Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. september 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 179 - 18. september 2001 Nr. 179 - 18. september 2001 7 Uttan at leggja fram eitt einasta prógv hevur USA givið Osama bin Laden skuldina fyri atsókn- irnar móti World Trade Center og Pentagon í farnu viku. Hvør er hesin maðurin, sum USA ræðist meir enn nakr- an annan. Jógvan H. Gardar, Oslo Hvørja einastu ferð sein- astu tíggju árini onkur hev- ur framt yvirgang móti amerikanskum áhugamál- um, so hevur FBI knýtt nevan og hótt Osama bin Laden. Sambært USA, so hevur bin Laden sum oftast ein fingur við í spælinum, tá yvirgangur verður framdur — serliga móti amerikanskum áhugamál- um. So var eisini tá Okla- homa-bumban brast í 1993. Amerikanskir myndug- leikar vóru skjótir at knýta palestinskar yvirgangsbólk- ar til bumbuna — og aftan- fyri mundi bin Laden standa. Seinnin vísti tað seg at amerikanar høvdu víst á skeivan fígginda. Fíggindin var í veruleikanum Timothy McVeigh. Ein amerikansk- ur ungdómur sum í 1990 var ein av hermonnunum sum USA sendi til Irak undir Flógvakrígnum. Tá Tim McVeigh kom heim- aftur til fosturlandi fekk hann hvørki arbeiði ella tann heiðurin hann hevði vónað. Í staðin legði hann alt hatur á amerikansku myndugleikarnar. Hetta hatur førdi til at hann í 1993 sprongdi ein al- mennan bygnming í Okla- homa í luftina.. Tá amerikansku sendi- stovurnar í Dar-es-Salam í Tanzania og í Nairobi í Kenya blivu sprongdar í luftina í 1998, so knýttu amerikanar enn einaferð Osama bin Laden til yvirgangin. Úrslitið var at USA framdi álop á Sudan og Afghanistan sum hevnd. Eisini tá kríggsskipi USS Cole bleiv søkt í Jemen fyri fáum mánaðum síðani vendi FBI og USA ákær- unum móti Osama bin Lad- en. Tá fýra flogfør fyri viku sídani vóru rænd og trý av teimum brúkt til at sprongja World Trade Center og partar av Pentagon í luftina, ja so var Osama bin Laden enn einaferð ákærdur fyri at standa aftanfyri. Ákærur- nar móti bin Laden komu longu áðrenn ein við vissu kundi siga at her var talan um yvirgang. Vinur bleiv fíggindi Usama Bin Muhammad Bin Ladin, Shaykh Usama Bin Ladin, Prinsurin, Emirurin, Abu Abdallah, Mujahid Shaykh, Hajj, Leikstjórin. Hetta eru øll nøvn sum tann ríki ameri- kuhatarin Osama Bin Lad- en hevur brúkt. Hann er upprunaliga úr Saudi- Arabia og er sera ríkur. Seinastu tíggju árini hevur hann ferð aftaná ferð verið knýttur til yvirgangsat- sóknir, og í londum sum USA, øllum Vestur-Europa og í Russlandi so eru myndugleikarnir ikki í iva um at her er talan um ein ó- vanliga vandamiklan mann. At hann er múgvandi og hevur eitt umfatandi kervi eru flestu yvirgangsser- frøðingar á einum máli um. Eisini tykist semja vera um at hann seinastu tíggju árini hevur verið upphavsmaður til fleiri atsóknir móti USA bæði í USA og móti amerikanskum borgarum og áhugmálum í útheimin- um. Støðan er eisini tann at jú meir hatur USA og ameri- kanskir myndugleikar vísa yvirfyri Osama bin Laden, størri hetja gerst hann í ávísum islamskum um- hvørvum kring heimin. Men hvør er hesin maðurin sum USA leggur undir at fremja so nógvar óndar yvirgangsatsóknir móti amerikumonnum. Upprunaliga kom familj- an hjá Osama bin Laden frá Jemen. Familjan flutti til Saudi-Arabia beint aftaná seinna heimsbardaga. Pápin, byggiharri og sjeik- ur Mohammed bin Laden, gjørdist múgvandi tá hann stóð á odda fyri stórum vegætlanum gjøgnum oljuøkini í Saudi-Arabia. Í 1957 bleiv Osama bin Laden føddur, sum yngsti sonur í familjuni. Amerikuvinur Osama bin Laden gjørdis múgvandi tá hann arvaði stórar peningaupphæddir eftir pápanum. Hesa arva- upphædd hevur hann duga væl at umsita. Í dag skal hann eiga virðir fyri umleið tríggjar milliardir ameri- kanskar dollarar. Men Osama bin Laden hevur eisini havt aðrar inntøkur. Millum annað hevur USA verið honum ein hollur fíggjarligur stuðul. Osama bin Laden hevur ikki alltíð havt eitt ringt eyga á amerikufólk. Tvørt- urímóti var sambandi mill- um Pentagon og bin Laden sera gott einaferð í tíðini. Tá Sovjetsamveldið undir jólahøgtíðini í 1979 leyp á fjallalandið Afghanistan fyri at stuðla eina sovjet- vinarliga stjórn, hevði USA brúk fyri leigusveinum sum kundu stuðla andstøðuni. Tann afghanski jihad fekk stuðul úr USA, Pakistan og Saudi-Arabia. Miðeystur- serfrøðingurin Hazhir Teimourian meinar at Osama bin Laden hesa tíð- ina fekk sera góða útbúgv- ing gjøgnum CIA. Bardagarnir í Afghan- istan hava lagt lunnar undir tað yvirgangsvirksemi sum Osama bin Laden hesi seinnu árini skal hava stað- ið á odda fyri. Meðan bin Laden strídd- ist móti sovjettisku her- monnunum í Afghanistan fekk hann orð á seg fyri at vera ein dugnaligur fyri- skipari sum tordi at seta nakað í vága. - Krígsárini førdu við sær at Osama bin Laden fekk samband við nógv fólk, og hesi eru í dag ein partur av tí kervinum hann í brúkar, sigur Gavin Cameron, granskari á lærda háskúlan- um í Salford í Stórabret- landi, í samrøðu við norska blaðið Ny Tid. Útvístur Aftaná eina tíð í tí kríggs- herjaða Afghanistan fór Osama bin Laden heimaftur til Saudi-Arabia. Heimkomin stovnaði hann felagsskapin Al-Qaeda — »Støðin«. Hann var eisini í andstøðu til tí saudisku kongafamiljuna. Bin Laden meinti at kongadømi var fylt av rotinskapi og vestur- lendskum bandittum sum ikki fylgdu islam. Í 1991 fær saudiska kongafamiljan nokk av Osama bin Laden og gevur honum boð um at hann er óynsktur í landinum. Hetta hóast hann er føddur og uppvaksin í landinum og hevur saudi-arabiskt pass. Grundgevingin fyri at senda hann út av landinum er hansara andstøðuvirk- semi. Osama bin Laden flýggj- ar til Sudan. Har fær hann frið í fimm ár. Tá noyðir ameranski forsetin Bill Clinton sudansku myndug- leikarnar til at útvísa Osama bin Laden. Bin Laden stingur í sekkin og setur kósina enn einaferð móti Afghanistan. Við sínum fíggjarliga og hernaðarliga stuðli til Taliban-stjórnina, velur Taliban at taka ímóti bin Laden sum einum gesti. Men USA vil hava hendur á Osama bin Laden. Hesum avvísur Taliban-stjórnin og vísir til at Osama bin Laden ikki hevur møguleika at hava samskifti við umheim- in. Taliban vísir eisini til at bin Laden ikki hevur atgongd til fylgisveinasam- skifti. Sundurbumbaða Afghan- istan hevur ikki somu at- gongd til alnót og ný- mótans tøkni sum vit kenna til. Tí er fylgisveinatelefon nærum einasti møguleiki fyri at koma í samband við umheimin tá ein er staddur í fjallalandinum. Fylgis- sveinasamskifti kann lætt eygleiðast hjá eini fregnar- tænastu sum CIA. Álíkavæl hevur tað ikki eydnast at vísa á hvar Osama bin Laden er. Amerikumenn meina at Taliban ikki sigur satt, men at Osama bin Laden er ser- stakliga virkimn, og stýrir virksemi sínum úr Af- ghanistan. Hann skal hava venjingarlegur fyri kom- andi yvirgangskroppar bæði í Afghanistan og í Sudan. Men eingin tykist vita hvussu stóra makt Osama bin Laden hevur á teimum ymsu bólkunum sum eru knýttir til Al-Qaeda-kervi. Tað tykist vera stór óvissa um hvussu nógv fólk eru knýtt til Al-Qaeda, men einstakar gitingar siga umleið 3000 persónar. - Vit kunnu í dag ikki siga hvussu nógvar stuðlar Osama bin Laden hevur. Al-Qaeda er ikki ein bólkur sum vit vanliga kenna bólkar, men eitt kervi. Sjálv kjarnan er rættiliga lítil við bert fáum limum. Men teir ymsu bólkarnir í kervinum njóta gott av fíggjarligum stuðli, hjálp til at skipa seg og at læra upp fólk. Hetta er tað bin Laden sum syrgir fyri, sigur Gavin Cameron. Hatar USA Tey sum hava kannað fleiri av yvirgangsatsóknunum móti amerikanskum áhuga- málum eru ikki í iva um at Osama bin Laden hevur eitt heimsumfatandi kervi. Serfrøðingar halda seg við vissu kunna siga at Osama bin Laden hevur samstarv við bólkar sum eru í Afghanistan, Bosnia, Tsjetsjenia, Tadsjikistan, Somalia, Jemen og Kosovo. Osama bin Laden, sum jú fekk CIA-upplæring, fór av álvara at venda haturinum móti USA fyri umleið 12 árum síðani. Tað var serliga tá táverandi amerikanski forsetin, George Bush tann eldri, brúkti herstøðir í Saudi-Arabia til at leypa á Saddam Hussein og Irak undir Flógvakrígnum. Í 1996 kom bin Laden vid eini fatwa — heilagum kríggi — móti øllum amerikanskum. Men hvat er tað sum fær bin Laden til at halda fram kríggj sítt. Sambært Cameron eru tað í høvuðs- heitinum trý mál sum bin Laden hevur. Fyrsta mál er at oyðileggja og fáa út alt vesturlendskt, serliga amerikanskt, úr heimlandi hansara Saudi-Arabia. Bin Laden meinar at tað er ímóti islam at tað eru vesturlendskar og projød- iskar herstøðir nær teimum heilagu býunum Medina og Mekka. Næsta mál hansara er, sum ein góður mus- limur, at fáa út allar jødar úr Jerusalem. Jerusalem er eisini heilagur býur fyri muslimar, og liggur sum nummar trý aftaná Mekka og Medina. Tað triðja høvuðsmálið hjá Osama bin Laden er at fáa steðga vesturlendsku forfylgingini av iranska fólkinum. Gavin Cameron meinar at hetta seinasta málið ikki er tað sum liggur bin Laden nærmast, men hetta er ein søk sum lætt kann geva honum fólkaligan stuðul í muslimskum londum. Atsóknirnar Tann fyrsta atsóknin móti amerikumonnum sum kann knýtast til bin Laden kom í 1992. Tá blivu tvey hotell som amerikanskir hermenn búðu á sprongd. Hermenn- inir vóru á veg til Somalia. Eingin amerikumaður bleiv skaddur av bumbunum. Osama bin Laden verður eisini settur í samband við teir sum í 1993 sprongdu eina bumbu í kjallaranum undir World Trade Center. Tá doyðu sjey fólk. Amerikanska fregnartæn- astan er ikki í iva um at Osama bin Laden sam- starvaði við tann egyptiska bólkin sum stóð fyri sjálv- ari bumbuni. Seinni skal hann hava staðið aftanfyri álop á amerikanskar herstøðir í Saudi-Arabia, bumburnar sum sprongdu sendistov- urnar hjá USA í Kenya og Tanzania í luftina í 1998. Osama bin Laden skal eisini hava verið heilin aftanfyri eina tilrættilagda atsókn móti flogvøllinum í Los Angeles í 1999. Hend- an atsóknin bleid steðga í seinastu løtu. Bin Laden skal eisini hava verið í samband við tann bólkin sum søkti oyðarin USS Cole í Jemen í 2000. Og so komu teir 85 minuttirnir sum heimurin ikki hevði rokna við. Á- lopini á World Trade Center og Pentagon við ferðafólka- flogførum týsdagin í farnu viku.. Flestu serfrøðingar innan yvirgang eru ikki í iva um at her hevur Osama bin Laden fingurin við í spælinum uppá ein ella annan hátt. Gavin Cameron sigur í samrøðuni við Ny Tid at tað er nógv sum bendir á at Osama bin Laden er sjálvur tilrættaleggjarin aftanfyri atsóknirnar, men at fleiri bólkar hava samstarva um atsóknirnar. Cameron sigur at sjálvt um ein kann siga at bin Laden hevur havt fingrar- nar við í hesum atsókn- unum, so er ógjørligt at siga hvussu stóran leiklut hann hevur havt. Bólkarnir sum hava samstarva eru sjálvstøðugir og ilt er at meta um hvussu nógv teir vita um hvønn annan, og hetta er nakað vestur- lendskir myndugleikar vita alt ov lítið um at siga. Fregnartænasturnar á skeivari leið Tað eru fleiri serfrøðingar sum vísa á at serliga tann amerikanska fregnartæn- astan hevur leita á full- Osama bin Laden - høvuðsfíggindin Framhald á næstu síðu Osama bin Laden hevur sjáldan viðgingið at hann hevur staðið fyri eini yvir- gangsatsókn. Men fregn- artænasturnar sum hava fylgt honum meina at hann hevur ábyrgdina fyri nógv- um atsóknum. Nakrar av hesum eru: 1992: Tvey gistingarhús í Aden í Jemen verða sprongd í luftina. Á gist- ingarhúsinum búðu ameri- kanskir hermenn. CIA meinar at bin Laden stóð aftanfyri. 1993: Egyptarin Sheikh Omar Abdel-Rahman skal saman við fýra øðrum per- sónum hava sprongt eina bumbu í kjallaranum á World Trade Center. Sjey fólk doyðu. Teir skulu eis- ini hava ætla at sprongja bumbur inni í ST-bygn- inginum. CIA meinar at Abdel-Rahman hevði tætt samskifti við bin Laden. 1998: Næstan samstundis brustu tvær bumbur í Nairobi í Kenya og í Dar es Salam í Tanzania tann 7. august. Í báðum førum var málið tær amerikansku sendistovurnar. 224 menn- iskju doyðu, harav 12 amerikanarar. Fleiri enn 4.000 menniskju blivu skadd. Tann 20. August sendi Bill Clinton bumbu- flogfør móti Sudan og Afghanistan, har teir bumbaðu støðir sum USA metti stóðu aftanfyri bumb- urnarí Kenya og Tanzania. Fýra viðhaldsfólk hjá Osama bin Laden eru dømd fyri atsóknirnar og skulu sita í geglinum restina av lívinum. 1999: Ein persónur sum USA meinar hevur sam- band við Osama bin Laden bleiv steðgaður á markin- um millum Kanada og USA. Hesin skal hava havt ætlanir um at fremja eina bumbuatsokn móti flog- vøllinum í Los Angeles. Hesin velur at samstarva við FBI og var vitni í sakini móti teimum sum eru dømdir fyri Tanzania og Kenya-bumburnar. 2000: 17 amerikanskir her- menn doyðu umborð á amerikanska oyðaranum USS Cole tá ein lítil skjótt- gangandi bátur fullastaður við spreingievnum við vilja rennir inn í síðuna á USS Cole. 80 persónur eru handtiknir og ákærdir fyri at hava verið við í hesi ætl- anini. 2001: 11. september verða fýra ferðafólkaflogfør rænd. - Tvey vera seinni við vilja rend inn í tey bæði háhúsini sum eru vøru- merki fyri World Trade Center. Háhúsini rapla løtu seinni. Eitt flogfar flýgur beint inn í Pentagon. Tað fjórða flogfarið dettur niður í Pittsburg. Amerikanska stjórnin avvísir at ameri- kanska flogvápni skal hava skotið flogfarið niður. Víst verður til at bardagi inni í flogfarinum kann hava gjørt at flogskiparin misti tamarhaldi. Hvussu nógv fólk doyðu undir hesum atsóknunum vita vit ikki enn. Møguliga finna myndugleikarnir ongantíð útav hvussu nógv sum liggja í húsatoftunum. Seinastu tølini vísa at nærri 5.000 persónar eru eftir- lýstir aftaná at World Trade Center rapaði. Mál Osama bin Laden kann hava ábyrgdina fyri komiliga skeivum stað tá teir hava roynt at fylgja við í virkseminum hjá bólk- unum og persónunum sum kunnu knýtast til Osama bin Laden. USA hevur brúkt nógva orku til at avdúka hvat bólkarnir hava gjørt um fylgissvein og alnótina, umframt at ein hevur verið bangin fyri at bólkarnir hava roynt at byggja upp kemisk og biologisk vápn. - Í staðin so hava yvir- gangskropparnir brúkt púra vanlig vápn á ein sera óvanligan hátt. Men tað sum er størsti trupulleikin hjá vesturlendsku fregnar- tænastunum er tær ikki hava megna at fáa persónar innan bin Laden-bólkarnar at samstarva og avdúka virksemi hjá hesum somu bólkunum, sigur Cameron. Fyri fregnartænasturnar er tað eisini eitt haft um beinini at tær ikke hava havt evnini til at skilja tey tekini sum eru komin í summar um at okkurt var í ferð við at henda. Fyri USA er tað eyðmýkjandi at vita tey árliga brúka um 300 milliardir krónur til fregnartænasturnar, og so kundu tær ikki avdúka at nærri 20 yvirgangskroppar hava lagt til rættis álop inni í USA. Fleiri av persón- unum hava eisini verið í longri tíð í landinum uttan at CIA og FBI hava kunna avdúka at teir ikki høvdu reint mjøl í posanum. Neyvan nógvar fjepparar Sjálvt um Osama bin Laden tykist at fáa stuðul frá muslimskum londum, so eru serfrøðingar á einum málið um at bin Laden ikki hevur nakað stórt tal av fjepparum. Talan er heldur um at ein stuðlar pørtum av tí bin Laden vísir á. Serliga er tað politiska viðferðin USA gevur Miðeystri, har Ísrael sum oftast verður stuðla óansæð, meðan mus- limsku londini uppliva at tey sjáldan fáa rættvísa við- ferð frá USA. Í hesum sam- bandinum verður bin Lad- en brúktur sum ein gall- ionsmynd sum verður brúkt í stríðnum móti øllum vest- urlendskum. Tann 194 sentirmetrar høgi Osama bin Laden er klænur, hevur skjegg og brúkar stav. Hann hevur í fleiri ár verið millum teir tíggju persónarnar sum FBI mest av øllum vil hava fatur á. Men hóast USA bjóðar fimm milliónir ameri- kanskar dollarar til tann sum vísir hvar teir finna Osama bin Laden, so gongur hann enn sum ein fríur maður í fjallalandin- um Afghanistan. Men tað er áðrenn USA byrjar at bumba tað sundur- bumbaða landi sum hevur verið rakt av kríggi í 23 ár. Framhald av næstu síðu LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarmorgunin klokk- an 7.30 fekk løgreglan í Klaksvík fráboðan um, at ein bilur var farin á sjógv á Borðoyarvík . Afturendin á bilinum stakk uppundan og ikki var greitt, um nakað fólk var í bilinum. Boð vóru tí send eftir frosk- manninum hjá sløkki- liðnum, sum fór niður at leita eftir fólki, og tí- betur var einki fólk at finna. Sýnið var ógvu- liga ringt, og tí var tor- ført at staðfesta, um nak- ar var í bilinum. Síðani varð bilurin tik- in upp av einum krana, og løgreglan fór til eigaran, sum greiddi frá tilburðinum. Tað var soleiðis, at bilurin var farin útav ta náttina. Eigarin, ið var um tjúgu ára aldur, var í bilinum, men ein 17 ára gomul genta, sum ikki hevði koyrikort, stýrdi bilinum. Tey bæði høvdu bjargað sær á land og vóru farin til hús. Trý brot á ferðslulóg- ina eru framd í hesum førinum: Førarin hevði einki koyrikort, eigarin lat ein koyra, sum ikki hevði neyðuga loyvi og um nakar varnast eitt ferðsluóhapp, so skal viðkomandi boða løg- regluni frá, og tað var ikki gjørt í hesum førin- um. Tað hevði spart sløkkiliðnum fyri ó- neyðuga leiting og nógv stríð. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Sunnukvøldið fekk sløkkiliðið eina fráboð- an um eldsbruna í Kunoy. Eldur var komin í hoyggið í einari turki- bingju. Í bingjuni er ein blás- ari, ið blæsir heita luft til tess at turka hoyggið. Hoyggið hevur sum skilst ligið ov nær við blásaran, og soleiðis er eldur komin í. Sløkki- liðið fekk skjótt bast eldinum. Hesin blásarin er oyði- lagdur, og tað mesta av hoygginum er farið fyri skeyti, men bingjan kann nýtast aftur, greiðir løgreglan frá. Sunnumorgunin var eisini ein fráboðan um eld í einum persónbili í Klaksvík, men hetta vísti seg at ikki at passa, tá sløkkiliðið kom á staðið. LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarmorgunin klokk- an ellivu hendi eitt ferðsluóhapp á Núpi millum Vág og Lopra. Ein ung kvinna var eins- amøll í bilinum, sum fór útav vegnum. Kvinnan fekk smærri løstir, og hon skal á Landssjúkrahúsið til nærri kanningar, tí hon hevur fingið ein stoyt í høvdið. Bilurin fór illa og verð- ur helst ikki gjørdur aft- ur. Eina fráboðan um her- verk fekk løgreglan í Suðuroy eisini. Tað var ein fullur maður í Vági, sum var farin at gera seg inn á ein bil í bygdini. Gerningsmaðurin er í hesum førinum tikin. Bilur fór á sjógv á Borðoyarvík Eldur í turkibingju í Kunoy Ferðsluóhapp á Núpi LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Leygarkvøldið var konsert í badmintonhøll- ini, sum aftur hesuferð var karmur um harðskap. Tvær ferðir var sjúkrabilurin á staðnum og flutti ungar dreingir á sjúkrahúsið. Talan var um tveir tilburðir. Í tí eina førinum var tað ein duravørður, ið hevði verið heldur harðligur við ein 15 ára gamlan drong. Hann fekk skaða í ryggin og endaði á sjúkrahúsinum. Ein tíma seinni var aft- ur galið. Tá vóru tveir unglingar um 18 ára aldur farnir til hendurs við nevum, og tann eini lá eftirá. Hann hevði fingið skaða í andlitið og varð tí fluttur á sjúkra- húsið. Løgreglan var á stað- num leygarnáttina og tók tveir persónar til avhoyr- ingar. Ákærurit er skriv- að, og teir eru báðir skuldsettir fyri harðskap. Tveir endaðu á sjúkrahúsinum LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Týskvøldið var ein ungur drongur á løg- reglustøðini og boðaði frá, at hann varð álopin av átta dreingjum, sum vóru í svørtum klæðum og fjaldu andlitini aftan- fyri hettur. Henda fráboðanin vís- ir seg ikki at vera røtt, og løgreglan hevur slept málinum. Í tíðindaskrivi, sum Jón Klein Olsen, vara- politiinspektørur, sendi út til fjølmiðlarnar fríggjakvøldið, stendur, at talan var um eina mis- skiljing, og at fólk onga orsøk hava at ræðast, at ungir dreingir ganga við knívi í býnum. Løgreglan hevði ann- ars sagt fjølmiðlunum, at hon hevði ávísar per- sónar í kikaranum at byrja við, men tað vísti seg, at eingin hevði sæð hesar hettuklæddu ung- lingarnar, sum á alljós- um degi skulu hava framt álopið. Málið er nú lagt á hillina við tí orsøk, at einki hald er í fráboð- anini, sum drongurin eft- ir øllum at døma sjálvur hevur funnið uppá. Følsk skuldseting C M Y K 7 6