fríggjadagur 2. januar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 • 2. januar 2009
Mong eru tey, ið eta røst riv
nýggjársaftan. Og væl smakkar
hesin góði siðbundni maturin,
ið vit kenna so væl. Men fleiri
eru eisini farin at royna okkurt
nýtt og lættari hetta seinasta
kvøldið í árinum. Eitt nú sushi,
ið sum kunnugt er ráur fiskur
við rís og tara eftir japanskum
matmentanar-leisti.
Eftir øllum at døma hevur
japanska sushi-rákið eisini
gjørt innrás her heima. Í ávísan
mun. Eingin sushi-bar finst í
Føroyum, men onkur einstøk
matstova ger tó sushi eftir
áheitan. Og summi royna seg
eisini sjálvi heima við hús. Út-
gerð og rávørur fáast til keyps í
fleiri matvøruhandlum. Megin-
rávøran, spillfeski fiskurin, átti
ikki at verið nakar trupulleiki
her hjá okkum. Tó ráða heilsu-
myndugleikarnir til at frysta
hann niður til -20 gradir í 24
tímar fyri at drepa møguligar
snultarar (parasittar) í fiskinum.
Sum nevnt fáast bæði serligu
sushi-rísini, rís-edikan, bambus-
máttirnar og turkaði Nori-tarin
(Porphyra umbilicalis) til keyps.
Men tað hevði nú verið stuttli-
gari at nýtt føroyskan tara!
Hvussu ger man so sushi?
Fleiri bøkur finnast um hetta
evnið, men tann besta og mest
upplýsandi bókin um sushi, ið
eg kenni til, er tann hjá danska
professaranum í biofysik á
Syddansk Universitet, Ole G.
Mouritsen. Umframt at teljast
millum bestu høvdini í heimi-
num innan gransking í lipidir
og membranar, so hevur Ole G.
Mouritsen fingið ein brennandi
tokka til sushi, eftir at hann
fyrstu ferð smakkaði ’Nigiri’ og
’Maki’ á ferð í Kanada í 1980.
Í 2006 gav hann út verkið
’Sushi – Lidenskab, videnskab
& sundhed’. Á 330 blaðsíðum
tekur høvundurin við bren-
nandi eldhuga og vísindaligum
innliti lesaran inn í fantastiska
sushi-heimin. Í innganginum
stendur millum annað:
-Sushi er kostur, ið er gott fyri
likamið, stimbrar heilan og ein
fragd fyri eygað. Sushi er heil-
sugóður matur, har góðskan á
rávøruni, smakkurin, kemiska
samansetingin, struktururin
og estetiska framtrínanin eru
samangreipaðar eindir. Sushi er
matur, har gleðin at fyrireika, at
tilgerða og at seta á borðið er
líka týdningamikil partur av up-
plivingina sum sjálva máltíðina.
Tað ljóðar, at tað tekur 17 ár
at gerast sushi-kokkur í Japan,
men við hesari bókini er skjótt
hjá okkum amatørum at fáa
innlit í mentanarsøguni handan
sushi. Bókin lýsir allar rávørur
út í æsir og gevur góð prei um
tilgerð. Leiðbeiningar eru um
øll sløg av sushi. Eisini leg-
gur høvundurin lag á hvussu
tilhoyr kann samansetast. At
enda greiðir Ole G. Mouritsen
okkum eisini frá hví sushi er so
heilsugóður kostur.
Við støði í heilsuvísindaligari
gransking minnir høvundurin
og professarin okkum á hvussu
týdningamiklar fleirómettaðu
feittsýrurnar, tær sokallaðu
Omega-3-feittsýrurnar - í fiski
eru fyri menning av heilanum.
Ole G. Mouritsen plagar at
taka til, at tey ’býttu’ djórini
liva á gras-slættunum inni á
landi, meðan tey ’klóku’ djóri-
ni, eins og menniskjað hevur
ment seg við strandarøkjum
har atgongdin til fisk, skeljadjór
og tara hevur verið stór.
Sushi – Lidenskab, videnskab
& sundhed, Ole G. Mouritsen,
Jepsen & Co, 330 blaðsíður,
innbundin, uml. kr.
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
27
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
Sushi ger okkum klókari