fríggjadagur 2. januar 2009síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 1 • 2. januar 2009
Tá ið vit fara út at eta í Føro-
yum, leita okkum á matstovu,
sum fleiri og fleiri føroyingar
eftir øllum at døma gera, og
ikki minst ferðafólkini, ið leita
sær hendan vegin, - so hava vit
nakrar heilt serligar forvænt-
ningar um eina uppliving. Tey
fægstu fara út at eta bara fyri
at gerast mett. Oftani er eitt
serligt høvi, tá ið vita fara út
at eta. Ein føðingardagur ella
okkurt avrik, ið skal hátíðar-
haldast. Vit lata okkum kanska
í betri klæðir og eru spent, tá
ið vit fara av húsum. Vit vilja
undirhaldast og avbjóðast av
sansaligum kynstri frá mat-
stovuni. Vit vilja hoyra, síggja,
lukta, kenna og smakka eina
góða søgu.
Ein slíkur forvæntningur um
uppliving hjá gestinum eru allar
góðar matstovur sera tilvitaðar
um. Starvsfólkini tryggja, at
karmarnir eru innbjóðandi og
spennandi at koma til. Øll eru
til reiðar at framføra sín leiklut.
Verturin, kokkurin, tænarin,
uppvaskarin. Professionel fólk.
Tænarin er andlitið hjá mat-
stovuni, ímyndin av øllum
kreftunum úr køkinum, av
stílinum hjá matstovuni. Sere-
moni-meistarin. Hann, ið sær
til at alt fer rætt fram – sum
ætlað - meðan gesturin er í
matstovuni.
Tænara-yrkið er rættiliga nýtt í
Føroyum. Og eitt rættiliga lítið
yrki. Faklærdir tænarir kunna
næstan teljast á einari hond.
Serliga um vit rokna teir, ið enn
starvast sum tænarir. Tí nógv
eru rýmd undan stak vánaligu
korunum, ið vinnan bjóðar. Ella
rættari undan korunum, ið lóg-
gávan, ið regulerar matstovu-
vinnuna, bjóðar.
Jónfríð Eyðunsson, tænari á
matstovuni Merlot í Havn,
gjørdi herfyri vart við hesi
viðurskifti í Grams.
Í dag fer tænara-lærdi Absalon
L. Jacobsen á matstovuni Gour-
met í Havn at siga sína søgu:
Mítt navn er Absalon L. Ja-
cobsen. Eg eri 23 ára gamal
og útlærdur tænari. Í løtuni
starvist eg á Gourmet fulla tíð
og so arbeiði eg hjá
Rúsdrekkasølu Landsins sum
avloysari.
Eg fór í læru sum tænari á
Hotel Hafnia í 2004 og var
útlærdur í 2008. Áhugin fyri
at fara í læru sum tænari var
eitt sindur serligur. Aftaná
fólkaskúlan royndi eg ymiskt.
Millum annað arbeiddi eg um-
bord á Norrønu. Har starvaðist
eg saman við einum donskum
tænara, sum fortaldi mær um
ymisk vínsløg og hvussu tað
var at vera tænari. Tá ið eg
so gavst umborð á Norrønu,
sendi eg umsókn um at sleppa
at læra til tænara.
Mín áhúgi fyri víni, øli og bren-
nivíni er sum so ikki fallin síðani
eg kom í land. Tað er bara tað
keðiliga at vit hava so lítið av
úrvali her heima og at prísirnir
eru ov høgir, og at tað er ongin
kapping um at selja. Løgtingið
hevur givið Rúsuni einkarrætt
at selja vín og brennivín. Og so
er tað ikki loyvt at gera almen-
nar lýsingar um vín, øl ella
brennivín. Við hesum er heldur
ikki loyvt hjá Rúsuni at hava
smakkiroyndir fyri almenningi-
num í Føroyum. Men tað er
kortini gott hóast alt, at fólkið,
sum arbeiðir í Rúsuni, fakfólkið,
hava møguleika at menna sínar
førleikar við at læra um vín,
øl og brennivíni á starvsfólka-
skeiðum.
Hvat míni mál fyri framman
eru, veit eg ikki rættiliga enn.
Eg havi sett mær fyri at læra
meir um hetta øki sum heild,
áðrenn eg fari at gera nakað
serligt burturúr einum slagi av
øli, víni ella brennivíni. So fari
eg helst uttanlands at taka ein
útbúgving afturat. Eg kann
ímynda mær at taka royndina
til “Sommelier”, ið er spesiali-
serað tænara-útbúgving innan
vín. Tað er ein roynd, sum øll
kunnu fara upp til. Innihaldið í
royndini er at vísa síni evni um
ymisk vínsløg. Gera smakkiro-
yndir, meta um vínsløg, hvar
vínið er framleitt og hvørjar
drúvur eru brúktar. So skal man
svara uppá nakrar spurningar
um ymisk vínsløg. Klárar man
royndina, fær man prógv og
verður limur í Sommelier-felag-
num.
Annars so royni eg saman við
Jónfríð á Merlot (sum eisini er
útlærd tænari) at stovna ein
vín-klubba í Føroyum.
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Absalon L. Jacobsen
letur sjampanjuna upp
Kokkar og kokka-
lærlingar í Føroyum
umframt útlendskir
stjørnu-kokkar skapa og
hugleiða um uppskriftir.
28