mánadagur 5. januar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 2 - 5. januar 2009 ]
Ribery skal halda munn
Karl-Heinz Rummenigge er troyttur av franska Franck
Ribery, sum fleiri ferðir hevur ført fram, at FC Bayern
skal keypa ávísar navngivnar franskar spælarar. - Vit
hugsað altíð um nýggjar spælarar, men mær dámar ikki,
at spælarar fara út alment við sínum tankum um, hvørjar
spælarar vit skulu keypa, sigur Rummenigge. Ribery
hevur nevnt Sebastian Frey og Jeremy Toulalan sum tveir
spælarar, ið Bayern skuldi keypt.
Fuller angrar
Ricardo Fuller, sum spælir fyri Stoke, harmast, at hann
undir dysti ímóti West Ham sló sín egna liðformann eftir
eitt skeldarí teirra millum. - Hatta var nakað, sum aldri
skuldi verið hent. Hann segði nakað ljótt við meg, men
tað, sum eg gjørdi, var enn verri, sigur Ricardo Fuller við
SkySports. Fuller var vístur av vølli, og hann roknar við,
at hann verður leikbannaður í einar tríggjar ella fýra
dystir orsaka av hendingini.
Hóast Oyggjaleikirnir
hava verið eitt
satt Klondyke fyri
føroyskar bogaskjútt
ar, so hava næstan
eingir útbúnir venj
arar verið til ítróttar
greinina í Føroyum.
Hetta roynir boga
skjótideild Føroya at
broyta
Bogaskjóting
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nógv metal er komi heim
til Føroyar vegna bogaskjútt-
arnar í Føroyum, síðan
hendan ítróttargrein kom til
Føroya, og Oyggjaleikirnir
fingu umboðan av føroysk-
um bogaskjúttum. Hóast
tað, hava tað heilt sjáldan
verið nakrir venjarar í Før-
oyum. Tað, ið hevur verið
av venjing, hevur verið, tá
bogaskjótideildin onkuntíð
hevur sent boð eftir venjar-
um til nøkur skeið, og ann-
ars tann venjingin, ið skjútt-
arnir sjálvir hava givið
hvørjum øðrum, út frá bók-
um og upplivingum.
Í gjár byrjaði eitt skeið,
har allir bogaskjúttar, ið
hava skotið meiri enn eitt ár
kundu luttaka í. Talan er
um eitt slag av skúla, har
farið verður fram eftir
svenskum grundhugsanum,
soleiðis, at hesi, ið nú hava
verið á skeið og halda fram
við hesum, fáa eitt sindur
av grundleggjandi vitan um
venjing í bogaskjóting, so
at ungir og nýggir skjúttar
fáa gott í beinið, heldur enn
at verða noydd at broyta tað
mesta seinni, tá tey sjálvi
finna fram til nakrar loysn-
ir.
Svenskt snið
Millum Norðurlondini er
Svøríki landið við ríkast
bogaskjótisøgu. Hetta er
ein av orsøkunum, at føroy-
ingar nýta tilfar frá svium
heldur enn okkurt annað av
Norðurlondunum,
men
føroyingar hava í bogaskjóti-
høpi eisini havt sera gott
samstarv við sviar, síðan
føroyingar byrjaðu at skjóta
við boga og píli. Maðurin
handan grundhugsanina í
svenskari
bogaskjóting,
Leif Jansson, hevur fleiri
ferðir verið í Føroyum og
tað var eisini upp á tal, at
hann skuldi koma henda
vegin at undirvísa í hesum
tilfari, hann sjálvur hevur
gjørt. Hetta metti Leif Jans-
son tó vera óneyðugt og
kemur heldur, tá nakrir av
venjarunum koma eitt sind-
ur longri, so Schandorff
Vang stendur fyri skeiðun-
um fyribils.
Lívligt kjak
Hóast ongir veruligir venjar-
ar eru innan bogaskjótingina,
eru nógvar ymiskar hugsan-
ir um, hvussu tað tekniska
innan bogaskjóting skal ger-
ast og eisini eru býttar hugs-
anir um, hvussu ein bogi
skal stillast inn, og burtur
úr hesum kom nógv lívligt
kjak. Orsøkin til hetta er, at
føroyskir bogaskjúttar hava
eyguni við sær, og millum
allar heimsins skjúttar, er
ongin, ið skjýtur á sama
hátt.
Í trá við ÍSF
Tá fundur var í útvarps-
høllini hjá Kringvarpinum
um ítrótt í Føroyum, vóru
fólk á einum máli um, at
ein av heilt stóru trupul-
leikunum í føroyskari ítrótt
er, at alt ov fáir venjarar við
útbúgving eru til flestu
ítróttagreinirnar. Nú hevur
bogaskjótideildin tikið eitt
stig á vegnum.
Næsta
skeiðið
verður
sunnudagin, eftir kapping-
ina, ið verður í ítróttarhøllini
á Eiði.
Rógvi Højgaard staðfesti
sunnudagin, at hann longu
nú er til reiðar at kappast í
spjótkasti
á
komandi
Oyggjaleikunum.
Rógvi hevur verið nakað
darvaður av skaðum seinas-
tu tíðina, men hetta sást
ikki aftur, tá hann við 56,30
metrum
kastaði
longsta
kastið, sum er kastað í Før-
oyum. Og samstundis rakk
hetta eisini Oyl-kravinum
hjá FÍF, sum er føroyska ser-
sambandið
fyri
frælsan
ítrótt.
-mørk
Rógvi klárur til Oyggjaleikir
Bogaskjóting fær venjarar
Bogaskjótideildin er nú farin undir at útbúgva sínar egnu venjarar, soleiðis frálæran innan
ítróttina kann gerast enn meira miðvís
Rógvi Højgaard kastaði
sunnudagin longsta kastið,
sum er kastað í spjótkasti í
Føroyum
Mynd: www.hvirlan.fo