mánadagur 5. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 2 - 5. januar 2009
Seinnapartin
leygardagin
var skipað fyri jólahaldi
fyri russiskum sjómonnum
í Ebenezer í Havn. Ein
kann kanska siga, at hetta
var bæði seinkað og fram
skundað jólahald, tí russ
isku, ortodosku, jólini eru
ikki fyrr enn ein vika er
farin av januar.
Góð fólk í Ebenezer
fingu longu í november tað
hugskot at sýna russiskum
sjómonnum
í
Føroyum
henda blíðskap. Ætlanin
var tiltakið skuldi vera nú
mánadagin, men fleiri av
skipunum fóru avstað, og tí
var hetta haldið nakað av
markað í mun til uppruna
ligu ætlanina.
Men tey vóru so eini 100
fólk, sum fingu møguleika
at koma. Tey koma annars
mest úr Murmanskøkinum
og Kaliningrad.
Talan var um eina spenn
andi skrá. Máltíðin var
framúr, har møguleiki var
ar royna allan føroyskan
mat. Henda møguleikan
nýttu tey so eisini.
Tað var eisini hugnaløta
við tónleiki og undirhaldi.
Tónleikarar vóru Dupult
kvartettin í Ebenezer og
Sigrid Rasmussen.
Tulkur á tiltakinum var
Jórun Malaikev úr Vest
manna, sum hevur virkað
sum trúboðari í Ukraina í
fleiri ár.
Skipað varð eisini fyri
spurnarkappingum,
fyri
skipaðar av “okkara” Hera.
Hetta var mikið skemtuligt.
Tað vóru eisini tvær fram
løgur.
Aðra hevði Óli Jacobsen,
sum stutt greiddi fyrst frá
søguni hjá føroyskum fiski
monnum og síðan frá sam
bandinum millum Føroyar
og Rusland. Hetta hevur
ikki verið so lítið heilt frá
Siggert Patursson og hans
ara ferð til Sibiria fyri meira
enn 100 árum síðani.
Føroyskir fiskimenn hava
havt nógv samband við russ
iskar starvsfelagar. Nógv
minnast, tá ið sovjetiski
fiskimálaráðharrin Ishkov
kom til Føroya á almenna
vitjan í 1963. Hann hevði
verið ráðharri hjá Stalin.
Ishkov varð spurdur, hvør
avgjørdi hvar sovjetisku
skipini skuldu fiska. Hjá
okkum og øllum øðrum
vildi tað verið skiparin.
Men Iskof svaraða bert við
einum orði, “ja” sum merkir
“eg”.
Greitt varð eisini frá fiski
vinnusamstarvinum millum
londini, sum hetta hevur
havt stóran týdning fyri Før
oyar.
Nógv annað samband er
eisini. Tað eru fleiri russisk
ar konur komnar higar eins
og tónleikarar.
Hetta er eitt gott dømi
um samtarv millum eitt lít
ið og eitt stórt land.
Óli greiddi eisini frá sín
um sambandi við russar.
Fekk í 1961 at kenna ein
vin har, sum dugdi føroyskt
og hevur enn samband við
hann, seinast fríggjadagin.
Nam eisini við sína fyrstu
ferð til Ruslands í 1966.
Har var sera kalt – 20 stig.
Men kortini sótu kvinnur á
gøtuni og seldu ís!
Búði á Hotel Astoria, har
Hitler hevði ætlað at hátíðar
halda tøkina av Leningrad.
Men sum kunnugt vardu
íbúgvararnir býin í 900
dagar, til týskarar máttu
geva upp. Hetta var eitt
søguligt bragd, sum saman
við Stalingrad var við til at
bjarga heiminum undan
nasismuni.
Havi annars ein russiskan
vin, har abbin var við í
Stalingrad.
Osmundur
Justinussen
greiddi frá jólaboðskapin
um. Men hann greiddi eis
ini frá sínum góðu royndum
við russararum.
Tað vóru meira enn 400
russisk
sildaskip,
sum
royndu saman við føroy
ingum fyrst í 50unum.
Onkuntíð komu reiðskapir
nar saman, men hetta varð
altíð greitt við lagaligheit
frá báðum pørtum.
Hesi skip komu ofta inn á
føroyskar fjarðir at kroka.
Tað kundi liggja meira enn
100 skip bert á Fuglafirði.
Annað samband við eisini,
tá russisk skip kom inn í
Føroyum eftir vatni.
Men kalda kríggið forð
aði fyri tí stóra samskiftin
um. Men hetta er alt broytt
nú.
Hetta var alt í alt eitt sera
væleydnað tiltak. Fyriskip
ari var Øssur Andreassen.
Men tey vóru nógv onnur,
sum hava hjálpt til, og tey
eiga sjálvsagt eisini sína
tøkk.
Fyri at vera eitt sindur
háfloygdur kann sigast, at
tað er júst at hendan hátt, at
friður fæst millum fólka
sløg. Hetta kundu onnur
lært av, tá vit nú síggja skil
ið nógva staðni í heimin
um.
ó.
Russisk jól í Føroyum
Hetta var “bert” forrætturin.
Tað er ikki flottari á Hafnia!
Alexander kom við mammu síni til Føroyar, tá hon fekk føroyskan mann. Nú tosar hann
føroyskt sum ein føroyingur og arbeiðir hjá Faroe Agency. Her saman við síni russisku konu síni,
sum væntar teirra fyrsta barn
Væl gagnaðist hjá russisku gestunum
Vinnararnir av spurnaðarkappingini
Osmundur Justinussen tosar um jólaboðskapin og greiður
frá russiskum sildaskipum fyri 50-60 árum síðani. Jórun úr
Vestmanna var tulkur