Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2009 Fríggjadagin var føroyska Linda Andrews at síggja í X Factor á DR1. Tann annars harða dómaratrioin varð tikin á bóli og blást um koll av kraftmiklu røddini, og hon varð ein­ mælt send víðari. Tó var alt ikki eins ljósareytt, sum tað sá út á skíggjanum fríggjadagin Portrett Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Upprunaliga eitur hon Linda Andreasen, men navnið Linda Andrews er hevur hon fingið sær til kunstnaranavn. - Navnið Andrews kemur av tí at eg kom út sum artistur í USA, har eg var við í einum sangi hjá Karma Club. Produsararnir hildu ikki at Andreasen klingaði serliga gott. Eg vildi hava eitt kunstnaranavn, sum lá nær Andreasen, og so bleiv tað bara til Andrews. Síðan tá havi eg kalla meg Linda Andrews, greiðir Linda frá. Í rættiliga nógv ár hevur Linda Andrews verið sera virkin í tónleiki. Í fjør gav hon fløguna Revelation út og spældi á Summar Festi- valinum. Men hóast hon hevur verið sera virkin, hevur hon ikki heilt sligið seg fasta millum føroy- ingar. Gjøgnum árini hevur hon uppbygt sær eitt navn sum bakgrundssangari í Dan- mark og hevur hon verið sera virkin sum kórleiðari. Men nú hevur unga Havnar- gentan funnið útav, at tað er ikki í bakgrundini, hon vil vera. Nú ætlar hon veruliga at bróta ísin, og gongur eftir vild, verður X Factor júst tann seinasti faktorurin, ið ger at fólk ikki longur spyrja, hvør hon er, tá navn- ið Linda Andrews verður havt á lofti. Musikalskan uppvøkstur Hon vaks upp í einari musikalskari familju úti við Landavegin á Bóndaheygi, og lærdi hon skjótt tónleikin at kenna, millum annað í samkomuni Filadelfia. Longu sum smágenta byrjaði hon at syngja í barnakóri hjá Miriam Carl- sen, og seinni hevði hon eisini barnakór saman við Vanju Carlsen, ið er blivin kend sum ein av Carlsen systrunum. Eftir 10. flokk fóru tær báðar á eftirskúla saman, har tað eisini var eitt sera ríkt tónleikalív. Tað var eis- ini har at Linda Andrews fann útav, at tað var hetta, hon vildi liva av. - Tað umhvørvið, ið eg kom í á eftirskúlanum í Danmark var bara himm- alskt. Tað var har eg fann út av, at tað var tað, eg skuldi gera, greiðir Linda Andrews frá. Modernaður føroyingur Hóast pápin er úr Suðuroy og mamman úr Æðuvík, vaks Linda Andrews upp í Havn. Sjálv sigur hon at hon hevði ein fantastiskan barndóm, har hon gekk í Nonnuskúlanum fyrstu árini og seinni flutti oman í Kommunuskúlan at ganga. - Eg hevði ein fantastiskan barndóm, men eg má siga at eg altíð havi verið eitt slag av modernaðum føroy- ingi. Eg havi ongantíð tím- að alt hetta føroyska, og eg minnist at vit skuldu læra eitt kvæði um vikuna, og eg hataði tað. Eg helt tað var simpulten so ræðuligt. Men tá man blívur eldri, er man rættiliga glaður fyri tað hóast alt, sigur Linda. Í 1994 flutti hon til Dan- markar at búgva, og heldur hon at hon er blivin nógv meira føroysk, síðan hon flutti. - Eg minnist tá eg kom niður í 1994. Tað var mitt í kreppuni, og tað var ikki stuttligt at vera føroyingur í Danmark. Tá eg presenteraði meg sum føroying, vóru danir rættiliga niðursetandi. Eg fekk nógvar viðmerk- ingar, millum annað »du skylder mig penge«, »skal jeg låne dig nogle penge« og nógv annað. Tað gjørdi at eg helt uppat at presentera meg sum føroying, tí eg tímdi ikki at hoyra uppá tað longur. Tað var hart at vera føroyingur í Danmark í 90’unum, greiðir Linda Andrews frá. Seinnu árini hava føroy- ingar tó vunnið frama mill- um danir, serliga innan tón- leik, og nú marknaðarførir hon seg sum føroying, og er hon stolt av tí. - Man kann ikki avnokta sína fortíð, og eg haldi eis- ini at eg eri blivin nógv meira føroysk niðri. Tíðir- nar eru eisini broyttar so nógv nú. Nú havi eg fingið eyknevnið »Den færøske Diva« niðri, fortelur Linda Andrews. Vil bróta ígjøgnum Í Føroyum er Linda Andrews mest kend sum gospelsangarinna, og gav hon í fjør floguna Revelation út. Niðri er hon tó ikki kend sum gospelsangarinna, og tað er heldur ikki tað, hon vil marknaðarføra seg við. Hon hevur leingi verið virkin í tónleiki, og hevur liva av tónleikinum leingi í Danmark. Nú vil hon tó veruliga gera sítt gjøgnum- brot, og er tað orsøkin til at hon valdi at melda seg til X Factor. - Eg havi verið við í tón- leiki í nógv ár eftirhondini, men hetta havi eg ongantíð roynt fyrr, tað at verða dømdur og vigaður á handa máta. Tað er ein stór út- fordring hjá sangarum at fara á sjónvarp og verða alment vigaður, vísir Linda Andrews á. Við sanginum »Power of love« hjá Celine Dion megn- aði Linda Andrews fríggja- dagin at syngja seg víðari í aðru donsku útgávuni av heimskendu tónleikakapp- ingini X Factor. Hennara kraftmikla rødd rungaði í oyrunum á dómarunum, og søgdu teir allir við ein munn, at hon veruliga hevði nakað, sum hinir luttakar- arnir ikki høvdu. Happað av Blachmann Ein partur av konseptinum í X Factor er at dómararnir hava hvør sín leiklut, tann harði, tann góði og tann meria neutrali. Í donsku út- gávuni er tað Thomas Blachmann, ið er tann harði dómarin, og eftir hvat Linda Andrews upplivdi at døma, er hann veruliga harður. - Eitt brot, sum tey ikki vístu í sendingini fríggja- dagin, er tá eg kom presen- teraði meg sum føroying. Tá eg segði at eg var før- oyingur, byrjaði Thomas Blachmann at rakka meg og føroyingar niður. Hann segði at hann kendi ongan føroying, sum dugdi at syngja, og at tey áttu bara at flutt sendingina til Føroya, tá tað »kraftedeme kommer så mange færinger«, sum Blachmann málbar seg. Heldigvís fekk eg koppað støðuni og yvirbevíst hann um at føroyingar veruliga duga at syngja. Men at fara til audition var ræðuliga ræðslusláandi, greiðir Linda Andrews frá. Harðir prøvar í væntu Næsta stigið í sendingini er tað sokallaða »Boot-camp«, ið verður á einum slotti á Fyn. Har verða tey 40 fólk, sum eru kategoriseraði sum tey yvir 25 ár, og longu fyrsta kvøldið verða tey skorin niður til 10 fólk, seinni á kvøldinum til fimm og morgunin eftir til tey trý, ið skulu umboða tann aldursbólkin. Fríggjadagin sang hon sangin »Power of love« hjá Celine Dion, og tað gjørdi hon av teirri grund, at sangurin er sera kraftmikil og ein av hennara yndlings- sangum. Tó verður næsta uppgávan ikki eins løtt. Hon skal nevnliga duga tríggjar sangir uttanat, og eru tað sangir, dómararnir hava valt til hana. - Eg kann eisini avsløra, at hatta als ikki eru sangir, ið eg vanliga hevði sungið. Tað verður poppur, men poppur er jú so nógv, og tað er ikki hatta slagið, mær dámar best, sigur Linda Andrews. Næstuferð vit síggja Lindu á skíggjanum verður annan fríggjadagin, tá innleiðandi umfarið úr Aarhus er farið afturum, og næsta stigið í sendingini fer í gongd. Linda Andrews – Tann føro Hóast Linda Andrews hevur verið virkin í tónleiki í nógv ár og spældi á Summarfestivalinum í ár, er hon ongantíð vorðin veruliga kend millum føroyingar. Við luttøkuni í X Factor vónar hon veruliga at bróta ígjøgnum