Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-05, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 5. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 2 - 5. januar 2009 Á samkomu í sam­ bandi við, at íslendski sendimaðurin í Før­ oyum, Eiður Guðna­ son, nú leggur frá sær vegna aldur, nýtti hann høvið at rósa føroyingum og takka fyri tíðina í Føroyum SENDISTOVA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Myndir: Jan Müller Tað var nógv gottfólk kom­ ið saman at heilsa upp á fráfarandi íslendska sendi­ harran í Føroyum, nú hann leggur frá sær fyri aldur. Torbjørn Jacobsen kallaði hann fyri ein vinskapiligan mann, sum hann var komin at kenna umvegis starv sítt sum landsstýrismaður í fiski­ og tilfeingismálum. Millum annað gjøgnum samráðingar við íslendingar um fiskiveiðirættindi hjá hvørjum øðrum. Eisini løgmaður var og heilsaði upp á og hann nýtti høvið at ynskja Eiðuri Guðnason alt tað besta frameftir. ­ Eg havi boðið honum út í Tinganes til kaffi einar tvær ferðir, og har hava vit tosað um nógv ymisk mál, sigur løgmaður. Hann vísti á søguliga sambandið landanna mill­ um, og fegnaðist um, at íslendingar hava sett á stovn sendistovu í Føroyum. ­ Sjálvt um vit eru fá fólk, eru vit ein stór tjóð, staðfesti Kaj Leo Johannesen. Glaður um Føroyar Jan Müller, ábyrgdarstjóri á Sosialinum, nýtti sum vera man høvið at fáa eitt prát við Eiður Guðnason. ­ Hetta hevur verið ein góð tíð. Eg hevði verið í Føroyum einar tvær­tríggjar ferðir, men nú havi eg so búð her í eitt ár og níggju mánaðir, segði Eiður Guðnason. Hann fegnaðist um at hava upplivað tíðina í Før­ oyum, og vísti á eina Gallup kanning í Íslandi, har Før­ oyar vórðu kosnar vinsæl­ asta fólkaslag í heiminum. Eiður Guðnason kom frá einum starvi sum sendi­ maður í Kina til Føroya, men hóast talan er um púra ymisk lond, so hava tey bæði eitt pláss í hansara hjartað. ­ Nú endi eg mína karri­ eru í Føroyum, og góði vinmaður mín, Magni Arge, hevur latið mær eitt gávu­ kort, sum er ein flog­ ferðaseðil, so eg komi heilt víst aftur til Føroya, segði Eiður Guðnason. Spurdur, hvat tað besta hevði verið við tíðini í Før­ oyum er fráfarandi sendi­ maðurin ikki í iva. ­ Vinskapurin og blíð­ skapurin, tú møtir alla staðni. Og lat meg líka nevna, at eg í summar saman við vinfólkum var ein túr úti í Mykinesi og Mykineshólmi, og tað bleiv ein serligur dagur. Hitin má hava veri oman fyri 20 stig, og hetta er ein dagur, sum eg ongantíð fari at gloyma, segði Eiður Guðnason. Hjálpa til sjálvstýri Tá tað kemur til at geva føroyingum góð ráð er Eiður Guðnason eitt sindur afturhaldin. ­ Tað er nærmast øvugt. Tað eru heldur føroyingar, sum skulu geva okkum góð ráð, heldur hann. Annars heldur hann seg kenna eitt ávíst politiskt rák í Føroyum. ­ Eg haldi, at føroyingar spakuliga, men sikkurt ganga fram móti sjálvstýri. Og tað fer at henda, tá tíðin er búgvin, segði Eiður Guðnason. Hann vísir á, at í tí sam­ bandi hevur íslendski uttan­ ríkismálaráðharrin sagt, at íslendingar fegnir hjálpa føroyingum á embætis­ mannastigi. ­ Um føroyingar til dømis ymskja at senda embætisfólk til Íslands at arbeiða í nakrar mánaðir, ella um teir vilja fáa royndir á íslend­ skum sendistovum, so skuldi tað verið møguligt, heldur Eiður Gunðason. Hann vónar, at síggja føroyingar í EFTA og øðr­ um altjóða limaskapum, men ES vil hann ikki úttala seg um. At enda kundi hann vissa um, at eftirmaður hansara er ein sera dugnaligur maður. ­ Hann hevur arbeitt sum leiðari í uttanríkismálaráð­ num undir David Oddson. Hann hevur undirvíst á íslendska universitetinum í uttanríkismálum, og hevur breiða altjóða vitan. Og hvør veit – kanska hann kann hjálpa føroyingum í viðurskiftunum mótvegis USA, segði Eiður Guðna­ son í samrøðu við Jan Müller. Sendiharri sigur farvæl Andstøðuleiðarin, Høgni Hoydal, var komin at heilsa upp á hendan dagin Løgmaður, Kaj Leo Johannesen, stakk eisini inn á gólvið hjá Eiðuri Guðnason Eiður Guðnason fekk fleiri gávur, millum annað eina troyggju frá Jørgeni Niclasen Sjálvandi var uttanríkismálaráðharrin og takkaði fyri starvstíðina Líggjas Joensen og Poul Mohr hugna sær saman við Eiður Guðnason Khader fer úr LA Tað hevur verið eitt meiri enn turbulent ár politiskt hjá Naser Khader. Frá Ny Alliance til Liberal Alliance til floksloysi. – Eg havi brúkt jólafrítíðina til at hugsa um støðu mína og politisku framtíð. Eg eri komin fram til, at ein kensla í maganum er ikki nóg mikið, tú mást hava hjartað við. Og tað havi eg ikki í Liberal Alliance, skrivar Naser Khader í einum tíðindaskrivi. – Tá vit stovnaðu Ny Alliance sá eg fyri mær ein flokk, sum kundi byggja brýr, ein virðisflokk, ein integratiónsflokk. Ein flokk í tráð við tað, eg hevði stríðst fyri í mong ár, men tann visiónin viknaði. Hann hevur tí tikið støðu til at siga seg frá sum formann og at taka seg úr flokkinum beinanvegin, skriva donsk bløð.