Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-02, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. januar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 1 • 2. januar 2009 25 -Eg drekki sjampanju, tá ið eg eri lukkulig. Eisini, tá ið eg eri kedd. Viðhvørt fái eg mær eitt glas einsamøll, og tá ið eg eri saman við fólki er sjampanjan sjálvskrivað. Eg munni mær á, tá ið eg ikki eri svong. Og kulki í meg um eg eri. Annars røri eg aldrin sjampanju – undantikið um eg eri tyst... Soleiðis segði navnframa Ma- dame Lily Bollinger um sjam- panjuna. Sjampanjan er klassisk at njóta hetta seinasta kvøldið í árinum. Og tað er eisini siður, ið hevur tikið seg upp á okkara leiðum. Tað er eingin loyna, at tað er dýrur siður. Sjampanja er dýr. Og tað er ikki bara glamour- marknaðarføringin, ið verður løgd oman á kostnaðin. Tað er sera dýrt at framleiða brúsandi vín í Champagne-økinum í Fraklandi. Soleiðis er tað! Eg tori tó eisini at siga, at tað er ein sannroynd, at einki an- nað brúsandi vín í heiminum kemur upp á hálvan skógv á sjampanjuni! Angin, smakkurin og froðin í sjampanju kann ikki eftirgerast aðrastaðni. Lat tað vera sagt beinanvegin: Tað er synd og kú-býtt at lata eina dýra franska sjampanju upp klokkan tólv at heiðra ársskiftið. At standa í fúrver- kskrútroyki, proppmettur og kanska við kenning eru ikki bestu karmar at njóta eina fína sjampanju. Ein ávaring afturat: leggið væl til merkis hvat stendur á sjampanju-etikettuni. Stendur ‘Brut’ á, so er hon skróvturr og hóskar seg als ikki at njóta afturvið kransakøku. Til slíka søtliga dessert, krevst søt- liga sjampanju, har ‘Demisec’ Veuve Clicquot Ponsardin, AOC Champagne, Brut (Non-Vintage) Veuve Clicquot Ponsardin, AOC Champagne, Rosé (Non-Vintage) Dom Perignon, AOC Cham- pagne, Brut Vintage 2000 Uppruni: Turt brúsandi vín úr Fraklandi Ummæli: Glógvandi gulur litur við kopargyltum brøgdum. Í stuttum, so eru vit komin upp í Formel 1-deildina av sjam- panjum! Chardonnay og Pinot Noir helvt um helvt. Eg stingi nasagluggarnar niður í klæn- vaksna glasið og angi og froði slær sum nevi millum eyguni. Eitt fýrverk av samansettum tónum. Fyrst grønar stein- fruktir, deiggj og hvítt pipar, síðani subtilir tónar av tara og torv. Smakkurin er bygdur upp av óendaligum løgum. Skarpir tónar av frukt-flusi, sensuel- lir tónar av peru og fersku. Í eftirsmakkinum okkurt lakres- kent. Hóast samansettur, so er smakkurin samstundis eisini reinur, neyvur og hárhvassur. Millum allarbestu sjampanjur yvirhøvur. Hummari og caviar (stavað við ‘c’). Kostnaður: Kr. 999,00 Skoðsmál: Uppruni: Turt brúsandi rósuvín úr Fraklandi Ummæli: Djúpur pink litur. Sera livandi, lættur og saman- settur angi við brá av alskyns reyðum berum. Froðin kínir góman. Miðalstór fylla í smak- kinum. Eitt dism av tannin frá drúvu-flusinum gevur hesa ljósareyðu sjampanjuna “ræt- tan rygg”. Sera góð javnvág. Hóskar til kraftmiklar fiska- og skelja-rættir. Eitt nú smør-stok- tar jákupsskeljar. Kostnaður: Kr. 430,00 Skoðsmál: Uppruni: Turt brúsandi vín úr Fraklandi Ummæli: Glógvandi gul- grønur litur. Angin er merktur av fullbúnaðari, samansettari men turrari frukt. Somuleiðis eisini hin eyðkendi dámurin av snerktum breyði. Sera ele- gant sjampanja. Mjúkur froði av evarska lítlum bløðrum. Smakkurin hevur stóra fyllu og er sera samansettur. Grønar og hvítar fruktir. Gula einkjan “rular” enn! Hóskar til fínasta sjógæti. Kostnaður: Kr. 371,50 Skoðsmál: Mortan í Hamrabyrgi ummælir vín úr Rúsdrekka­ sølu Landsins. Skoðsmálini eru latin í mun til samsvar millum prís og góðsku. Marglætis-brús til nýggjársaftan vín ummælið mortan@hamrabyrgi.com Pommery, AOC Champagne, Brut (Non-Vintage) Uppruni: Turt brúsandi vín úr Fraklandi Ummæli: Grøngulur litur. Lættur, men elegantur angi við brá av grønum súreplum og snerktum hveitibreyði. Froðin er fínur og kremutur. Smak- kurin er enn meira fruktkendur og mineralskur. Ein feril av onkrum eksotiskum, ananas. Sjampanja við øllum teimum klassisku dygdunum. Her fer eingin skeivur. Líkatil og leskilig sjampanja, ið hóskar til skelj- adjór. Kostnaður: Kr. 287,00 Skoðsmál: stendur á etikettuni. Eingin slík sjampanja er við í ummælinum í dag. Men eg veit at Rúsan hevur okkurt annað brúsandi vín, ið er søtligt. Til turru sjampanjuni í dag hóskar fyrst og fremst sjógæti. Og eg vil mæla fólki til at finna fram besta føroyska fiskin og bestu føroysku skeljadjórini at eta afturvið. Gevið gætur at víngløsini til brúsandi vín eru serlig (sí for- síða). Gløsini skula vera høg og sera smøl, sonevnd flute-gløs, fyri at varðveita mjúka bløðru- froðan og fína angan. Tað sigst at umleið 47 milliónir bløðrur eru í einari sjampan- jufløsku. Væl gagnist!