mánadagur 5. januar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 2 - 5. januar 2009
Leygardagin fekk
Suðuroyar Norðara
Bjargingarfelag
ein spildurnýggjan
bjargingarbát, sum er
serbygdur til leiting
framvið landi. Hetta
er eitt stórt framstig
og eitt sera hent
amboð hjá okkum,
skuldi vanlukka hent,
sigur Signar Olsen,
formaður í felagnum
Bjarging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Á miðdegi leygardagin kom
ein spildurnýggjur bjarging
arbátur skúmandi inn eftir
Hvalbiarfirði. Tað er ein
bjargingarbátur, sum Suður
oyar Norðara Bjargingarfel
ag í eitt heilt ár hevur arbeitt
við at útvega sær og nú er
tað so eydnast.
Og hetta er eitt ódnartak,
tí hóast báturin ikki sær út
av so nógvum við fyrsta
eygnakast, kostar hann heil
ar 700.000 krónur, sum hann
liggur, við allari útgerð.
Hetta er ein bjargingarbát
ur, sum er serbygdur til leit
ing framvið landi. Av tí
sama
hevur
hann
ikki
skrúvu, men er drivin fram
við vatnjettmotori, sum
gevur bátinum eina ferð
upp á heili 37 míl.
Hann er seks metrar lang
ur og 2,35 metrar breiður
og hann er helst tann einasti
av hesum slagnum í landin
um.
Av tí, at hann onga skrúvu
hevur, ber til at fara heilt í
klettin við bátinum uttan at
óttast fyri, at skaði hendir
og at manningin missur tam
arhaldið á honum.
Skrokkurin er úr Póllandi,
men báturin er liðugtgjørdur
í Danmark og hann er av
sama slag, sum danska
bjargingartænastan
beint
nú hevur útvegað sær 15 av
og hann lýkur øll krøv, sum
myndugleikar seta til ein
slíkan bát nú á døgum.
At vit hava ein bát, sum
er gjørdur til at arbeiða
framvið landi er eitt sera
hent amboð, tí tað mesta
arbeiði hjá bjargingarfeløg
unum er á landi, ella dygst
framvið landi ímeðan Vakt
ar og Bjargingartænastan
røkir tær uppgávur, sum eru
longur burtur, sigur Signar
Olsen.
Góður stuðul
Hóast báturin er dýrur, hava
tey fingið nógvar og góðan
stuðul til at keypa hann fyri.
Kommunan í Hvalba og
Tvøroyri
hava
stuðlað,
umframt arbeiðsmanna og
arbeiðskvinnufelagið
í
Hvalba, trolararnir Steintór
og Sjagaklettur, Trygd og
Tryggingarfelagið Føroyar,
Eik, Føroya Banki og Lions
Klubbburin í Suðuroy.
Men so høvdu tey eitt
stórt dansitiltak, sum kast
aði 100.000 krónur av sær
og har tey fingu ítróttarhøll
ina í Trongisvági fyri onki.
Seinastu tíðina hava tey
lært seg at sigla við bátinum
og nú er ætlanin at fáa fýra
navngivnar mans at hava
beinleiðis ábyrgd av bátin
um, so at hann verður røktur
og brúktur undir skipaðum
viðurskiftum.
Ongantíð brúk
fyri honum
Tá ið báturin kom á Hvalba
á miðdegi leygardagin, var
lítið hátíðarhald í bátahylin
um á Bíargarði og har fekk
Otto West,
borgarstjóri,
heiðurin at navngeva bátin
og hann hevur fingið navn
ið, Royndin.
Tá ið borgarstjórin navn
gav bátin, vónaði hann ikki,
at tað nakrantíð fer at vera
brúk fyri honum.
Men hann legði afturat,
at vit vita aldrin, nær tað
verður og í hesum sambandi
vísti hann á týdningin av at
hava eitt bjargingarlið, sum
altíð er til taks, tá ið á
stendur.
Tað er sera fløvandi at
vita, at tað eru menn og
kvinnur, sum hava umsorg
an fyri einum, tí tað eru
umstøður, sum vit ikki vóna
at koma í, men lívið er
soleiðis hátta, at av og á
hendir tað, sum ikki skal
henda.
Otto West segði, at tað
veit ongin betri enn vit,
sum búgva her á landi, tí
her er vandi altíð til staðar.
Serbygdur bjargingarbátur
til Suðuroyar
Nýggi bjargingarbáturin hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, er serbygdur til at landi
innast við klettin og at fara á land við honum, skuldi tað verðið neyðugt. Størsti fyrimunurin við
honum er, at hann hevur onga skrúvu, men er drivin við vatn-jettmotori
Bjargingarfelagið í
Suðuroyar Norðaru
helvt fyllir 30 ár um
ein mánað. Í nógv ár
gekk felagið undir
lágum seglum, men
nú er talan um eitt
vælrikið og vælskipað
felag við nógvari
útgerð og góðum fólki
Bjargingarfelag
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Bjargingarfelagið í Suður
oyar Norðaru helvt varð
stovnað 13. mars 1979, tá
ið 52 mans hittust í matar
høllini í Trongisvágs Skála
og stovnaðu felagið.
Í fyrstu nevndini sótu
Steingrím Mørk úr Sandvík,
Arnold West úr Hvalba, Óla
Jákup Olsen og Heri Mørk
øre av Tvøroyri og Sofus
Leo úr Fámjin.
Tiltakslimir vóru Jóannes
Eidesgaard og Pauli Einars
son av Tvøroyri.
Sostatt fyllir felagið 30 ár
um ein góðan mánað og í tí
sambandi verður hugsað
um at skipa fyri Bjargingar
roynd á Jóansøku á Tvør
oyri, kanska við hjálp úr
Havnini.
Hingu í
Men felagið hevur ikki altíð
verið so væl fyri, sum tað
er nú, tí alla tað fyrstu tíðina
varð húsast undir sera vána
ligum umstøðum.
Felagið sigldi við ógvu
liga lágum seglum í nógv
ár, men eg má kortini undr
ast á, at menn ikki góvu
skarvin yvir, men hildu lív í
felagnum, tí umstøðurnar
vóru so vánaligar, sigur
Signar Olsen, formaður.
Eru karmarnir ikki til
staðar, er ómetaliga tórført
at arbeiða, so tað er undrun
arvert, at teir hava hingið í
øll hesi árini.
Hann sigur, at nevndin
ásannaði tí, at tað var neyð
ugt at bøta um karmarnar
og tað endaði við, at eitt
hús á Bíargarði í Hvalba,
varð leigað til endamálið.
Og nú eru umstøðurnar
heilt góðar og felagið er
væl fyri við útgerð, bæði
við línum, troli, presending
um og nógvur peningur er
eisini brúktur til ymisk batt
arídrivin amboð.
Felagið
hevur
eisini
sjúkrabil, sum er ein gamal
sjúkrabilur hjá Suðuroyar
Sjúkrahúsi og so eiga tey
ein vørubil aftruat. Og nú
hava teir so eisini fingið
hendan sera framkomna
nýggja, bjargingarbátin.
Vit eru heilt væl fyri til
at leita og bjarga, bæði í
sambandi við stormskaðar
og um so skuldi verið, at
tað ringasta skuldi hent og
eitt óhapp ella ein vanlukka
skuldi hent.
Ungdómurin
tikið yvir
Men tað, sum formaðurin er
sera fegin um, er, at tað eru
nógvir ungir mans komnir
við í felagið og hann sigur,
at teir eru ómetaliga ágrýtnir
at halda gott skil á øllum
viðurskiftunum
hjá
fel
agnum, so at teir altíð eru til
reiðar eftir eini lítlari løtu,
skuldi brúk verið fyri tí.
Vit hava verið ómetaliga
hepnir við teimum ungu
monnunum, sum eru komnir
í felagið, tí tað er stak raskir
menn, sigur Signar Olsen.
Tilsamans eru útvið 100
limir í felagnum og teir eru
úr Sandvík, Hvalba, Tvør
oyri, Øravík og Fámjin.
Men teir eru einir 30 mans,
sum altíð eru klárir, skuldi
nakað verðið áfatt.
Felagið hevur útgerð liggj
andi í Hvalba, á Tvøroyri
og í Fámjin og bjargingar
báturin fer støð í Hvalba.
Signar Olsen leggur dent
á, at hóast tað eru tvey bjarg
ingarfeløg í Suðuroy, er
samstarvið ímillum feløgini
avbera gott og tað ber altíð
til at heita á hvønn annan,
tá ið á stendur.
30 mans til reiðar at rykkja út
Ráðharri skal forklára rán
Vápnaránið á Antvorskov Kaserne í gjár førir nú til, at verjumálaráðharrin,
Søren Gade, skal forklára seg í einum samráð í Fólkatinginum. Framsøgumaður
í verjumálum hjá SF, Holger K. Nielsen, kallar verjumálaráðharran inn til
samráðið. – Tað er ógvuliga órógvandi, at tríggir ránsmenn frítt kunnu sleppa
fram at eini vápnagoymslu, sigur Holger K. Nielsen við Ritzau. Hann heldur
tað vera løgið, at vaktirnir hava kotuna til lásini, so ránsmenninir kundu hótta
seg fram at vápnunum. Sambært B.T. sluppu ránsmenninir burtur við 11
tungum maskinbyrsum, 20 løttum maskinbyrsum, 140 hernaðarriflum og 35
skammbyrsum. Ránsmenninir vóru vápnaðir við skammbyrsum og byrsum.