Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-02, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 2. januar 2009síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 [ Nr. 1 - 2. januar 2009 ] Fyri aðru ferð á rað varð Pál Joensen heiðraður fyri ársins ítróttabragd Ítróttur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hetti hendi í sendingini, Stjørnukast, sum Kringvarp­ ið týskvøldið sendi í bæði sjón­ og útvarpið. Og talan er samstundis um næsta sigurin á rað hjá Páli, sum eisini varð kosin ársins ítróttanavn í fjør. Saman við Katrin Olsen, Joan Bláfoss, Bjørk Herup Olsen og EB/Streymi var Pál Joensen í uppskoti til heiðurin sum ársins før­ oyska ítróttanavn, og hann gjørdist altso tann, sum vann sær flestu atkvøðurnar í atkvøðugreiðsluni hjá Kringvarpinum. Og tað var sjálvandini eisini ein fegin Pál Joensen, sum tók ímóti heiðrinum, sum Kringvarpsstjórin læt honum. Eisini hóast Pál sjálvur ikki tóktist so bilsin. Í øllum førum segði hann, at hann hevði vónað at standa sum vinnarin í kvøld, og longu nú kundi hann eisini avdúka, at málið er at standa við sama heiðuri um eitt ár. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Egil tekur enn eitt ár Liðformaðurin hjá EB/Streymi boðaði týskvøldið frá, at hann eisini spælir komandi kappingarár Fótbóltur Rólan Waag Dam rolant@sosialurin.fo Hetta avdúkaði Egil á Bø í sendingini Stjørnukast hjá Kringvarpinum. Saman við liðfeløgun­ um varð hann tilnevndur til Ársins Ítróttarnavn, og í samrøðu við vertir­ nar segði hann, at hann eisini spælir við EB/ Streymi í 2009. Sostatt skal hann vera við at endurvinna bæði lands­ og steypakapping, umframt at hann eisini hevur ein landsliðssess at varðveita. Tað hevur annars verið eitt ivamál, um Egil á Bø fór at taka enn eitt ár. Men nú hevur liðformað­ urin altso kveistra allan iva burtur. Egil á Bø í samrøðu við Súna Merkisstein í sendingini Stjørnukast Mynd: Álvur Haraldsen FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, segði týskvøldið, at nýggjur landsliðsvenjari í fótbólti helst er settur, áðrenn januar mánaður er runnin Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað gjørdi Høgni í Stóru­ stovu í sendingini, Stjørnu­ kast, har fleiri gestir úr ítróttarheiminum vitjaðu við borðið hjá kringvarps­ vertunum. Í samrøðu við Sosialin hevur Høgni í Stórustovu áður sagt, at nevndin hevur arbeitt við at tekna sær eina vangamynd av nýggja lands­ liðsvenjaranum. Og hetta arbeiðið er eftir øllum at døma liðugt. Boðini frá FSF­forsetan­ um týskvøldið vóru, at ein nýggjur landsliðsvenjari eis­ ini kemur at hava ábyrgdina av samlaða landsliðskon­ septinum, soleiðis at hesin eisini kann vera við til at tryggja framtíðina hjá føroyska landsliðnum. Magnus á Stongum, sum er formaður í landsliðs­ nevndini hjá FSF, váttar eisini útsagnirnar hjá forset­ anum. ­ Tað er fyrst og fremst forsetin, sum úttalar seg um hatta málið. Men tað er nú um koma hartil, at nýggjur venjari skal setast. Okkara mál hevur alla tíðina, at vit høvdu setanina greidda hampuliga tíðliga í nýggja árinum, og tað er líkt til, at hetta kann halda, sigur Magnus á Stongum. Formaðurin í landsliðs­ nevndini vil als ikki gera nakrar viðmerkingar til, hvørjum møguleikum ar­ beitt verður við. Men tað er helst ikki heilt óhugsandi, at ítøkiligar samráðingar í løtuni fara fram við ein ella fleiri kandidatar. Nýggjur landsliðsvenjari verður væntandi settur, áðrenn fyrsti mánaðurin í nýggja árinum er farin aftur um bak FSF vil ikki lata gluggan upp Flytingargluggin fyri spælaraskifti í Føroy- um verður í fyrsta lagi latin upp um ein mánað Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hesum boðaði Fótbóltssambandið frá á gamlaárskvøld­ ið. Orsøkin til, at spælarar ikki kunnu skifta felag í januar, sum ætlanin annar var, er at FSF er í holt við nýggjar reglugerðir, sum ikki eru lidnar. ­ Við tað, at framvegis verður arbeitt upp á dagfør­ ingarnar av Reglugerð fyri Áhugaleikarar, er avgjørt, at útseta flytingargluggan enn einaferð, so at hann ístaðin letur upp fríggjadagin 30. januar 2009, sigur FSF í síni fráboðan. Útsetingin fær ikki stórvegis praktiskar avleiðingar, tí føroyska kappingin byrjar í fyrsta lagi í mars mán­ aði. Pál átti besta avrikið Landsliðsvenjarin verður settur í januar Tað var ein sera errin Pál Joensen, sum næsta árið á rað kundi lata seg heiðra fyri at hava framt besta føroyska ítróttaravrikið í 2008 Mynd: Álvur Haraldsen