Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-05, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2009 Hagtøl fyri skráseting av nýggjum akførum fyri 2008 hjá Akstovuni vísa, at samlaða sølan er minkað við umleið 30 prosentum í mun til í fjør. Sølan av persónbilum er minkað við næstan 32 pro­ sentum frá 1814 til 1241 bilar, ein minking upp á til­ samans 573 bilar. Tølini vísa eisini at sølan av vøru­ vognum er minkað nakað tað sama í prosentum, 138 færri vøruvognar eru seldir í 2008 í mun til 2007. Í desember í 2007 vórðu 112 persónbilar seldir í mun til 39 í 2008. Eisini sæst at ein ávís útskifting av bussum hevur verið í 2008, 21 bussar vórðu seldir í fjør. mg Kelda: Akstovan Sølan av nýggjum akførum Nógv tos hevur verið um kommunuvalið í Kvívík. Nú er málið komið so langt, at stillararnir skulu svara einum skrivi frá Innlendismála­ ráðnum. Staðfestir svarið, at okkurt fór skeivt fram á valinum, so verður umval Kommunuval Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo 26. novembur skrivaði Sosi­ alurin, at nøkur valevni kendu seg forðaði at stilla upp í Kvívík. Tey høvdu sent kæru til Innlendismála­ ráðið, har tey greiddu frá, at lógin ikki var fylgd til kommunuvalið. Seinni kom fram, at listi A, ið hann verð­ ur kallaður var kliptur og klistraður, og tað er ikki at fylgja lógini um uppstilling. Nú er málið komi so langt, at stillararnir á lista A, skulu avgera, hvørt umval verður í Kvívík ella ikki. Í skrivinum, sum innlend­ ismálaráðið hevur sent still­ arunum, skulu tey greiða frá, um somu nøvn eru á listanum tey skrivaðu undir uppá, og á listanum, ið enda­ liga var latin inn. Samsvarar hetta ikki, verður úrslitið helst umval. Kæra frá hinum Upprunakæran kemur frá Soffi Egholm, ið heldur uppá, at heilt nógvar ólóglig­ ar hendingar fóru fram, tá vallistarnir skuldu inn. Hon heldur somuleiðis uppá, at hon hevði fingið størri vald, um valið fór fram lógliga. Sum skilst var orsøkin til, at listin var broyttur stutt fyri freistina, at Heini Holm, fyrrverandi borgar­ stjóri og ein av stillarunum á lisa A, ikki vildi hava Tór­ arinn Didriksen á listan, og avgjørdi tí at bróta listan. Í evsta føri, kann henda skjóta avgerð hava við sær, at kvívíkingar sleppa á val einaferð enn. Ógreiðar søgur Í øllum málinum hevur tað verið soleiðis, at søgurnar hjá pørtunum hava verið sera ólíkar, og tí er øll støð­ an serliga fløkt. Tó er greitt, at valstýrið góðkendi báðar listarnar, hóast annar var kliptur og klistraður. Hetta váttaði Tummas Marni Joensen 26. novembur, tá málið fyrstu ferð var í blaðnum. Málið er í dag komi so mik­ ið langt, at 8. januar skulu stillararnir hjá lista A, sum ivi er sáddur um, avgera, hvørt umval verður ella ikki. Stillararnir hjá lista B skulu eisini vátta, um teirra listi var rætt gjørdur. Teir hava fingið freist til 12. januar. So menn kann róliga siga, at nógv trýst er á still­ arunum til kommunuvalið í Kvívík, har bygdarráðið longu hevur tikið við og kanska bert situr sum ein fyribilsloysn. Trýst á stillarum í Kvívík Í skrivinum, sum stillararnir hjá lista A, ið var kliptur í klistraður, skulu stillarar svara uppá, um somu nøvn eru á listanum, sum tá tey skrivaðu undir Tað er hesin klipti og klistraði listin - listi A - í Kvívík, sum stórur ivi er um Mastra-skari í regni Havnin hevur verið fólkavald kommuna í 100 ár. Í hesum sambandi hevur Tórshavnar kommuna bílagt tónleikaverk, ið byggir á tekst hjá Williami Heinesen. Tónleikaverkið »’Mastra­skari í regni« verður frumframført við kóri og orkesturi á nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkesturi í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 10. Januar klokkan 20. Tónaskaldið er Atli Kárason Petersen, sum sæst á myndini. Atli byggir á tekst, sum er yrking hjá Williami Heinesen úr savninum »Panorama med regnbue« frá 1972. William Heinesen er annar av tveimum heiðursborgarum í Havn. Carl Jóhan Jensen hevur týtt danska upprunatekstin til føroyskt til hetta serliga og veitslukenda høvið hjá Tórshavnar kommunu. Týddi teksturin og skráin fyri nýggjárskonsertina er til skjals á www.torshavn.fo undir 100 ára búmerkinum. Bernharður Wilkinson stjórnar Føroya Symfoniorkesturi. Nýggjárskonsertin verður send beinleiðis í Kringvarpinum.