
ing. USA fær fyri fyrstu ferð ein
littan forseta. Visjónirnar hjá
Barack Obama hava vakt virðing
kring allan heim og íbirt vón um
grundleggjandi broytingar. Hann
hevur megnað at vekja eina trúgv
á fólkaræði og eggja til saman-
hald fyri at skapa eina betri fram-
tíð. Og hann hevur givið nýggja
vón um, at tað fer at bera heim-
sins londum til at seta felags kós
á veðurlagsøkinum. Ein avbjóð-
ing, ið verður spádd at vera tann
størsta í 21. øld.
Okkara partur skal ikki liggja
eftir. Við virkisætlanini um at
minka útlát av veðurlagsgassum,
hevur landsstýrið sett skjøtul á
eina týdningarmikla tilgongd. Vit
kunnu sjálvsagt ikki basa veður-
lagsbroytingunum einsamøll,
men vit skulu taka medábyrgd og
vinna Føroyum umdømi, sum
land, ið verjir náttúruna.
***
Góðu Føroyingar
Skulu vit fram á leið og skapa
nýtt, mugu vit trúgva á egin evni
og megi.
Vit skulu viðurkenna, at vit
duga, tí tað gera vit. Føroysk
listafólk, granskarar og ítróttar-
fólk hava skapt úrslit og vunnið
viðurkenning kring heimin. Hesi
úrslit vóru ikki nádd uttan trúgv,
dugnaskap og áræði.
Fyri mongum árum síðani stóð
ein ungur maður í bønum oman
fyri bygdina og málaði. Fólk
spurdu hann, nær hann ætlaði
sær til arbeiðis. Ungi maðurin
var Sámal Joensen – seinni betur
kendur sum Mikines. Í dag er
ongin í iva um, at hann var ein
virðisøkjari og ein nýskapari av
teimum heilt stóru.
***
Nú árið stundar móti enda ,
kunnu vit gleða okkum um at
njóta hesa løtu saman við familju
og vinfólkum.
Eina tílíka løtu leita mínir tank-
ar til tykkara, sum eru á sjónum
ella burtur í øðrum londum.
Mínir tankar eru eisini hjá
tykkum, sum bera sorg og sakn.
Tit, sum hava verið fyri van-
lagnu. Eg veit, hvat tað er at
missa so brádliga. Slíkar royndir,
hóast harðar, so eru tær dýra-
bærar. Má nýggja árið bera
tykkum troyst og vón.
Tá lagnan er hørð, er tað tann
persónligi stuðulin, sum best ber
okkum gjøgnum svárar og
truplar tíðir.
Álit, trúgv og samanhald er
altavgerandi fyri fólk og fyri
samfelag. Tað er berandi megin,
sum ger lív laga her á landi.
Gott nýggjár og Guðs signing øll
somul.
Kaj Leo Johannesen,
løgmaður
Nýggjársrøða løgmans 2008