Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 179 - 18. september 2001 Nr. 179 - 18. september 2001 5 Tað er púra ábyrgdar- leyst at lækka blokkin. Tað ber ikki til at geva vallyfti, sum vit ikki megna at gjalda, segði Kristian Magnussen, løgtings- maður á landsfundi Javnaðarfloksins LANDSFUNDUR Edvard Joensen Vestmanna: Vit noyðast at fáa nýggjar blokksamráðingar, um tey vallyfti, sum nú verða giv- in, skulu haldast. Og tað gerst ikki, um eingir pengar eru, sigur Kristian Magn- ussen, løgtingsmaður. Tað ber ikki til at halda tey lyfti, Javnaðarflokkurin nú leggur út við, um blokk- urin minkar í tann mun, sum sitandi samgonga er í ferð við, vísir hann á. Gongur tað, sum tað ger nú, er yvirskotið hjá lands- kassanum burtur komandi ár. Og so ber ikki til at halda nakað av teimum lyftum, givin verða. – Tað er fullkomiliga ábyrgdarleyst, sum nú gongur fyri seg, sigur Kristian Magnussen. Íløg- urnar vaksa, og verandi skipanir gerast nógv dýrari, enn roknað varð við. Fíggj- arlógin fer at vaksa við 200 milliónum komandi ár, meðan blokkurin bara skal minkast. – Tað ber als ikki til, og tí skulu vit krevja, at vit fáa nýggjar samráðingar um blokkstuðulin, tá vit koma aftur til valdið, sigur Krist- ian Magnussen, løgtings- maður. Sitandi landsstýri ber seg fullkomiliga á- byrgdarleyst at við at biða um at minka blokkin. Lyftini, Javnaðarflokk- urin gevur nú, eru gjørd út frá tí, vit í dag hava ráð til. Men um gongdin ikki verð- ur vend, hava vit ikki ráð til tey. Tí er tað lívsneyðugt at fáa nýggjar blokksamráð- ingar, sum hækka blokkin aftur til í minsta lagi tað, hann var, áðrenn hendan samgongan fór undir at beina fyri honum. – Javnaðarflokkurin eig- ur at fara út við einum púra greiðum boðskapi, sum ikki letur fólk vera i iva um, at vit fara at gera, hvat vit kunnu, fyri at fáa hækkað blokkin aftur, segði Krist- ian Magnussen, løgtings- maður á landsfundi Javn- aðarfloksins í Vestmanna. Javnaðarflokkurin hevur gjørt fram- rokningar, sum vísa, at longu í 2006 fer landskassin at hava hall í gjaldførinum LANDSFUNDUR Edvard Joensen Vestmanna: Hóast landsstýrið dagliga sigur frá, hvussu væl stendur til fíggjarliga, vísa framrokningar, at tað fer rættiliga skjótt at ganga tann øvugta vegin. Í landsfundarfrásøgn síni segði skrivari Javnaðarflok- sins, Eyðólvur Dimon, at slíkar framrokningar, sum hesar, flokkurin hevur gjørt, eru beinleiðis krígs- avbjóðing móti øllum teimum virðum, sum Javn- aðarflokkurin stendur fyri. Gongdin fer rætt og slætt at gera, at vælferðarsam- felagið fer fyri einki. Sitandi samgonga hevur einki sum helst gjørt fyri at tryggja landskassanum nakrar inntøkur av tí, sum tikið er frá borgaranum. Tað verður bara tosað um fullveldi, meðan borgarligi parturin av samgonguni ótarnaður rekur sín høgra- venda politikk. Tjóðveldisflokkurin, sum annars plagar at siga seg vera ein flokk, sum verjir tann meiniga mannin, hevur offrað alt fyri full- veldismálið, sum kortini ongan veg er komið, segði skrivarin í síni framløgu. Hann vísti til tjóðveldis- mann, sum hevði sagt, at Tjóðveldisflokkurin fer ikki at ofra fullveldis- ætlanina fyri eina pensións- lóg. Tá soleiðis er, er ikki annað at vænta enn, at borgarligur politikkur verð- ur tann, sum stýrir sam- gongustevinum. Javnaðarflokkurin hevur alla tíðina víst á ein alterna- tivan politikk, hvørs tørvur gerst alt meira sjónligur, sum tíðin fer, segði skriv- arin í síni framløgu. Alt meðan samgongan hevur tosað um fullveldi og skerdan blokk, er væl- ferðarsamfelagið stillisliga við at fara fyri bakka. Tí býður Javnaðarflokk- urin seg fram til at steðga og venda rætta vegin til næsta val, segði Eyólvur Dimon, skrivari Javnaðar- floksins, tá hann legði skrivarfrágreiðingina fram á landsfundinum í Vest- manna fríggjakvøldið. Landsfundur Javnaðarfloksins varð fríggjakvøldið settur í Vestmanna Skúla . Kvøldið byrjaði við mentanartiltaki, áðrenn frágreiðing skrivarans varð løgd fram og viðgjørd LANDSFUNDUR Edvard Joensen Vestmanna: Fundurin bygjaði við, at Jóannes Eidesgaard, for- maður, beyð vælkomin og takkaði fyrireikarunum og vónaði at fáa ein góðan landsfund, sum øll fingu nakað burturúr. Fríggjadagurin 14. sep- tember varð av løgmanni lýstur almennur sorgardag- ur, og Jóannes Eidesgaard helt stutta røðu, har hann mintist tey, sum fórust av yvirgangsatsóknunum í USA týsdagin. Fundar- fólkið reistist og mintist tey, sum fóru. Jóannes Eidesgaard hevði eisini minningarorð um fyrrverandi løgmann og formann Javnaðarfloksins, Maritu Petersen, sum and- aðist 25. august 60 ára gomul. Síðan lat formaðurin orð- ið til fyreireikararnar, Norðurstreymoyar Javn- aðarfelag. Thomas Arabo byrjaði við at minnast ein av trúgvu limum felagsins, Tummas Enok Hansen, sum andaðist fyrr í ár. Ein rættur javn- aðarmaður, sum ongantíð lat nakran iva vera um, hvar hann stóð. Ein fyrimynd felagsins. Eftir minningarorðini sang mannskór úr Vest- manna undir leiðslu av Kára Bæk sálmin »Stíg seggur oman Golgata«. Landsfundurin helt síðan fram við mentanarløtu við sangi, tónleiki og upplestri av tekstum hjá Heðini Brú, sum hevði havt fylt 100 ár fyri stuttum. Roknskapur Javnaðarfloksins vísti eitt úrslit, sum var góðar 130.000 krónur minni enn seinast LANDSFUNDUR Edvard Joensen Vestmanna: Hóast Javnaðarflokkurin kundi leggja ein roknskap fyri landsfundin, sum vísti eitt avlop upp á knappliga hálvtannaðhundraðtúsund krónur, var tað heldur lak- ari enn í fjør. Tann stóri parturin av inntøkum floksins er sam- bært roknskapinum løg- tingsstuðulin til politiska upplýsing umframt fólka- tingsstuðulin, sum flokk- urin fær fyri at hava mann valdan á Fólkating. Hinvegin er stóri parturin á útreiðslusíðuni skriv- stovuútreiðslur, fundir skeið og tílíkt. Onkrar viðmerkingar vóru til roknskapin, sum skrivarin svaraði. Millum annað kom fram, at íroknað rímiliga stórar skrivstovu- útreiðslur var millum annað húsaleiga fyri hølini, Javnaðarflokkurin leigar á Áarvegnum í Havn. Tað varð av onkrum fundarfólki hildið vera ein heldur løgin skrivstovu- útreiðsla, men varð kortini góðtikin, tí tveir góðkendir grannskoðarar høvdu skriv- að undir. Eftir onkrar smávegis viðmerkingar, varð atkvøtt um roknskapin, sum varð góðkendur. Mugu hava nýggjar blokk- samráðingar Daprar framrokningar Landsfundurin mintist tey farnu Lakari úrslit enn í fjør Kristian Magnussen, løgtingsmaður Eyólvur Dimon, floksskrivari Manskór úr Vestmanna Fundarluttakarar Javnaðarflokkurin byrjaði rættiliga valstríðið á lands- fundinum, sum hildin varð í Vest- manna um viku- skiftið. Nýggj valskrá í 20 punktum varð løgd fram. Sosial- málini standa ovast LANDSFUNDUR Edvard Joensen Vestmanna: Mál sum eldrarøkt og pen- siónir standa allarovast í nýggju valskránni hjá Javn- aðarflokkinum, sum for- maðurin legði fram á landsfundinum í Vest- manna leygarmorgunin. Síðan verða viðgjørd mál sum skúlaviðurskifti, fiski- vinna, mentan, skattamál, útjaðarpolitikkur, olju- vinna, umhvørvi og sjálv- stýrislóg. Skilliga sæst, at gomlu sosialdemokratisku málini verða sett í hásæti. Ítøkiliga verður skotið upp, at komandi fýra árini skulu 160 ellis- og røktar- heimspláss fáast afturat á ellis- og røktarheimunum kring landið. Hetta er ikki meira enn bráfeingistørvurin er í dag, sigur Javnaðarflokkurin í nýggju valskránni. Tað fer at kosta lands- kassanum 80 milliónir krónur í fýra ár at fáa hesi røktarplássini. Kommun- urnar eiga at fáa trygd fyri, at landakassans partur av hesi upphædd verður gold- in. Hækkað fólkapensión Um fólkapensiónina sigur nýggja valskrá Javnaðar- floksins, at hon skal hækk- ast til kr .10.000,- fyri stak- ar fólkapensionistar, meðan hjún skulu fáa 16.000, - krónur um mánaðan í fólkapensión. Hesi tøl eru grundað á hækkaðar upphæddir av eitt nú løntakara- og ar- beiðsgevaragjøldum og ikki minst Samhaldsfasta, sum er eitt hjartabarn Javn- aðarfloksins. Um heimarøktina verður sagt í valskránni, at hon eigur at verða bygd út við eini døgnrøktarskipan. Mett verður ikki forsvar- ligt, at nógv fólk liggja einsamøll og óhjálpin, eftir at heimahjálpin er farin seinastu ferð um kvøldið. Ein døgnrøkt økir bæði um tryggleikan hjá tí, sum hevur hana fyri neyðini, eins og tað ber til at verða verðandi longri í egnum heimi, sigur Javnaðarflokk- urin. Hóast nógvar ábøtur skulu gerast á almanna- økinum, metir javnaðar- flokkurin í nýggju valskrá síni, at pláss er fyri skatta- og avgjaldslætta til vanliga borgaran. Í valskránni verður skotið upp at lækka meirvirðisgjaldi úr teimum 25 prosentunum, tað er í dag, niður í 23 prosent. Men tað, sum kanska mest fer at merkjast hjá pensionistunum, um val- skrá Javnaðarfloksins verð- ur veruleiki eftir eitt komandi val er, at flokkurin vil lækka frádráttarmarkið hjá pensionistum, soleiðis at teir kunnu vinna nakrar krónur eyka umframt pen- siónina uttan at verða brandskattaðir av hesum. Fiskidagamarknaður Um fiskivinnuna verður sagt, at javnaðarflokkurin tekur ikki undir við fullari umsetiligheit í fiskivinn- uni. Ein fiskidagamark- naður eigur at verða settur á stovn, har handlað verður við fiskidøgum. Teir dagar, sum ikki verða brúktir, falla aftur til marknaðin. Gongdina seinastu árini, har einstaklingar hava ríkað seg upp við sølu av fiski- og aliloyvum, sum teir hava fingið fyri einki frá tí almenna, góðtekur Javnað- arflokkurin als ikki. Hend- an gongdin eigur at verða steðgað, og er fiskidaga- marknaðurin júst eitt gott amboð til tess, verður sagt í valskránni. Um almennu fyrisiting- ina verður sagt, at hon virk- ar ikki nóg væl í dag. Skipanin við nógvu aðal- stýrunum skal broytast, so vit fáa eina miðfyrisiting, sum virkar meira sum ein samskipað heild, enn tað, vit síggja í dag. At Javnaðarflokkurin ongantíð hevur tikið undir við fullveldispolitikkinum hjá sitandi samgongu, hevur flokkurin heldur ikki dult. Mál floksins í tjóðskap- arpolitikkinum er ein sjálvsstýrislóg, sum skal greiða viðurskifitini mill- um Føroyar og Danmark á ein virðiligan hátt, sum báðir partar kunnu góðtaka, stendur í valskránni. Fíggjarligi parturin av sjálvsstýrislógini skal greiðast við, at lutfall verð- ur sett millum vøksturin í tjóðarframleiðslu Føroya og eini minking í ríkis- veitingini, sigur Føroya Javnaðarflokkur í nýggju valskránni, sum varð løgd fram á landsfundi floksins í Vestmanna um vikuskifti. Javnaðarflokkurin nýggja valskrá Møguleikar og forð- ingar hjá monnum at taka lut í arbeiðslív- inum og familjulívin- um eru á dagsskránni á spennandi ráðstevnu í oktober RÁÐSTEVNA Turið Kjølbro Síðst í komandi mánaði skipar Norðurlendska Insti- tuttið fyri kvinnu- og kyns- gransking fyri áhugaverdari ráðstevnu við heitinum “Menn kunnu - arbeiðslív og javnstøða”. Ætlanin við ráð- stevnuni, sum verður í Keyp- mannahavn, er at lýsa møgu- leikar og forðingar hjá monn- um í sambandi við arbeiðslív og javnstøðu. Ráðstevnan er ætlað politikarum, arbeiðs- takarum, arbeiðsgevarum, embætismonnum og -kvinn- um og granskarum í Norður- londum. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at kjakast um valmøguleikarnar hjá monnum, tá ið tað snýr seg um at sameina arbeiði og familju. Lítið og einki hevur verið kjakast um menn og javn- rættindi, heldur ikki, tá ið tað snýr seg um týdningar- mesta partin í lívinum hjá flestu monnum, nevniliga arbeiðslívið. Í februar í ár góvu Norðurlendska Ráð- harraráðið og Nordens Fag- lige Samorganistation í felag út ritið “Kunnu menn? Menn og javnrætt- indini í arbeiðslívinum”. Ritið er ætlað sum grundar- lag undir viðgerðini av, hvussu myndugleikar, part- arnir á arbeiðsmarknaðin- um og gransking kunnu skipa og gjøgnumføra ítøkilig tiltøk, ið kunnu gera sítt til, at menn fáa gagn av einum virknum javnstøðupolitikki. Ráð- stevnan í oktober fylgir tonkunum í ritinum upp. Fyritreytin fyri einum virknum javnstøðupolitikki er, at menn gera sær greitt, hvørji ynski og hvønn tørv teir hava gjøgnum demo- kratiskar tilgongdir á ar- beiðsplássinum, í politisk- um flokkum, fakfeløgum, almennum kjaki og pri- vatlívinum. Fyrireikararnir av ráðstevnuni vóna at menna politiska kjakið um menn, javnstøðu og ar- beiðslív millum politikarar og partar á arbeiðsmarkn- aðinum fyri at vit kunnu fáa ein heildarkendan javn- støðupolitikk, sum er góður bæði fyri kvinnur og menn. Ráðstevnan verður 28. okt. í Den Sorte Diamant í Keypmannahavn. Av áhuga- verdum fyrilestrum kunnu vit nevna: “Ekstrema kynið - menninir í botninum, men- ninir í oddinum, og allir teir, sum fegnir vilja inn”. Tað er Anne Knudsen, blaðstjóri á Weekendavisen, sum heldur hendan fyrilesturin. Mar- greta Winberg, sum er landbúnaðar- og javnstøðu- málaráðharri í Svøríki, heldur fyrilestur um “karri- eru og familju, hvussu ný- tímans familjan sameinar karrieru og børn”, og Árni M. Mathiesen, fiskimála- ráðharri í Íslandi, tosar um: “virknu páparnar - eitt øðrvísi pápaloyvi í Íslandi”. Eisini verður pallborðs- fundur við evninum “Møgu- leikar hjá monnum fyri at taka lut í familjulívi og arbeiðslívi”. Norðurlendska Instituttið fyri kvinnu- og kyns- gransking, stytt NIKK, verður fíggjað av Norður- lendska Ráðharraráðnum. Uppgávan hjá Instituttinum er at fremja, seta gongd á, samskipa og upplýsa um kvinnu- og kynsgransking í og uttan fyri Norðurlond. NIKK varð stovnað í 1995. Tað ber til at tekna seg til ráðstevnuna, sum er ókeyp- is, við at venda sær til NIKK. Menn og javnstøða Landsfundur í Vestmanna C M Y K 5 4