mánadagur 5. januar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 2 - 5. januar 2009 ]
Framúr úrslitini
hjá nøkrum av ein
staklingum okkara
hava minkað um
jantulógina og í
størri mun legali
serað kjakinum
um veruliga elitu
menning í Føroyum
Ítróttarklumman
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Lat tað verða sagt alt fyri eitt: Vit eru so langt, langt,
langt ífrá komin á nakað, sum líkist málinum, um vit
skulu tosa um veruliga elituítrótt í Føroyum.
Men 2008 hevur kortini í nógvar mátar verið árið,
har fyrstu lítlu fetini eru tikin á leiðini.
Fyrst og fremst eru myndugleikar, sersambond og
onnur, sum varða at ítróttinum, veruliga farin at tosa
og kjakast um, hvat skal til, um vit skulu fáa gongd á
nakra elitumenning í Føroyum. Og hóast tær 600.000
krónurnar, sum eru settar á fíggjarlógina, av mongum
munnu síggjast sum ein viðfáningur, so er hetta tó ein
byrjan, sum í øllum førum er betri enn nullið, sum
annars hevur veri á fíggjarlógini.
Fyrst og fremst er at frøast um, at kjakið nú fer fram
meira opið, enn tað nakran tíð áður hevur gjørt.
Tilvitskan um týdningin av teimum avrikum, sum
fremstu ítróttarfólk fremja, er vaksin, so hvørt sum
kjakið um tjóðarbygging, branding og kanska eisini
innovatión hevur tikið seg upp.
Og samstundis hava okkara bestu leverað vøruna.
Ikki endiliga tí at tey hava verið stuðlað so nógv av
føroyskum myndugleikunum. Men Pál Joensen valdi
at taka eitt ár burtur úr álmanakkanum av sínum
eintingum, meðan Katrin Olsen hevur sýnt somikið
góð avrik, at hon gjørdist partur av Team Danmark
skipanina. Og saman við vinnuligum stuðlum hevur
hetta skapt neyðugu karmarnar hjá teimum at
mennast.
Uttan at forsmáa onnur, so hava tey bæði prógvað,
hvussu langt kann røkkast, um viljin og evnini eru til
tað. Og saman við nýkomna kjakinum, sum nú hevur
avloyst jantulógina, hevur hetta eisini birt eina vón
um, at okkara allar bestu í framtíðini kunnu fáa
neyðugu karmarnar.
Sjálvandi skal fótarbeiðið fyrst og fremst gerast
innan ÍSF og sersambondini. Men eitt nú innan
svimjing, flogbólt og talv er hetta arbeiðið ígongd við
fullari ferð. Hetta eru samstundis ítróttir, har
sponsorinntøkur ikki eru so sjálvsagdar – og slettis
ikki í hesum døgum – og tí er altavgerandi, at politiski
myndugleikin spælir við. Hví ikki við at gera 2009 til
elituár.
Gott nýggjár.
2009 sum elituár
Dido, sum mátti
gevast sum venjari
hjá Víkingi í
fjør, er nú blivin
landsliðsvenjari í
Bangladesh
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Dido kom til Føroya tíðliga
í fjør at venja Víking. Men
hann fekk ikki venjara
pappírini hjá sær góðkend
og noyddist at gevast aftur.
Nú hevur Dido fingið
nýtt starv. Heimasíðan hjá
FIFA skrivar, at Dido skal
venja
landsliðið
hjá
Bangladesh. Dido tekur við
starvinum í Bangladesh 1.
februar,
og
sáttmálin
millum partarnar varðar í 1
ár fyribils.
Dido er niðurlendskur
ríkisborgari, og sum spælari
royndi hann seg í brasilsku
stórfeløgunum
Flamengo
og Santos í áttatiárunum.
Hann hevur drúgvar royndir
sum venjari. Hann hevur
vant feløg í 1. deild í Ísrael
og Malta, og hann hevur
eisini áður verið landsliðs
venjari fyri Vietnam og
Taiwan.
Bangladesh er styrkist
mett sum nummar 174 á
listanum hjá FIFA, og tað
er 10 pláss frammanfyri
føroyska landsliðið.
Um vikuskiftið eydn
aðist kvinnunum hjá
Fleyr og monnunum
hjá SÍ at spæla seg
í steypafinaluna í
flogbólti
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hetta gjørdu tey, tá stóra
Mjølnirkappingin var á
flogbóltsskránni um viku
skiftið.
Hjá kvinnunum var longu
greitt, at SÍ var annað liðið í
steypafinaluni, og tá Fleyr
og Dráttur so komu í fin
aluna í Klaksvík, stóð greitt,
at vinnarin her samstundis
vann sær hitt finaluplássið.
Roknast kundi við einum
spennandi dysti, og tað
gjørdist tað so sanniliga
eisini. Fleyr vann tey bæði
fyrstu tøttu settini, men
Dráttur knekkaði als ikki av
hesum, og eins tætt vunnu
tær tey bæði næstu settini.
Neyðugt varð tí við javn
brótara, og her hevði Fleyr
flestu kreftirnar eftir. Og
havnarkvinnurnar kunnu nú
gera seg til reiðar at spæla
sína fyrstu steypafinalu,
síðani kappingin varð um
skipað fyri átta árum síðani.
Hjá monnum stóð finalan
millum SÍ og Fleyr. SÍ
hevði longu vunnið Fleyr
kappingina í heyst, og tá ÍF
umvegis
landskappingina
hevði bílagt sær fyrsta
finaluplássið, kundi ein
sigur til Fleyr gera tað
neyðugt við enn einum
dysti, har steypafinalusturin
skuldi finnast.
Men hetta læt SÍ tó ongan
iva vera um. Sørvingar
vunnu nevnliga trygt 30,
og soleiðis verða tað teir,
sum um góðan mánað skulu
spæla steypafinalu móti
fuglfirðingum.
Fleyr og SÍ í finaluni
Kvinnur: Fleyr-Dráttur
3-2 (25-22, 25-23, 25,-27, 23-25, 15-8)
Menn: SÍ-Fleyr
3-0 (25-20, 25 – 22, 25 – 19)
Dido landsliðsvenjari
í Bangladesh
Buffon í risahandli
Tosað verður nú um, at Manchester City er til reiðar at
lata 800 milliónir krónur fyri at fáa italska málmannin
Gianluigi Buffon til felagið. Tá eg hoyri slík tíðindi um
meg sjálvan, fær tað meg at smílast og verða stoltan. Men
eg haldi bæði bein á jørðini, sigur Buffon við blaðið La
Gazzetta dello Sport. 30 ára gamli Buffon er
sáttmálabundin við Juventus.
Brasil er bara til feriu
Venjarin hjá Inter, Jose Mourinho, heldur lítið um, at
álopsspælarin Adriano verður settur í samband við
brasilska felagið Flamengo. Flamengo? Nei! Hvat í allar
víðu verð skal hann gera. Brasil er gott til feriu, men ikki
hjá Adriano at spæla fótbólt har, sigur ein avgjørdur Jose
Mourinho, sum sjálvur helt jólaferiu í Rio De Janeiro.
Brasilski Dido, sum ikki gjørdist
Víkingur, tá trupulleikar vóru við
venjarapappírinum, skal nú royna seg
sum landsliðsvenjari hjá Bangladesh