fríggjadagur 2. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 • 2. januar 2009
inngangur
Tað heldur íslendski aðalkon-
sulin í Føroyum í hvussu so er,
Eiður Guðnason, ið nú fer frá
vegna aldur og leitar sær heim
til Íslands aftur.
Men hvat var tað fyri ball?
Góðar tíðir, samfelags-fram-
burður og búskaparlig yvirflóð?
Ella ein long surrealistisk nátt á
kasino? Hevur ballið verið ser-
liga stórt í Føroyum? Hugsi ikki
kasino-mentaliteturin sum so
liggur til føroyingar. Tá er tað
heldur gullgravara/Klondyke-
mentaliteturin. Og hann er ikki
altíð óheppin.
Well! Avleiðingarnar frá glo-
bala fíggjar-kervinum koma vit
at merkja her hjá okkum uttan
mun til hvønn leiklut vit hava
havt. Øll verða revsaði í felag.
Bæði stór-spekulanturin, lítla
fyritøkan og unga barna-famil-
jan, ið bara ynskir at seta búgv.
Eitt forfrískandi og moral-
styrkjandi geyl kom tó beint
fyri jól frá nevndarforkvinnuni í
Íverksetarahúsinum í Klakksvík,
Kitty May Ellefsen.Meðan alt
stendur á lopi og allur tíðind-
afloymur og tos millum fólk í
løtuni snýr seg um kreppa, hall,
húsagangur, uppsagnir osfr., so
eiga vit ikki at gerast máttleys,
dapurskygd og missa allan
stríðshug. Tað er í broytingar-
tíðum, at til ber hjá virkisfúsum
fólki at hugsa nýtt og troyta
nýggjar møguleikar, skrivar
Kitty May millum annað.
Eingin ivi um at nógv verður
at hugsa um nýggjársaftan!
Men hvussu verður hug-
burðurin? Er nøkur meining at
skeinkja í sjampanjuglasið í ár?
Hevur tað harafturímóti up-
piborið at standa tómt? Um vit
so kortini skeinkja okkum í, er
glasið so hálvtómt ella hálvfult?
Hjá teimum treystu eru prei
í Vínummælinum um bestu
sjampanjurnar.
Matummælið viðmælir at eta
russisk Blini nýggjársaftan. Sum
tapas afturvið sjampanjuni.
Bókaummælið umrøður sera
væl úr hondum greidda bók
um sushi.
Í Uppskriftini greiðir Absalon
Jacobsen, víntænari, frá um
yrki sítt og letur samstundis
sjampanjuna upp.
Gott nýggjár øll somul! Vit
síggjast aftur fríggjadagin 9.
januar.
At enda fari eg at heita á
lesarar um at tekna seg til eitt
komandi tíðindabræv, ið um-
vegis telduposti - fer at kunna
um hvat rørir seg í Grams-høpi
annars.
Hetta gerst heilt einfalt við at
skriva til
mortan@hamrabyrgi.com
og upplýsa navn og teldupost.
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
24
Er ballið buið?