týsdagur 18. september 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 179 - 18. september 2001
Nr. 179 - 18. september 2001
3
Pure Water byggir út,
so arbeiðið hjá
virkinum kann verða
smidligari, og
framleiðslan kann
økjast í framtíðini
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Pure Water í
Klaksvík er í holt við eina
útbygging av virkinum,
sum skal tryggja virkinum
størri møguleikar at arbeiða
ymisk fiskasløg, samstund-
is sum øll krøv til matvøru-
framleiðsluna verða upp-
fylt. Eisini er ætlanin at
økja um munandi virksem-
ið á virkinum í framtíðini.
Pure Water er gamla
Roykivirkið í Klaksvík. Nú
eru tað JFK, Grønanes og
onnur sum eiga virkið, og
stjóri á virkinum eru Eyð-
bjørn Poulsen.
Útbyggingin av virkinum
fer fram suðureftir móti
stóra
bygninginum
hjá
Northern Fish Cold Sto-
rage, og tá arbeiðið er lið-
ugt seint í hesum árinum,
hevur Pure Water 600 fer-
metrar afturat at ráða yvir.
– Tað eru fleiri orsøkir til,
at vit byggja út. Vit vilja
gjarna hava ein smidligari
framleiðslu, so vit kunnu
arbeiða ymisk fiskasløg á
tveimum linjum. Tað ger,
av vit skjótari kunnu skifta
millum
framleiðslurnar,
sigur Eyðbjørn Poulsen.
Betri arbeiðsgongd
Pure Water hevur higartil
mest arbeitt laks, men út-
byggingin fer at gera tað
gjørligt at arbeiða meira av
toski, upsa og hýsu, sam-
stundis sum laksafram-
leiðslan er í gongd.
– Vit vilja lúka øll krøv,
sum eru til framleiðslu av
matvørum, og útbyggingin
skal eisini tryggja hetta í
framtíðini. Harafturat fáa
vit eina betri arbeiðsgongd
eftir útbyggingina. Tað
ræður um at arbeiða fiskin
skjótt og væl, og har hava
vit longu gjørt framstig,
sigur stjórin á Pure Water.
– Vit fara eisini at autom-
atisera onkrar partar av
framleiðsluni meira. Ser-
liga seinasti parturin av
framleiðsluni við pakking
og frysting verður í fram-
tíðini meira automatiserað-
ur.
Í løtuni arbeiða millum
30 og 40 fólk á Pure Water,
men tá útbyggingin er liðug
verður brúk fyri meira fólki
á virkinum.
Neyðugt við samstarvi
Virkið, sum liggur á vestara
kaiøkið í Klaksvík, roknar
við at virka um 2500 tons
av fiski í hesum árinum,
men framyvir er ætlanin at
økja um framleiðsluna.
Virkið vónar, at tað í fram-
tíðini kann taka ímóti mill-
um 4 og 5000 tons av fiski.
Pure Water hevur tætt
samstarv við JFK og Kósa-
virkið, og tað heldur stjórin
er neyðugt.
– Stóru kundarnir uttan-
lands vilja hava pakka-
loysnir. Tú skalt kunna
bjóða teimum eitt breitt
úrval av vørum, og tú skalt
kunna lata vøruna, tá teir
hava brúk fyri tí. Tí er tað
umráðandi við samstarvi
innan fiskivinnuna, so tú
kanst hava eitt gott úrval,
og tú hevur rávøruna til
virkið,
sigur
Eyðbjørn
Poulsen.
Hann heldur eisini, at tað
er ein fyrimunur fyri før-
oysku virkini, at tey sam-
starva, tí tað fæst ofta meira
burturúr
mótvegis
útl-
endskum kundum.
Pure Water útflytir lidnar
vørur til nógv lond í Eur-
opa. Týskland, Frakland,
Ongland og fleiri norður-
lond fáa vørur frá Pure
Water, meðan so at siga
eingin útflutningur er til
USA.
Útbygging skal styrkja Pure Water
Tað eru fleiri orsøkir til, at Pure Water í Klaksvík byggir út.
Virkið skal hava eina smidligari og skjótari framleiðslu, og
virkið ætlar at virka størri nøgd av fiski framyvir
Gøta: Mánadagin var
ein flokkur av springar-
um funnin uttan fyri
Hagaleiti í Leirvíksfirði.
Springararnir
vóru
riknir til Syðrugøtu, og
teir vórðu hildnir til á
sandinum har.
Eini 25 bátar og 100
fólk vóru við í rakstrin-
um og drápinum, og
springararnir verða býtt-
ir millum hesar.
ek
Drupu springarar
í Gøtu
C
M
Y
K
3
2