fríggjadagur 2. januar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 • 2. januar 2009
Hvat gott skula vit eta nýggjárs-
aftan?
Í dag fari eg ikki at ummæla
matvørur, men fari at koma við
uppskoti um alternativari matskrá
nýggjársaftan, ið hóskar til góðu
fronsku sjampanjuna. Fyri at taka
sjampanjuna fyrst, so hóskar best
slag við stórum innihaldi av Pinot.
Tríggjar drúvur verða brúktar í
Champagne: Tann grøna Chardon-
nay og tær bláu Pinot Meunier og
Pinot Noir. Bláu drúvurnar geva
sjampanjuna betri bygnað og
”rygg” og ger hana betri hóskandi
afturvið mati sum heild. Klassiska
Gula Einkjan ella Rosé-útgávan in-
niheldur nógv Pinot og hóskar væl
at njóta til alt sjógæti-tapas.
Matskráin nýggjársaftan kann
setast saman uppá nógvar mátar.
Sjálvur mær væl at at kunna sita
alt kvøldið og hugna mær við
práti, meðan ein situr og smá-
etur góðar brellibitar, - tapas. Tá
er ikki vansi fyri at maturin gerst
kaldur og sera ómakaleyst er við
matgerðini. Tað snýr seg bert um
at fyrireika frammanundan. Smáu
russisku mat-pannikøkurnar, Blini,
hóska seg væl sum eitt slag av palli
til sjógæti-tapas. Blini-pannukøkur-
nar fáast viðhvørt lidnar til keyps
í handlunum. Annars er skjótt at
steikja sjálvur. Stóri munurin er, at í
Blini-pannukøkum, verður ger nýtt
og mjøl úr bókhveiti. Her er ein
uppskrift til fýra fólk, ið eg havi frá
James Price, kendur frá ’Spise med
Price’ í sjónvarpinum:
• 2 dL bókhveitimjøl
• 1 dL hveitimjøl
• 20 g ger
• 1 tsk salt
• 1 tsk sukur
• 3 dL mjólk
• 1 dL súrrómi
• 2 egg (skilt sundur í reyðar og hvítar)
• 25 g smør
Hita mjólkina til hon er flógv.
Upploys gerið. Lat súrróma, mjøl,
salt, sukur, eggjareyðar í. Rør væl
saman. Lat deiggið standa ein tíma
við stovuhita.
Píska eggjahvítarnar stívar og vend
so í deiggið. Smelta smørið og lat
í. Nú er at steikja smáar pannukø-
kur. Serligar Blini-pannur fáast til
keyps, men tað ber eisini til at nýta
vanliga pannu og so steikja fleiri í
senn. Okkurt um 10 sentrimetrar í
tvørmáti skula tær vera.
Klassiska tilhoyrið til Blini er 38%
súrrómi, fíntskorin reyðleykur og
so fiska-rogn av ymsum slagi.
Agurk-puntar og dild hóska eisini
væl til.
Ert tú ein av teimum sum skjeyt
pappugoyuna í ár, so er ekta caviar
(Beluga, Sevruga ella Oscietre)
undan styrjuni, villasta marglæti
og líka stór uppliving. Caviar
frá Kaspiska Havinum er ikki til
at fáa hendur á í hesum árum
vegna ovfiskiskapi, og nógv falskt
caviar er eisini í umferð. Tryggast
er at keypa nýggja franska (Baerii
Caviar) og italska (Calvisius Caviar)
caviar’ið, ið er undan aldum styr-
jum. Tað er ikki líka ørandi dýrt og
smakkar so at siga líka væl sum
tað iranska og russiska úr Kaspiska
Havinum.
Hjá okkum, ið fingu altjóða
fíggjarkreppuna at merkja í ár,
smæðast bíligari síla- ella laksa-
rognini ikki burturúr. Stóru appil-
singulu perlurnar hóska sera væl til
Blini. Smakkurin er sera kraftmikil
og kenslan av brestandi eggum í
gómanum framúr.
Sviar hava sítt egna kaviar, ’löj-
rom’, teir kalla. Tað eru pinkalítil
korngul egg undan nebbalaksinum
(Coregonus lavaretus). Smakkurin
er fínur og elegantur, men nakað
lættur.
So eru tað eggini undan rognkelsi,
tað ið danir rópa ’stendbiderrogn’.
Her ræður um at vera varin. Tey
fesku, sum fáast naturel í februar
mánað kunna vera góð. Fínur
og elegantur smakkur. Men tey
niðursjóðaði ’neon-littu’ í smáum
gløsum, ið vit kenna frá handlu-
num, eru eftir mínum tykki ikki
verd at eta. Tey smakka bara salt.
Russar plagdu at gera Blini, tá ið
veturin var komin at enda. Vit
kunna so eta Blini nýggjársaftan
og fagnast, at tað gongur ímóti
ljósari tíðum og at eitt nýtt – tó
sera avbjóðandi – ár stendur fyri
framman.
Væl gagnist!
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
26
Tapas nýggjársaftan
- Blini og rogn